Súrligar nætur í Keypmannahavn

    Orð og lag: Kári P.

    1. Vaknandi húsafasadyr nú náttin er deyð
    spyrja hvønn annan hvar fáa vit nú morgunbreyð
    morgunin legði sín perlandi døgg á tín kinn
    vit turkaðu brillurnar væl áðrenn vit fóru inn

    2. Í tómligu tøgnini hittast av og á eygnabrá
    lunkaði rundstykkir hvat skal tú nú hava uppá
    ein lítlan til tín ein til mín ja tað riggar so væl
    tá ein skal biðja teg lova sær at sova sær hjá tær

    3. Og Langabrúgv leingist av longsli har yvir man skal
    á tínum kamari kunnu vit helst sova væl
    ein byrjandi býur bjóðar tær ein góðan dag
    tú svarar takk fyri meg men mítt ríki er ei av ídag

    4. Eg elski teg tak mína seinastu rest í tín favn
    so gloyma vit súrligar nætur í Keypmannahavn
    og meðan tú elskar meg hómi eg dalar og fjøll
    angandi bø mjúkar sátur og spælandi børn