Verkamaður alra landa

    Orð og lag: Kári P.
    Viðmerking: Yrkt á alfaravegi Róa Paturssonar

    1. Tín er vegurin
    tín er søgan
    lógvatak títt gevur lógum lív
    við stási og sangi
    tey jarðaðu drápsmenn tínar
    við einglaveingjum

    2. Tín er øll mentan
    sum mennist úr moldum
    tín er øll vísund
    sum vann sær vald
    tín er týning
    av vitleysum villmannaheilum
    í pentagon og kreml

    3. Tú eigur rættin
    til kærleik og hatur
    sleggja tín sló
    mína skemtistund
    tú eigur dagsverkið
    tú eigur náttanna
    hæddir í ástarleiki

    4. Tú hevur heimin
    til minnisvarða
    spor tíni sprongja
    øll landamørk
    títt verði ríkið
    æran og lógin
    profetanna
    dagliga
    breyð

    Triðja dagin eftir

    Orð og lag: Kári P.

    hvølvda øskan rópar og sigur tær at
    tú nú hevur livað ein fullan dag aftrat
    plátan sum enn melur og tú legði á í gjár
    skal hon mala allan morgun og túsund ókomin ár

    savnar saman stubbar av minnum frá ígjár
    skeitir eftir songini hvør var tað sum har lá
    her situr særdur kappi og sleikir síni sár
    honum vantar bert ein morgun og túsund ókomin ár

    í høvdi tínum livir tað sum tá ið tað var nú
    samvitska tín rópar tað var tú ja tað var tú
    hvat kann bjarga tær frá Belsebubb eitt lættkeypt bønartár
    kann tað bjarga tær í morgun inn í túsund ókomin ár

    á gólvi føtur fjakka inn millum spýggjuskvett
    brátt so dagurin sá fyrst sigarett
    tey fáu fet á nátthúsið kennast tung og svár
    og long sum allur morgunin og túsund ókomin ár

    heilin spyr ein spurning tú svarar bæði og
    skalt tú fara tær í skápið har er ein hálv pernod
    tú hómar støðan hevjast móti hæddum frá ígjár
    brátt hvørvur hesin morgun inn í túsund ókomin ár

    Toybil

    Kári P.
    Orð: Hanus Kamban
    Lag: Kári P.

    tá várið verðina víðkar
    og skýmingin heimin lyftir
    so svangur eg gloppi gluggan
    tí mítt sinn er í kyksilvurskifti

    kenst mítt lív sum ein logi ið leingist
    eftir munnum ið varliga blása
    og sum eimur ið fegin vil kykna
    men ongan enn hevur hjá sær

    er verðin eitt hav av lyktum
    sum í býarins kvøldarfriði
    veittra við fevnandi hondum
    og rópa: kom higar kom higar

    og eg hoyri múrarnar rapla
    sniglar krúpa úr skeljum
    skotran og pikkan og pístran
    tí tað brestur í kvøld fyri nevjum

    á lívum ið steinrunnin dvaldu
    men nú vilja bráðna og brosa
    á sálum ið bíðandi nærkast
    hjartanna kyku osmosu

    Tjóðsangur fyri hina helvtina

    Kári P.
    Orð: Kári P.

    Um vit siga tú skaptist til at hanga í handlinum
    og øvunda hinum sum rýmdu av landinum
    so hjálpir eitt tvífalt fyri landi og tjóð
    vit elska hálovandi sovandi ljóð

    Meðan ástarbandsløturnar østust í heysunum
    fosturlandsdøturnar festust í deyðssyndum
    ivaleyst ikki ein ivandi tjóð
    sum bivar við livandi tivandi ljóð

    Men inni í skápinum grætur tú í løtuni
    tí páparnir berjast um arv úti á gøtuni
    leingi livi føroysk mold
    eg vil terast av tær tá eg skal berast frá fold

    Meðan harrin hann herjar á politiska økinum
    húsfrýrnar berjast við sulfo í køkinum
    hvørt kyn sítt skyn sítt bit og slit
    frá paulusi suttar av hvør sínum lit

    Ætlanir løgdust við lít undir neystinum
    og tú tornakrýndist av útsøluprestinum
    nú skálar øll oyggin fyri tær og so mær
    hannsjálvur havi lov hann meg gjørdi til par

    Men tá eg vil elskast eg luski um náttina
    og kolldømdar kenslur tú bert út um gáttina
    hóast verðin er líti er mín heimspeki stór
    helt at ein bjór fór at loysa títt tjór

    Men stendur tú enn og ekspederar í handlinum
    dagdroymir at ekspederast av landinum
    syng tvífalt hurrá fyri land og tjóð
    mín ødipusmóðir sum vit eru góð

    Talað við gluggan

    Orð og lag: Bubbi Morthens
    Týtt: Kári P.

    havi staðið við gluggan
    hoyrt hann tala
    um komandi harðveður
    nístandi æl
    aldri sæð hann
    so hugtungan stara
    sum tá tú rýmdi
    og eg skilji hann væl
    summarið er farið
    fryst fast í hyljum
    sum hvítasta lín
    kom so kavin í nátt
    trøstarnir dansa
    á ísaðum línum
    en her hjá mær
    er kvirra og ró
    tú eldur í grúgvunnar tryllandi skugga
    hvar er hon í nátt tú spyrt
    sum von var at halda um høvd títt og rugga
    tí blídliga til alt varð kvirt
    men eg kann ikki
    svara tí

    havi staðið við gluggan
    hoyrt hann tala
    spurt hann ofta um hann sær hvagar tú fert
    taktur rósum
    kaldur vil ikki svara
    um kærleikan til mín tú enn í hjarta bert
    havi staðið við gluggan sæð hann stara
    á norðanvindin í rokinu spæla sær
    viðhvørt hoyrist látur
    í gólvbrettum braka
    hjartað fær hvøkk
    men onki er har
    uttan tú eldur í grúgvunnar tryllandi skugga hvar er hon í nátt tú spyrt
    sum von var at halda um høvd títt og rugga
    tí blídliga til alt var kvirt
    men eg kann ikki
    svara tí

    Skygni

    Orð og lag: Kári P.

    kámir eru kostirnir títt kraftarverk brent út
    kastiljós frá býartúnum skyggja á tín rút
    varin firnast fyrstu fet sítt undangongubann
    starir glerstoytt gríma inn í ongamannaland

    eydnan sveimar einsamøll við strendur frætt er frá
    har havið klárnar perlur glampa druknar spegilstrá
    innilæstur longsul seg letur í sítt skrúð
    endaleysar undanførslur ivast aftur nú

    mánin gyllir gjárdaganna gloymdu eygnabrá
    darrandi í sýnisglugga hongur syndaskrá
    fótafimur flótti undan onkrum ongin sær
    allastaðni útlendingur inst í sjálvum tær

    sælurúsur gálgafreistur er tín gævustund
    tregatungur sálarsangur rungar suður sund
    njørðurin er naskur og norðanættin hvøss
    óttin uttanduraður sum ævigt ferðagóðs

    hinumegin ringvegin logar leiðarljós
    ljódliga atdráttarmegin rættar okkum kós
    og tú spyrt hvar vegur endar og eg veit bert eittans svar
    alt byrjar her við mær og tær hvønn nývaknaðan dag

    Sangur um flyting

    Kári P.
    Orð: Hanus Kamban
    Lag: Kári P.

    1. Tað skýmir, mín vinur –
    hví stendur tú her?
    og norðanættin um húsini fer,
    tín hugur er tómur, av møði tað er,
    ryggur tín bogin av sliti,
    – ein finna tú ert í talvinum,
    har pengarnir fólkið flyta.

    2. Tú húsini átti har norði í Líð,
    og bátin og trøðna og børnini trý,
    men tíðirnar skiftu, úr bygd og í bý
    neyðin teg noyddi at flyta
    – tí ein finna tú ert í talvinum,
    har pengarnir fólkið flyta.

    3. Í býnum tú flutti í trongliga lon,
    teg sjálvan tú seldi til Pihl & son,
    til skatt og til leigu varð tikin tín løn,
    til børnini valla ein biti
    – ein finna tú ert í talvinum,
    har pengarnir fólkið flyta.

    4. Tú húsini seldi, tað hungurin beyð,
    onkur tey keypti, sum nú eigur tvey,
    men tú eigur einki, nóg illa til breyð,
    og vilt tú grundina vita?
    – jú ein finna tú ert í talvinum,
    har pengarnir fólkið flyta.

    5. Teir siga, teir elska teg yvir alt,
    teir sum sita í veitslum og gera sær dælt,
    tú slítur teg upp, og teir tøma tín hjall,
    ja, leiva tær valla ein bita
    – teir liva so væl av at styðja tað spæl,
    har pengarnir fólkið flyta.

    6. Um trogið, tú fyllir, teir flokkast hvønn dag,
    teir reiðarar, stjórar og læknar á rað
    teir gjalda ei skatt, og hví skuldu teir tað,
    teir, sum við maktini sita?
    – ein finna tú ert í talvinum,
    har pengarnir fólkið flyta.

    7. Í húsunum tínum nú halda teir frí,
    okkurt akademiskt kommandittkompaní,
    so gott er at sleppa sær burtur úr bý
    at hvíla og hvessa sær vitið
    til næsta leikin í talvinum,
    har pengarnir fólkið flyta.

    Bara tú riggar

    Orð og lag: Kári P.
    Viðmerking: Yrktur í 1971 til studentakabarettina.

    1. Starir tú enn í tín brotna spegil í dag
    andaliga sum ein invalid uttan stav
    er tíðin runnin undan tínum síðsta ravmagnssjokk
    bara tú riggar
    so gongur alt nokk

    2. Sást tú flestar peikifingrar rættar móti tær
    spurdi tú tá teg sjálva hvør ið lærdi teir tað
    góða tú mást vita at tað er tær galið er við
    tí bara tú riggar
    so fært tú helst frið

    3. Seldi tú teg og tín kropp frá átta til seks
    fekst tú tað teir klóku nevna undirlutakompleks
    eitt glas av librium ella valium er gott
    tí bara tú riggar
    so keypa teir teg nokk

    4. Ert tú nú sigld afturút – er striltið títt lív
    ætlar tú á marknaðin at gerast eitt vív
    pensla allan ælabogan á tín slitna kropp
    tí bara tú riggar
    so elska vit teg nokk

    Og bara tú elskar
    so riggar tú nokk

    Sálarhirðin

    Kári P.
    Orð og lag: Kári P.

    tú flýgur so høgt
    tú kanst ei detta niður
    gud viti hvør ber tín kropp
    vit halda øll at snøgt
    tað er sum tú sigur
    vit gera øll smá hopp
    vilja flúgva við

    hvat okkara tilvera er
    veitst tú at siga
    vit hungra kom gev okkum svar
    tú svarar at okkara verð
    er ein niða
    vit mugu fylgja tær
    og vit gera tað

    upp á høga fjallið
    fór eg so tilgongu
    sjálvur var eg offurlamb
    men beint áðrenn falløksin
    hálsvøddar sprongdi
    treiv eg í nýggjan sang
    og rann avstað

    til beins tað so gekk
    beint oman í dalin
    har møtti mær mikil fjøld
    ræddist mína ásjón
    hvør jarðbundin trælur
    tú manst vera buddha
    ella gubbi sam

    tí tannleysa tøgnin
    á tómleikans tingi
    tá ting taka týdning
    sum ikki er til
    sum slímharður sannleiki
    skreiðir um svingið
    sálarhirðin hevur tá fingið
    tað hann vil

    tó øskan alt svølgdi
    og eg sá tað aldri brenna
    skjótt glógvar í neistum
    brátt kviknar alt við
    lat oss tá syngja ein sang sum vit kenna
    tað er nóg mikið til
    um ein sjálvur vil

    Lagaliga landið

    Orð: Hanus Andreassen
    Lag: Kári P.

    sig mær hevur tú hoyrt um tað landið
    har teir sum mæla til armóð og bót
    og til at lata sær sjálvum sæta
    og bólgna á ovastu rók

    har í tey ker sum til vøkstur og víðkan
    og til gróður og gleim vórðu telgd
    teir agentar sum ávøkstin henta
    sáddu skomm synd og helvitis eld

    har um á degi tín næsta tú snýtti
    og á kvøldi tín granna bedró
    fert á nátt tú við paulus á rua
    so vaknar tú reinur sum snjó

    og um tín sæla ov skjótt hevur fingið
    ein heldur veikan og vatndeyvan dám
    so kanst tú spela beint inn í várt felag
    so pikant p/f krossur og krám

    og tey halda seg flúgva í erva
    og at tá horvin er sorg sút og neyð
    onkur letur teim ein mercedes
    spildurnýggjan odell sjeytisjey

    sig mær hevur tú hoyrt um tað landið
    har teir sum mæla til armóð og bót
    og til at lata sær sjálvum sæta
    og bólgna á ovastu rók