Tí tú hevur givið

    Karl Johannesen
    Orð: Karl Johannesen
    Lag: Steve Dorff
    Viðmerking: Yrktur í samband við árliga tiltakið Christmas Child, sum hvørt ár letur milliónir av skógvaeskjur til fátøk børn kring allan heim.

    Øll hava ikki grund at vera fró,
    summi mangla umsorg, kærleika og vón
    tey hava ongan góðan, og tey roknast lítið verd
    og hjartað verður spakuliga hert.

    Men brátt í einu løtu kemur vónin teimum nær
    tá tú í tíni yvirflóð kanst geva teim frá tær
    tað er ei bert ein gáva, tað er teimum frelsuboð
    – tí tú hevur givið so.

    Vit hava nógv grund at vera glað
    tí Guds góðska hevur signað hetta stað
    ríkidømi, yvirflóð, men ábyrgd fylgir við
    vit eiga standa saman um Guds lið.

    Minst til at hendan løtan, har tey koma tær í hug
    tað lítla sum tú gevur, verður stórt í hondum Guds
    tað peikar tey á Jesus og tey fáa gleðiboð
    – tí tú hevur givið so.

    Takk, at tú frelsti meg

    Karl Johannesen
    Týtt: Karl Johannesen

    Takk, at tú frelsti meg,
    hvør stórt er tað.
    Tú ert mítt eitt og alt,
    eg vil prísa tær.
    Tú doyði fyri meg,
    hvør stórt er tað;
    tú tókst mítt bann á teg,
    ein syndara sum meg.

    Stórur er Gud,
    stórur er Gud.
    Sannleikin, hann hevur fríað meg,
    mín vón er sett á teg.

    Náði og miskunn kom,
    og fyrigivin eg.
    Jesus mín eina vón,
    heimsins Frelsari,
    vit rópa: „Stóri Gud!“
    Komi ríki títt!
    Orð títt út loysti meg,
    takk, at tú frelsti meg.

    Guds stóri kærleiki

    Týtt: Karl Johannesen

    Guds stóri kærleiki
    vil altíð vara við,
    og hansara frelsa,
    hon gevur sannan frið,
    hon er nýggj hvønn ein morgun,
    hon er nýggj hvønn ein dag,
    tí stór er tín trúfesti,
    tí stór er tín trúfesti.

    Guds endaleysa náði,
    hon røkkur til hvønn dag,
    og hansara miskunn
    vil altíð fylgja mær.
    Hon er nýggj hvønn ein morgun,
    hon er nýggj hvønn ein dag,
    tí stór er tín trúfesti,
    tí stór er tín trúfesti.

    Tú, heimsins ljós, steig niður til jarðar

    Karl Johannesen
    Orð og lag: Tim Hughes
    Týtt: Karl Johannesen

    1. Tú, heimsins ljós,
    steig niður til jarðar,
    eyguni blindu læt upp.
    Lyftið, sum gjørdi,
    at hjarta mítt tráar,
    vón um eitt lív hjá tær.

    Niðurlag: Nú vil eg tilbiðja,
    boyggja meg til jarðar
    og við munni játta teg sum Gud,
    tí tú ert tann, eg elski,
    hann, sum eg vil tæna,
    tú, sum hevur givið mær nýtt lív.

    2. Konganna Kongur,
    so høgt ert upp lyftur,
    situr nú dýrdini í.
    Boygdi teg fyri
    at koma til jarðar,
    fátækur bleiv fyri meg.

    Men aldri kann eg fata tað,
    ta synd, tú bart á krossins træ.

    Eitt friðarheim

    Orð og lag: Regin Guttesen

    Nógv hjartasár, nógv sorgartár
    í heiminum, sum frið ei veita kann
    Ein misti mátt, ein fall í fátt
    Mangt menniskja, sum onga lukku fann

    Men, Gud, Tín rødd
    tó nær var stødd
    Hon segði: “Hvíl hjá Mær”

    Eitt friðarheim Tú gjørdist teim
    sum djúpt í sál og sinni vóru nívd
    Tú veitti skjól, mær reiddi ból
    Í storminum Tú okkum vart ein lívd

    Nú lið um lið, stig fyri stig
    mót málinum vit ganga somu leið
    Børn, kvinnur, menn – um ymisk enn
    kom, rættið hond, um ein av vegnum gleið

    Og, Gud, Tín rødd
    enn nær er stødd
    Hon teskar: “Fylgið Mær”