Verkamaður alra landa

    Orð og lag: Kári P.
    Viðmerking: Yrkt á alfaravegi Róa Paturssonar

    1. Tín er vegurin
    tín er søgan
    lógvatak títt gevur lógum lív
    við stási og sangi
    tey jarðaðu drápsmenn tínar
    við einglaveingjum

    2. Tín er øll mentan
    sum mennist úr moldum
    tín er øll vísund
    sum vann sær vald
    tín er týning
    av vitleysum villmannaheilum
    í pentagon og kreml

    3. Tú eigur rættin
    til kærleik og hatur
    sleggja tín sló
    mína skemtistund
    tú eigur dagsverkið
    tú eigur náttanna
    hæddir í ástarleiki

    4. Tú hevur heimin
    til minnisvarða
    spor tíni sprongja
    øll landamørk
    títt verði ríkið
    æran og lógin
    profetanna
    dagliga
    breyð

    Tjóðsangur fyri hina helvtina

    Kári P.
    Orð: Kári P.

    Um vit siga tú skaptist til at hanga í handlinum
    og øvunda hinum sum rýmdu av landinum
    so hjálpir eitt tvífalt fyri landi og tjóð
    vit elska hálovandi sovandi ljóð

    Meðan ástarbandsløturnar østust í heysunum
    fosturlandsdøturnar festust í deyðssyndum
    ivaleyst ikki ein ivandi tjóð
    sum bivar við livandi tivandi ljóð

    Men inni í skápinum grætur tú í løtuni
    tí páparnir berjast um arv úti á gøtuni
    leingi livi føroysk mold
    eg vil terast av tær tá eg skal berast frá fold

    Meðan harrin hann herjar á politiska økinum
    húsfrýrnar berjast við sulfo í køkinum
    hvørt kyn sítt skyn sítt bit og slit
    frá paulusi suttar av hvør sínum lit

    Ætlanir løgdust við lít undir neystinum
    og tú tornakrýndist av útsøluprestinum
    nú skálar øll oyggin fyri tær og so mær
    hannsjálvur havi lov hann meg gjørdi til par

    Men tá eg vil elskast eg luski um náttina
    og kolldømdar kenslur tú bert út um gáttina
    hóast verðin er líti er mín heimspeki stór
    helt at ein bjór fór at loysa títt tjór

    Men stendur tú enn og ekspederar í handlinum
    dagdroymir at ekspederast av landinum
    syng tvífalt hurrá fyri land og tjóð
    mín ødipusmóðir sum vit eru góð

    Sangur um flyting

    Kári P.
    Orð: Hanus Kamban
    Lag: Kári P.

    1. Tað skýmir, mín vinur –
    hví stendur tú her?
    og norðanættin um húsini fer,
    tín hugur er tómur, av møði tað er,
    ryggur tín bogin av sliti,
    – ein finna tú ert í talvinum,
    har pengarnir fólkið flyta.

    2. Tú húsini átti har norði í Líð,
    og bátin og trøðna og børnini trý,
    men tíðirnar skiftu, úr bygd og í bý
    neyðin teg noyddi at flyta
    – tí ein finna tú ert í talvinum,
    har pengarnir fólkið flyta.

    3. Í býnum tú flutti í trongliga lon,
    teg sjálvan tú seldi til Pihl & son,
    til skatt og til leigu varð tikin tín løn,
    til børnini valla ein biti
    – ein finna tú ert í talvinum,
    har pengarnir fólkið flyta.

    4. Tú húsini seldi, tað hungurin beyð,
    onkur tey keypti, sum nú eigur tvey,
    men tú eigur einki, nóg illa til breyð,
    og vilt tú grundina vita?
    – jú ein finna tú ert í talvinum,
    har pengarnir fólkið flyta.

    5. Teir siga, teir elska teg yvir alt,
    teir sum sita í veitslum og gera sær dælt,
    tú slítur teg upp, og teir tøma tín hjall,
    ja, leiva tær valla ein bita
    – teir liva so væl av at styðja tað spæl,
    har pengarnir fólkið flyta.

    6. Um trogið, tú fyllir, teir flokkast hvønn dag,
    teir reiðarar, stjórar og læknar á rað
    teir gjalda ei skatt, og hví skuldu teir tað,
    teir, sum við maktini sita?
    – ein finna tú ert í talvinum,
    har pengarnir fólkið flyta.

    7. Í húsunum tínum nú halda teir frí,
    okkurt akademiskt kommandittkompaní,
    so gott er at sleppa sær burtur úr bý
    at hvíla og hvessa sær vitið
    til næsta leikin í talvinum,
    har pengarnir fólkið flyta.

    Sálarhirðin

    Kári P.
    Orð og lag: Kári P.

    tú flýgur so høgt
    tú kanst ei detta niður
    gud viti hvør ber tín kropp
    vit halda øll at snøgt
    tað er sum tú sigur
    vit gera øll smá hopp
    vilja flúgva við

    hvat okkara tilvera er
    veitst tú at siga
    vit hungra kom gev okkum svar
    tú svarar at okkara verð
    er ein niða
    vit mugu fylgja tær
    og vit gera tað

    upp á høga fjallið
    fór eg so tilgongu
    sjálvur var eg offurlamb
    men beint áðrenn falløksin
    hálsvøddar sprongdi
    treiv eg í nýggjan sang
    og rann avstað

    til beins tað so gekk
    beint oman í dalin
    har møtti mær mikil fjøld
    ræddist mína ásjón
    hvør jarðbundin trælur
    tú manst vera buddha
    ella gubbi sam

    tí tannleysa tøgnin
    á tómleikans tingi
    tá ting taka týdning
    sum ikki er til
    sum slímharður sannleiki
    skreiðir um svingið
    sálarhirðin hevur tá fingið
    tað hann vil

    tó øskan alt svølgdi
    og eg sá tað aldri brenna
    skjótt glógvar í neistum
    brátt kviknar alt við
    lat oss tá syngja ein sang sum vit kenna
    tað er nóg mikið til
    um ein sjálvur vil

    Lagaliga landið

    Orð: Hanus Andreassen
    Lag: Kári P.

    sig mær hevur tú hoyrt um tað landið
    har teir sum mæla til armóð og bót
    og til at lata sær sjálvum sæta
    og bólgna á ovastu rók

    har í tey ker sum til vøkstur og víðkan
    og til gróður og gleim vórðu telgd
    teir agentar sum ávøkstin henta
    sáddu skomm synd og helvitis eld

    har um á degi tín næsta tú snýtti
    og á kvøldi tín granna bedró
    fert á nátt tú við paulus á rua
    so vaknar tú reinur sum snjó

    og um tín sæla ov skjótt hevur fingið
    ein heldur veikan og vatndeyvan dám
    so kanst tú spela beint inn í várt felag
    so pikant p/f krossur og krám

    og tey halda seg flúgva í erva
    og at tá horvin er sorg sút og neyð
    onkur letur teim ein mercedes
    spildurnýggjan odell sjeytisjey

    sig mær hevur tú hoyrt um tað landið
    har teir sum mæla til armóð og bót
    og til at lata sær sjálvum sæta
    og bólgna á ovastu rók

    Tarsankvæði

    Kári P.
    Orð: Þórarinn Eldjárn
    Lag: Kári P.
    Týtt: Kári P.

    1. í frumskóginum dimma hongur tarsan niður úr trænum
    og sprellar runt um sjálvan seg við greinum fast í hond
    hann er sendiharri valdsins sum við revsihondum rænir
    og strammar netið fastari um mergútkroystu lond

    2. tarsanskaldið sigst at koma úr amerikanskari løggu
    sum oyðilegði í san fransisko mangan fittan drong
    tankar tarsans duna oss í oyru alt frá vøggu
    og alla leið á gravabakkan slær hann sama strong

    3. um hugur tín er forvitin so gerst tað lítil lætting
    at vita hvørjum greinum tað er tarsan sprellar í
    tær greina seg so víða út um heimsins dimmalætting
    millum alt hitt sprellivandi pena pellarí

    4. um kúgað tjóð nú kýtir seg og vaknar frælsisrøsla
    so springur tarsan greinar runt at verja pengavald
    men sleppið ikki vónini tað er bert ørstutt ørsla
    tann sólin skínur stutt og nakni tarsan brátt gerst kalt

    5. og tey svørtu hevja frælsisfløgg og tríva eftir lagnum
    tí medvit teirra noktar teim at traðka seg til tols
    sum tekin um hvønn sigur hongur tarsan niður úr trænum
    og dinglar runt við dollarseðlum knýttum stramt um háls

    Herluf

    Kári P.
    Orð og lag: Kári P.

    herluf
    tímir tú longur
    tú sært so slitin út
    neyvan saman hongur

    herluf
    um tíman hvussu nógvar krónur
    hvat gjørdist títt virði herluf
    hvat søgdu teirra aktiónir

    herluf
    minnist tú hitt kvøldið
    tá vit í berúsilsi
    søgdu tað vit føldu

    herluf
    kom onkuntíð niðan
    so drekka vit ein beiara
    og tosa um gamlar dagar

    herluf
    minnist tú tá vit
    lógu við strandarhylar
    og spældu við bátar og skip

    og herluf
    minnist tú okkara tankar
    tú vart altíð reiðari
    og átti handlar og bankar

    men herluf
    minnist tú onki
    tín tøgn er so sigandi
    sýnir tínar leinkur

    herluf
    tímir tú longur
    ein feril av meiningsloysi
    á varrum tínum hongur
    herluf

    Andvera

    Orð og lag: Kári P.
    Viðmerking: Yrktur í 1976.

    1. Har liggja 99 pappír
    í ovastu skuffuni
    á tey er ritað
    so man kann vita
    um tú riggar
    normalt.

    2. Har liggja 88 pappír
    í næstovastu skuffuni
    hvørt orð er vigað
    og tað tey siga
    er at tær vantar
    kontakt.

    3. Har liggja 77 pappír
    í mittastu skuffuni
    hvønn dag skal skrivast
    so ongin ivast
    at tú gert tað tú
    skalt.

    4. Men har liggur eitt smíl
    í næstniðastu skuffuni
    av og á kannað
    um millum manna
    tað kann smílast
    normalt.

    5. Tí har liggur ein tjúkk bók
    oman á øllum skuffum
    standa sannleikar
    frá einum samfelag
    sum sigst at rigga
    normalt.

    6. Men eg siti og bíði
    og veit ikki hví eg
    kundi stríðst
    móti øllum heimi
    í dómadags
    stríði.

    7. Tí hugur mín tráar
    eftir niðastu skuffuni
    men hon er fast læst
    verður aldri opnað
    tí har liggur
    tú sjálv.

    Góðborgara-shuffle

    Kári P.
    Orð: Kári P.
    Lag: “Jomfru Ane”

    hjá oss er ongin munur
    millum høg og lág
    tí ein og hvør sum tímir
    kann jú stilla seg á tá
    og byrðarnar bera
    meðan vit fram marsjera
    so hugagóð & eygagóð & hjartagóð

    vit lærdu jú at sólin skínur
    á einhvønn sum vil
    sum reystur drongur kapprenna
    um konu hús & bil
    vit mugu formerast
    og accelerera
    so hugagóð & sunnudagsgóð og hámarksgóð

    pressa heimsins nalva
    hon fær við hvønn nikk og prikk
    hvørja buglu hvørja skøvu
    millum alheimspolitikk
    vit eru so intriserað
    og væl informaterað
    og eygagóð & nalvagóð & húðagóð

    tøgnin er tín besti siður
    tryggjar vára makt
    tí hevur hann sum onki sigur
    aldri ov nógv sagt
    vit høvdið hátt bera
    og múlan kontrollera
    so meðalgóð & sámiliggóð & hampagóð

    flyt teg
    tí her koma vit
    halló

    Kalli katt

    Niels Hausgaard
    Orð: Kári P.
    Lag: Niels Hausgaard
    Viðmerking: Yrktur í 1976.

    1. Gongur tú ein keitúr millum trý og fimm
    konteynarar øl og brennivín og timbur skipast inn
    so sært tú gamla kalla katt húka á sín stav
    skoða farna verk sítt endurføðast hvønn ein dag

    2. Tá gerst hann aftur ungur sum lossaði hann har
    fyri hvønn ein breyðbita hann knossaði og bar
    meðan skip tey stevndu út og onnur stevndu inn
    men tað var aldri fólk sum kalli ið sóu vinningin

    3. Hann minnist mangan kaffimunn og mangan lítlan dramm
    í regni millum konteynararnar vinirnir og hann
    meðan skip tey stevndu út og onnur stevndu inn
    men tað er aldri fólk sum teir ið síggja vinningin

    4. Høgir harrar hábærsliga lyfta av sín hatt
    heilsa tær og konuni men aldri kalla katt
    tí skip tey stevndu út og onnur stevndu inn
    onkrir lyftu aðrar upp um lúnningina

    5. Ein dagin undir lossing ein stórur kassi datt
    og so var eingin tímalønin meir hjá kalla katt
    tað er fjálgt at pensjónerast av at gerast sekstifimm
    men beikst at missa farmin tí at árar leggjast inn

    6. Kalli gníggjar eyguni og starir út á hav
    um skamma stund so skal hann sjálvur sína ferð av stað
    summar skútur stevna líka inn í himmalin
    og kalli trýr at har fær hann at síggja vinningin