Livandi ljós

    Orð og lag: Kári Jacobsen

    Hyggi inn í eitt livandi ljós
    meðan eg hugsi um teg
    Login lýsir myrkrið burt
    sum tú litar mína tilveru
    so fulla av gleði

    Hugsi um teg og síggi væl
    fyri mær andlit títt
    Smílið, tú gevur mær, eigi eg
    tað nertir eitt hvat
    onkustaðni djúpt inni í mær

    Livandi ljós
    tú ert ein partur av mínari verð
    Livandi ljós
    tú um kærleika mín óvitandi er
    Livandi ljós
    eg ræðist tíðina, sum fer, tí
    Livandi ljós
    eitt ljós má slókna einaferð.

    Kanska einaferð, tá ljósið slóknað er
    svari eg mær sjálvum við ugga
    Neyðloysn er og var
    og eg vil tendra teg aftur
    men eitt livandi ljós kann ikki tendrast fleiri ferð

    Aftaná

    Orð og lag: Kári Jacobsen

    Aftaná – tøgnin liggur tætt at mær
    horvin eru øll andlit nú og láturin
    Gott at sita soleiðis
    og minnast aftur á eitt kvøld sum er farið nú
    Einsamøll – farið er hvørt menniskja
    og eg siti starandi og hugsandi
    Kenslur og tankar nú mala runt í mær
    spurningar krevja svar

    Eg kenni okkurt fer frá mær
    sleppur undan, út millum fingrarnar
    Eg royni og eg fanga tað vil
    tó eg veit at tað ikki ber til

    Hesaferð gjørdist kvøldið øðrvísi
    enn eg hevði væntað tað
    Eg var ikki búgvin til at kenna hesa nýskapan
    tó at veitslan var góð
    Siti her og fái ikki greiðu á
    um eg skal flenna ella gráta

    Inni í mær er alt ein fløkja
    mær leingist eftir onkrum, sum eg
    ikki sjálv veit, hvat er

    Eg kenni okkurt…

    Vónaði at eg var heppin
    men alt gekst ei sum ætlað
    Tó eri eg glað um at hava teg hitt
    tí at tú ert so fitt

    Vónin

    Orð: Steinbjørn B. Jacobsen
    Lag: Kári Jacobsen

    Fyrst kom vónin í verðina inn
    so orðið og ljósið til várt sinn.
    Tendra fyri mær eitt lítið ljós
    í niðuni er tað dýra drós.

    Latið ikki vónina doyggja.
    Latið ikki vónina doyggja.

    Hvussu lítil vónin enn er
    hon skapar mær eina nýggja verð.
    Vit lítla loga skapi eg mær
    øgn av tí lívi ið er hjá tær.

    Mannahiti og gott hjartalag
    kann geva heiminum nýggjan dag.
    Set ljós á hvørja óbótagerð
    mannarætturin hómast tá her.

    HF Sangurin

    Orð og lag: Kári Jacobsen
    Viðmerking: Yrktur í 2009.

    Í sveittabroti verður vant,
    og slóðað nýggjar gøtur.
    Her í HF hava vit
    okkar’ stoltu røtur.
    Mangan hevur sigurin
    verið okkum søtur.
    Men sigur ella ei:
    Vit hava nógvar góðar løtur.

    Reytt, blátt, hvítt
    tað er felag mítt.
    Í álvara og gaman,
    standa vit saman
    í HF búnunum.

    Børn og vaksin, stór og smá,
    bæði menn og kvinnur.
    Frøðast saman hvørjaferð,
    at onkur okkar’ vinnur.
    Felagið nú hevur lagt
    hundrað ár aftur um bak.
    Men gamla HF fer at liva
    minst eina øld afturat.

    Reytt, blátt, hvítt…

    Vit kempa okkum til sigurin,
    hvør í sínum lag’.
    Við virðing fyri øðrum,
    og hjartað á røttum stað’.

    Reytt, blátt, hvítt…

    Hygg at mær

    Orð og lag: Kári Jacobsen

    Eg livi væl og júst í løtuni
    gangi eg oman eftir gøtuni
    Eg havi eitt ítriv, eg íðki
    eg fasadu mína fríðki
    hvønn dag, síggja tit tað

    Eg veit væl av, at allur býurin sær
    at eg veit av, at tey hyggja at mær

    Hygg at mær – eg síggi so væl út
    havi onga sút
    Eg vil vera nummar eitt
    og liva feitt
    Innaní eri eg ein annar, enn eg eri uttaná
    Tað kanst tú banna uppá

    Eg keypi javnan klæðir
    tí einki mær bagir
    Klippi hár og reinsi negl
    og vaski hár og klippi negl
    og elski míni spegl
    Eg havi eitt ítriv, eg íðki
    eg fasadu mína fríðki
    Hvønn dag, síggja tit tað

    Eg veit væl av, at allur býurin sær
    at eg veit av, at tey kanska øvunda mær

    Hygg at mær…

    Men av og á kann sjálvt eg
    niðurtúrar fá
    tí skortur mín einaferð
    við tíðini kanska loysnar frá

    Ansa eftir

    Orð og lag: Kári Jacobsen

    Tað er fríggjakvøld
    og enn ein arbeiðsvika liðug er
    sum eg vil gloyma
    og hava út úr míni verð
    Men nú kann eg leypa út í eitt lív
    sum eg haldi er betri
    uttan rættiliga at vita hví

    Tað er fríggjakvøld
    og eg lívið liva vil
    At sita heima alt kvøldið
    tað er eitt verri skil
    Men nú kann eg stuttleika mær og møta fólki
    Á ja! Og kanska eg kann
    finna ein mann og siga við hann:

    Kanst tú koma heim við mær í kvøld
    tí eg eri køld
    tú kanst hita meg
    eg eri góð við teg
    Ansa eftir mær alt sum tú kann
    tí at eg teg nú fann
    ver nú góður við meg
    eg eri góð við teg

    Tað er fríggjarakvøld
    eg eri í býnum nú
    dansi, hoyri tónleik
    stuttleiki mær jú
    Av og á yggi eg
    rundan um meg
    tí kanska eg kann
    finna ein mann og siga við hann:

    Kanst tú koma …

    (Mansrødd):
    Kann eg koma heim við tær í kvøld
    tí at tú ert køld
    eg kann hita teg
    og vera góður við teg – t-t-t-t-teg.
    Ansa eftir mær alt sum tú kann
    tí at eg teg nú fann – ja-ja-ja
    ver nú góð við teg
    eg eri góður við meg

    h-h-h-h-h-h-h-h-h-h-h-h-h-heim!!!
    h-h-h-h-h-h-h-h-h-h-h-h-h-heim!!!

    Á, tann deiliga Havn

    Orð og lag: Kári Jacobsen

    1. Tað er einaferð um árið, at Ólavsøka er
    tá liva allir føroyingar í aðrari verð
    úr øllum heraðshornum tysja fólk til Havnar bý
    hýrurin er góður og eingin spyr um hví
    um sólin kemur fram, er tað jú bara gott
    men eisini er stuttligt, um tað verður vátt
    snapsin undir møttulin, so fara øll avstað
    sjálvt Effersøe á Vaglinum, hann er í góðum lag.

    Niðurlag: Á, tann deiliga Havn
    Ólavsøku-Havn
    Á, tann deiliga Havn
    Øll syngja: Á, deiliga Havn

    2. Fullir menn og prædikantar syngja hvør sitt lag
    fólk viô barnavognum — fólk, iô detta av å rað
    kappróðurin liðugur, og hoyrdi tú hvør vann?
    tivoli og poppkorn og onkur makan frann
    mest spennandi um kvøldið er at leita sær á fund
    í ljósinum frá littum lampum finna sær eitt sprund
    onkur verður móður – onnur tíma ei heim enn
    ghettoblásarar og føroysk klæði – alt í senn.

    3. Frøast kunnu øll um, at Havnin hon er vár
    ólavsøkusiðurin skal liva ár um ár
    onga aðrastaðni í hesi víðu verð
    er hýrurin so góður, sum tá Ólavsøka er.