Áin

    Orð: Karsten Hoydal
    Lag: Frits Johannesen

    1. Fóru dagar handan bak,
    teir sum bygdu mína barnaverð,
    men alt stórt, sum inn í hugan rak,
    livir frískt og fult av undurgerð.

    2. Hond, ið ráddi míni leið,
    varin hond, hon følist enn so eym,
    hond mín var í henni, tá eg steig
    fyrsta sinni út í áarstreym.

    3. Fyrsti kaldi hvøkkur av,
    undrandi eg síggi mínar tær,
    báðir føtur farnir undir kav,
    skaptir um og stórir standa har.

    4. Flættar streymur seg um bein,
    lokkar eygað við sær longur út
    hagar áin dýpist møk og rein –
    nú er slóknað øll mín fyrsta sút.

    5. Vígdur ánni har eg stóð,
    hoyrdi fossin kvøða skamt ífrá, –
    hond, ið helt mær, vatnsins ríka ljóð
    eru nærri enn tey vóru tá.

    Barnið, bergið og blómurnar

    Orð: Karsten Hoydal
    Lag 1: Hanus G. Johansen
    Lag 2: Jørðin er so undarlig
    Viðmerking: Yrktur í 1934.

    1. Vilt tú finna blómurnar,
    eingin annar eigur,
    gakk so djarvur huga tíns
    brøttu bjargaleiðir.

    2. Sortugrøs og hjálpirót
    út á torvu hanga,
    fagrast eru blómurnar,
    har ringast er at ganga.

    3. Inni djúpt í gjáarskýmd
    har dagur valla røkkur,
    standa og hótta í hálvalýsing
    trøllakampabløðkur.

    4. Óttast ikki deymin har,
    ið fúnað er og modnað,
    óttast ikki tostan har,
    ið hvør er keldan tornað.

    5. Óttast ikki hæddina,
    har hálkaður er klettur,
    lat ei ørast fyri tær,
    at tú oman dettur.

    6. Klívur tú og klintrast tú,
    allar leiðir finnur,
    upp og niður, inn og út,
    størri fong tú vinnur.

    7. Kanska nøgd av blómum tá
    fært tú saman strevað,
    nógvar ferðir fagrari
    enn nakar kann tær geva.

    8. Barn mítt, mangur undan tær
    søkti sama lendið,
    mangur, mangur undan tær
    sum armur aftur vendi.

    9. Men, mítt barn, um blómur tú
    vilt vinna, eingin eigur,
    mást tú klúgva huga tíns
    brøttu bjargaleiðir.

    Vegaðu gøtur teir vitru menn

    Orð: Karsten Hoydal
    Lag: Eyðun Sørensen
    Viðmerking: Yrktur umleið 1960

    1. Vegaðu gøtur teir vitru menn
    hugaheims vegleysa landi,
    gudrøknar sálir, gudleysir menn,
    sami var ylheiti andi –
    ódnarhugur í aldatal
    fór um so víðar grundir,
    leitaði framá og vardi væl,
    at ei gróðu gøturnar undir.

    2. Sálin støðugt í kvøld og trongd
    søkir hitt rætta og sanna,
    roynir seg sjálva og stjørnugongd,
    havdýpsins loynd at kanna,
    fær ikki náðir á síni ferð,
    so leingi sum fjøld av myndum
    er ikki greind og opinber,
    men hølist í myrkri og blindum.

    3. Men, tá ið ríkir níðingsøld,
    støðið tað undan ryður,
    orð leika leys so hørð og so køld,
    sannroyndir bundnar niður,
    tá veldst um vitskuna, nær og hvar
    at skilja ósatt frá sonnum,
    at geva órætti aftursvar
    og at dugna neyðstøddum monnum. –

    4. Ymsir av lyndi og ættarlag
    unglingar her komnir saman
    stundandi hóma ein nýggjan dag,
    lýsir so vónrík glæman –
    stigin á leiðini fyrstu spor,
    búnast skal hugur og blóma,
    beina í brøðralag verk og orð
    Føroyum til framburðs og sóma.

    Minni um Jákup Dahl

    Orð: Karsten Hoydal
    Lag 1: Eyðun Sørensen
    Lag 2: Hans Jacob Højgaard

    1. Her løgdu frægir inn av nýggjum,
    teir gjørdu garðar, reistu búgv;
    hjá teim, sum upp úr nýggjum brutu,
    tað stóð um tolni, stóð um trúgv.

    2. Í einsemi teir bygdu landið,
    og tíðan verk var illa lønt,
    tann gleðin ikki untist mongum
    at síggja gerðið fagurgrønt.

    3. Men tú, sum arvar dyrkað lendi,
    minst til, hvør grønur teigur er
    ein ogn, sum lívið í tær eigur,
    tað veldst um teg, um bøur ber.

    Dropin

    Orð: Karsten Hoydal
    Lag: Annika Hoydal

    1. Tók at losna regnið summarlýtt,
    brast á enni mínum fyrsti dropi,
    tá varð hjartað døgg og eygað ljóst,
    hugur livandi sum kvæmur stropi.

    2. Lítið rúmdartekin reint og blankt,
    loyst eitt bil úr vatnsins veldishondum,
    kom av leið ígjøgnum hav og loft,
    birti dag og lív á mínum strondum.

    3. Fon á ferð í mold eitt stokkut bragd
    funnust vit, og alt var ljóst og eldað,
    geislaði mín sál sum tinna í sól,
    innan í mær sungu hav og kelda.

    Væl fagnað her verið í góðsemislag

    Orð: Karsten Hoydal
    Lag: Hin tíðin, ið rann

    1. Væl fagnað her verið í góðsemislag,
    tit brøðrafólk, land okkar’ finna,
    um drúgvur var róður – viðhvørt stóð í stað -,
    var standandi vón: fram í alljósan dag
    skuldi samlyndissáðið seg vinna.

    2. Tað sáðið, hvørs lív var so leingi á ferð,
    – mangt kólnað í norrønum londum –
    fekk kanska tær frægastu vánirnar her,
    hvar hugur til samvinnu lívstreytin er,
    verður lívgað av fjálgandi hondum.

    3. Við ábyrgd hvør tjóðin á sínari jørð
    í mannsømd má trúliga tryggja,
    at mentunarvøksturin blómar og grør,
    í margbroyttum felag vit best verða før,
    meira albúgvin heimin at byggja.

    4. Væl fagnaðir verið nú frændur og ætt!
    Úr Finnlandi, Íslandi, Noreg,
    úr Danimørk, Svøríki – víða er frætt,
    har dyggast er verjan um lóg og um rætt
    og um frælsi í verki og orði.

    5. Vit frøast við tykkum á hesari stund,
    og ylheitt í barmi vit kenna,
    at andarúm víðkast á heimlandsins grund,
    tá saman sum systkin vit finnast á fund
    her í Føroyum, vár samhug at menna.

    Dansa, dansa

    Orð og lag: Sidney Carter
    Týtt úr amerikonskum: Karsten Hoydal
    Upprunaheiti: Lord of the dance

    1. Eg dansaði tann morgunin,
    verðin varð til,
    eg dansaði við mána, sól og stjørnum undir lið,
    kom niður av himni á jørð at dansa har,
    í Betlehems bygdini borin varð.

    Niðurlag: Dansa, dansa, har ið tú kann,
    dansins harri eri eg, segði hann,
    eg vil leiða øll, hvønn einasta mann,
    eg vil skipa í dansinum, segði hann.

    2. Fyri skriftlærdum eg dansaði og farisearum,
    teir vildu ikki dansa og fylgja stevinum,
    men Jóhannes og Jákup, teir fiskimenn, eg sá,
    teir tóku undir við mær, so dansurin helt á.

    3. Eg dansaði á sabbat og lekti lamnan mann,
    og gýðingarnir róptu og vildu mær ann,
    teir góvu mær koyrilin og nektaðu meg
    og negldu meg á krossin, har doyði eg.

    4. Eg dansaði ein fríggjadag, loftið gjørdist svart,
    at dansa við devlinum á bakinum er hart,
    teir løgdu meg í grøvina, og øll tey hildu tá,
    at nú var spælið úti, men dansurin helt á.

    5. Tey nívdu meg niður, men eg til hæddir fleyg,
    tí eg eri sjálvt lívið og ongan kenni deyð,
    og vilt tú í mær liva, eg liva skal í tær,
    eg eri dansins harri, eg sigi tær.

    Avgamla landið, teg fjalir glerið skært

    Orð: Henrik Lund
    Týtt úr grønlendskum til danskt: W. Thalbizer
    Týtt úr donskum til føroyskt: Karsten Hoydal
    Viðmerking: Tjóðsangur Grønlands, yrktur umleið 1910.
    Grønlendsk týðing

    1. Avgamla landið,
    teg fjalir glerið skært,
    um høvur títt hin skínandi kavi.
    O trúfasta móðir vár, í føvningi bart
    tú okkum, lovar giltan fong úr havi.

    2. Sum óbúgvin skepna vit vaksa hjá tær
    og mennast í lívd av fjallagrýti.
    Kalaallit vit nevnast, so sigur søgnin fjar
    við tign for ásjón tíni ellihvítu.

    3. Og meðan tín gáva til gagns okkum er,
    í huganum nýggur heimur glæsir.
    Úr heimføðis-bondum er okkara ferð,
    mót fjarum málum bróta vit oss ræsur.

    4. Tit tilkomnu tjóðir, tit rættið okkum hond,
    vit stunda inn á tykkara leiðir.
    Úr heimi av bókum skal manast fram ein ond,
    sum inn í okkum nýggja mentan breiðir.

    5. Ógjørligt er longur at standa í stað –
    Kalaallit til gongu! Nýggj tíð boðað!
    Sum mannaverur fríar vit vilja búnast glað:
    Síggj evni tíni! Brátt í morgunroða!

    Vit hoyrdu várið kalla

    Orð: Karsten Hoydal
    Lag: Lars Ewertz

    Vit hoyrdu várið kalla
    og viltust bæði burtur
    úr bygd og mannaeygum
    eitt lognarkvøld í mai
    og gingu tætt tilsamans
    ígjøgnum grønar dalir
    og eftir brúnum høvdum
    so langt, so langt av leið.

    So rúsandi ein rørsla
    í øllum heimsins lutum,
    í luft og mold og vatni
    og mannasálum rann,
    tað var sum túsund nálir
    við mjúkum silkibløðum
    í okkar’ blóði spruttu
    við villum vakstrarlag.

    Á vegnum lomb og blómur
    og brostin egg í reiðri,
    tað leikaði og livdi
    á vølli og í mold.
    Við ungum, spentum sonsum
    vit numu vársins undur,
    hvørt bragd av lívi boðan
    um lukku og um ást.

    Tú ikki meir enn átjan
    von sum eitt fagurt landslag,
    so mjúkar likamslægdir
    og bróst so túgvurund,
    títt hár sum gras í bjørgum,
    ið floymir út av torvu,
    og hold á hálsi tínum
    av mold og vætu reyk.

    Og varrar mínar trýstar
    ímóti hálsi tínum
    tær kendu blóðið spæla
    títt heita hjartaslag,
    tá gjørdust hendur mínar
    sum leysar frá mær sjálvum
    og leitaðu í blindum
    at søtum loyndum fram.

    So runnu sálir saman,
    í bráðum leiki brustu
    og róku út í rúmið
    inniliga í eind
    sum sirm og summarlýkka
    og tungur blómuangi –
    ein flóð úr teirri keldu,
    sum lívið streymar úr.

    Songur til studentaskúlan

    Orð: Karsten Hoydal
    Lag 1: Hans Jacob Højgaard
    Lag 2: Eyðun Sørensen
    Viðmerking: Yrktur umleið 1960.

    1. Landið, eg bar við mær inn um skúlagátt,
    tað livnaði og vaks í mínum huga
    tey fyrstu ár, tá bæði stórt og smátt
    var fyri eygað undurverk at skoða,
    tá átti grótið lív og tinnuglóð,
    Ein stjørnuglæma stóð úr hvørjum broti,
    mín sál var gróðrarmikil, kvæm og góð,
    so fríð og glað sum grønur keldutroti.

    2. Landið! Fjøll og strendur, ber og veðurbrýnd
    og líðir, dalar við so ljósum yndi,
    og fólkið – fjøld av ættarliðum týnd
    á tíðarhavi – skapaðu mítt lyndi,
    á hesum lendi gróðursett mín sál
    skal menna seg og mátt úr bókum súgva,
    í lívsins bjargalendi søkja mál
    so djarvt sum orð og mannahugsan flúgva.

    3. Havið, eg bar við mær inn um skúlagátt,
    tað hav so víða fløtur sínar breiðir,
    á sveimi hugur bæði dag og nátt
    við teim, sum fóru fjarar skipaleiðir.
    Er land mítt lítið, so er verðin stór,
    og veking elva havsins løg og sangir,
    ein rødd av høvunum at hjarta fór,
    gav míni stóru langtan sterkar veingir.

    4. Lívið! Dýra undur eg var lutur av,
    eitt ævinleikaboð av magn’ og anda,
    sum skelvur gjøgnum loft og jørð og hav
    við ljósi, myrkri, vøkstri og við vanda,
    tað stutta bil, tú streymar gjøgnum meg,
    eyðmjúkur hugur mín skal opin vera,
    í skapninginum øllum tekkja teg
    og tær í verki sátt og sømdir bera.