Elska meg nú

    Orð og lag: Björn Afzelius
    Týtt: Poul Jakki Vitalis og Steintór Rasmussen

    Elska meg nú – nú morgunin rísur
    Og spinnur úr skýnum klæði av gull
    Elska meg nú – nú másarnir skróla
    Av sjóluft og elskhug er stova tín full

    Elska meg nú – nú sóglæmur dansa
    Og kýa tít nakna og sóbrúa hold
    Elska meg nú – ið friðsæla valdar
    Ta dragandi stund, tá alt vaknar á fold

    Í leiki í gjár tú vart rúsað av eydnu
    Og vinið tað lat úr tín innasta ham
    Tá vit dansaðu sá eg ígjønum títt klæði
    Eg kendi i nektandi eygum eg svam

    Elska meg nú – tú mín eymleika kennir
    Sum barnið við bróst mtt sovnaði søtt
    Elska meg nú – mína styrki tú kennir
    Eg óvardur eri og blóð mítt flótt

    Lognbrá

    Annika LávíkKim Hansen
    Orð: Annika Lávík
    Lag: Kim Hansen

    Kenslur mínar brenna
    við sakninum í tær gekk ljósið út
    Eitt kaldligt tám er tað einasta
    ið rennur mær í hug
    at eg ein fuglur var, sum hevði mist sín song

    Eg hómi minnir frá tí farna
    men rødd tín ljóðar enn í mær
    Og tú vart sólstrála mín
    eitt brosi snýð tá eg var stúrandi

    Og tú kanst fjala út yvir
    men hon er altíð har
    So leingi sum tú livir
    men tú lærir tíðin lekir sár
    Eins og trø seint á heysti so ber
    um vári festa aftur bløð

    Minnið um teg mól í mær
    sum malargrót skræddi fyri sær
    So við og við sum tíðin rann
    mól gróti runt og rundaði so av
    tók eitt annað skap

    Men tíðin tekur tørni
    alt søkir sína slóð
    So satt sum trøð missa tey bløð sum skrýddi tey
    so standa tey í kuldanum so ber

    Og tú kanst fjala út yvir
    men hon er altíð har
    So leingi sum tú livir
    men tú lærir tíðin hylur sár
    Eins og trø seint á heysti so ber
    um vári festa aftur bløð

    Dukkuheimið

    Orð og lag: Björn Afzelius
    Týtt: Steintór Rasmussen

    Var tað so, alt skuldi enda
    Hetta tað sum lívið beyð
    Menniskju sum hava elskað
    Bróta niður bæði tvey
    Somu hendur sum meg kíndu
    Í mær ríva sár so djúp
    Somu varrar ið meg kystu
    Leypa á og spilla út

    Hvussu beiskur kann eg verða
    Tað eg segði er jú sagt
    Hvussu harður kann eg verða
    Hvat ger hjartað mítt so kalt
    Hvussu skitið er tað dýpið
    Har eg sjálvur fór útav
    Og fekk hugsað slíkar tankar
    Um hana eg helt so nógv av

    Tað er svárt at koma gjøgnum
    Við vinunum alt sama ger
    Ei eg orki teir at síggja
    Tað er ríkiligt sum er

    Stundin kemur tá eg hoyri
    Tíðin stendur ei í stað
    Nýggir møguleikar bíða
    Tað var skeivt eg fór avstað
    Til mín kemur lívið aftur
    So forbrent ja sum tað er
    Men í kvøld eg bert kann sanna
    Trist og einsom er mín verð

    Heimið

    Orð: Steintór Rasmussen
    Lag: Kim Hansen

    Tú í eygum mínum sær ta fávitsku sum býr í míni sál
    Tann fremmandi í mær, sum reikar mangan dagin uttan mál
    Eg sum flótti hava leitað um tað barasta var ein
    Góða tað er gott tú ert mítt heim

    Tá tú stríkur hond á kinn, og teskar til mín at alt verður gott
    Til tín eg komi inn, mín elskaða sum verji hvørja nátt
    Ei longur skal eg valla og grundin hon er ein
    Góða tað er gott tú ert mítt heim

    Heimið tað er lív á Havnargøtum
    Klaksvík millum vinir mínar har
    Hvannhagi ein vakran summarmorgun
    Heimið er tað orð eg gevi tær

    Og tú sendi mær eitt brá ein kaldan kavamorgun í apríl
    Eg í eygum tínum sá at lívið tað var meira enn títt smíl
    Á kinnar duttu flykrur og á varrum frostur lá
    Í tær mín góða fann eg kærleika

    (Góða tað er gott tú ert mítt heim)

    Tað er morgun

    Anker Eli PetersenTerji RasmussenKim Hansen
    Orð: Anker Eli Petersen
    Lag: Terji Rasmussen og Kim Hansen

    Ein kvørkveggja syngur við gluggan,
    dreggjar í botnleysum dreymadýpi.
    Eg vakni í einum floymi av hári,
    náttarmøði og angandi vári.
    Og í tveimum brúnum eygum,
    spæla farnar dreymamyndir,
    endurskin úr náttini,
    ið spegla søtar syndir.

    Og dagurin mennist í hvørjum,
    skuggar av runnunum renna um rútin,
    kaffiroykur og morgunrøddir,
    fjákut bros og eymir vøddar.
    Bróstini spenna seg
    undir tunnum klæði,
    nerta meg í stundini,
    tá náttin missir ræði.

    Tað er morgun nú og sólin bíðar
    eystanfyri heyggin eftir mær.

    Og eg fevni tað mjúka holdið,
    tú luktar av svøvni og skúmandi sápu. Eg haldi at eg elski teg,
    júst nú, tá tú fevnir meg.
    Og tá sólin rísur, søkka vit
    djúpt í morgunráðan,
    rembast handan skýggini,
    ið kransa himnabogan.

    Tað er morgun nú og sólin bíðar
    handan rundar heygar eftir mær.
    Tað er morgun nú og sólin skínur
    yvir bleytar heygar undir mær.

    Náttardráttur

    Orð: Anker Eli Petersen
    Lag: Terji Rasmussen, Kim Hansen og Kaj Johannesen

    Sveittin bleiktrar á tínum bróstum,
    ið stoytast sum havaldur, beint undir mær.
    Rútarnir døgga av kykandi anda,
    strípur av vætu á glytrandi glær.
    Og náttin stunar í drátti,
    vindur upp á seg av ljóðleysum mátti,
    hveppur seg saman við tær.

    Rykkingar nørast í ótamdum rørslum,
    fornhavið brýtur um bogar og sker.
    Eymleiki, villskapur, skiftast um valdið,
    leiðast á okkara ørvitisferð.
    Ein kensla av djúpari frøi,
    blandar seg saman við tamdari øði,
    frumskýggj, ið náttin ber.

    Og okkar heimur loysir seg upp,
    bleiktrandi norðanljós lita alt blátt.
    Á hválvinum kálvar ein stjørnubræðing,
    alheimsins múrar, rapa í nátt.
    Og handan tómleikans vøllir,
    ferðast eitt bros gjøgnum ósæddar høllir,
    teskar um frið og sátt.

    Hvussu kann eg vita?

    Anker Eli PetersenTerji RasmussenKim Hansen
    Orð: Anker Eli Petersen
    Lag: Terji Rasmussen og Kim Hansen

    Uttan at eg visti hví,
    traðkaði eg mitt útí,
    kom at siga okkurt,
    sum fekk øðina í teg.
    Vit og skil fór fyri borð,
    kaffikrúss og skitin orð,
    fuku sum ein vetraródn
    um oyruni á mær.

    Hvussu kann eg vita,
    at eg øsi teg?
    Hvussu kann eg vita…?

    Sprakk um mína egnu gátt,
    út í myrku niðunátt,
    hálva klædnaskápið
    fylgdi eftir út í tún.
    Grannalagið fylgdi við,
    fingu ongan náttarfrið,
    sótu runt í stovunum
    og flentu eftir mær.

    Hvussu kann eg vita…?

    Fjakki um ein myrkan bý,
    uttan heilt at vita hví.
    Regnið sílar niður
    eftir rygginum á mær.
    So skjótt tað rennir fyri meg.
    hvat tað var ið østi teg,
    skal eg koma grulvandi
    og bøna teg um grið.

    Hvussu kann eg vita…?

    Kom og far

    Terji RasmussenKim Hansen
    Orð: Terji Rasmussen
    Lag: Terji Rasmussen og Kim Hansen

    Kom inn um gátt við mær. – Tú og eg
    trína leikpallin í kvøld,
    fløkjast í orðum,
    fara djúpt inn í hvønn annan,
    finna út av, hvørjum vit gerast av.

    Ljós og vín og ein, tveir kossar,
    tendra girndina hjá mær og kanska tær.

    Kom inn í song við mær.
    – Tú og eg skulu sigla millum løk,
    finna hvønn annan, har ið vindar venda.
    Eingin er her, bert tú og eg á ferð,
    brátt ljósið sløkt og vínið uppi,
    girndin nøktað – og eg vóni, tú fert heim.

    Men tú ei rýmdi, – eg hekk upp á teg,
    til deyðin tók mítt lív.
    Ella var tað tú, ið drap meg júst tann dag,
    tá eg meg brendi
    og eydnan vendi?

    Brillumenn

    Orð: Anker Eli Petersen
    Lag: Terji Rasmussen, Kim Hansen og Kaj Johannesen

    Tey fríggjaðu á Skansanum
    ein vakran leygardag,
    har komu tríggir brillumenn
    í sera ringun lag.
    Teir østu seg um ómoral og alt teir kundu síggja,
    tað einasta tey gjørdu
    var at sita har og fríggja.

    Teir ýldu upp um siðloysi,
    mitt á ljósum degi,
    og trampaðu í ógresið
    við heilagari megi.
    Tí brillumenn, teir síggja bara
    tað teir sjálvir vilja
    og sanna at øll hini hava
    okkurt, sum tey dylja.

    So, um ein dag, tú hoyrir hesar
    tríggjar grísla tenn,
    legg onki í, tí hetta gera
    allir brillumenn.
    Nei, set teir á kanónina
    og skjót teir út á havið,
    tí brillumenn teir trívast best,
    tá høvd er undir kavi.

    Rúsevnistoka

    Kim HansenTerji RasmussenKaj Johannesen
    Orð: Kim Hansen, Terji Rasmussen, Kaj Johannesen og Jóan Jakku Guttesen
    Lag: Kim Hansen

    Ferðist í rúsevnistokuni
    triðja ølin í morgun
    Har sita nøkur í stovuni
    eg kenni ei tey, kenna tey meg

    Eg minnist meg væl í gjár
    velji at gloyma í morgin
    Men í dag er all right
    eg eri fit for fight
    og eg havi enn mín gamla guitar
    tað einasta tú ikki tók við tær

    Bryggjaríið er opið nú
    hvat siga tit til tólv øl
    Eitt, tvey, trý, fýra ein taxa bil
    og so gloyma vit alt um tøl

    Eg havi útsett mítt arbeiði
    eg havi útsett teg
    Men í dag er all right
    eg eri fit for fight
    og eg havi enn mín gamla guitar
    tað einasta tú ikki tók við tær

    Blundandi inn í tveytúsundi
    tankarnir farnir á flog
    Hvat er tað millum blues og meg?
    Er verðin við at tørna?

    Dagarnir fara
    eg sigi tær bara
    gloym tú teg sjálvan
    men minst til meg
    Finnur tú sangin
    ið slóðar tín veg
    Minst til!!!
    Eg bað ikki um teg!