Mítt gamla land

    Orð: Sólrun Michelsen
    Lag: Knút Olsen

    mítt gamla land
    við tíni fyrndarkendu tign
    ei nýtist tær at smæðast
    tí eittans valt ímillum mong
    tú reiddi tínum fólki song
    í allar hesar øldir
    og dýrdarkvøld tær kagar
    í havsins stóra spegil
    sum aldursleysa kvinnan
    í grønum blonkum silki
    so yndisligt og friðsælt tá
    mítt vakra land

    mítt váta land
    tá regn og mjørki sveipar teg
    í dagar sum eitt teppi
    so eiturfínt sum vovin ull
    so mjúk og bleyt av dropum full
    og smáir løkir trilkast
    og streyma niður bergið
    sum hárið loyst úr flættu
    har droymir tú teg burtur
    í tínar gomlu dreymar
    so hulisligt og inntonkt tá
    mítt grøna land

    mítt sterka land
    tá vetraródnir herja á
    tú ikki undan víkur
    so háandi tú stendur har
    og upp í villa stormin lær
    hann altíð fyrstur dvínur
    tó um hann megnar øsa
    ta havbylgju sum roynir
    at skaða teg og týna
    tú letur teg ei ræða
    so bringubratt og egið tá
    mítt stolta land

    mítt lítla land
    so dragandi í summarskrúð
    við áartutli lívi
    og náttarsól á himli stóð
    við vón um ævinleika tó
    kom heyst við brúnum heiðum
    har fuglalátur tagdi
    við vetrarhvítum oyggjum
    har vónin fjald man dvøla
    um vár og lívsins morgun
    tí allar tíðir standa má
    mítt egna land

    Við arvasynd eg gitin var

    Orð: Petur Jacob Sigvardsen
    Lag (2007): Knút Olsen
    Viðmerking: Yrktur á gomlu trettandu 2007.

    1. Við arvasynd eg gitin var,
    sum trælabarn meg móðir bar,
    og lokað var mær himins grind,
    tí hagar inn ei sleppur synd.
    Tó Gud ei barnið vraka vil,
    – og ríki hans tí hoyrir til.

    2. Tí legði hann oss nýggjan veg,
    hann læt í Kristi doypa meg.
    O, náðigáva dýrabar!
    ta stund eg endurføddur var.
    Tá rætti Krist mær frælsisbræv,
    tað, hann á krossi okkum gav.

    3. Sum lambið, ið bar heimsins synd,
    hann læt upp aftur himnagrind,
    og lyfti sítt hann gav mær tá:
    Eg hvønn dag tær skal vera hjá!
    Tá sonarrætt hann veitti mær,
    sum Guds barn arvarætt hjá sær.

    4. Tann ognarrætt eg skilji ei,
    hans kærleiks ríku frelsuleið.
    Eg veit, tað alt av náði er,
    – ein gáva, sum av øllum ber.
    Tú, Halgi Andi, ver mær hjá,
    at eg í trúgv tað ognast má!

    Í Kristi ílatin vit eru vorðin

    Orð: Petur Jacob Sigvardsen
    Lag (2007): Knút Olsen
    Viðmerking: Yrktur 7. juni 2007.

    Í Kristi ílatin vit eru vorðin
    tann dagin, vit til dópin vórðu borin,
    við vatni, Anda hann oss endurføddi,
    og vára syndasár hann aftur grøddi.

    Í dópinum varð frelsan okkum givin,
    við Kristi vit til deyðans vórðu grivin
    og uppreist har í endurføddum líki
    sum arvingar til nýtt lív í Guds ríki.

    Tað frelsuverk, sum Kristus fullgjørt hevur,
    alt samalt hann í dópinum oss gevur,
    har rættvísgjørd av náði hans vit standa
    í samfelag við Faðir, Son og Anda.

    Skal dópurin tó gagna okkum nakað,
    so mega vit ímóti honum taka
    við trúgv á Jesus, sum av síni náði
    læt skipa dóp í sínum frelsuráði.

    Gud, Halgi Andi, gev oss mátt og megi
    at renna skeiðið eftir trúarvegi.
    O, gævi, Gud, at búna frukt vit bera,
    tá aksaskotnan akur tú skalt skera.

    Her savnast vit nú um títt orð

    Lina SandellPetur Jacob Sigvardsen
    Orð: Lina Sandell
    Lag (5. mars 2007): Knút Olsen
    Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
    Viðmerking: Týddur í 1961.

    Her savnast vit nú um títt orð
    sum børn um teirra faðirs borð.
    Vit biðja teg av hjartans grund:
    Ver okkum hjá í hesi stund!

    Vit vilja hoyra, tala tú,
    tað, okkum tørvar, veit oss nú;
    tín náðarstreymur reinsi øll,
    fyll, Halgi Andi, hesa høll!

    Verj vára oyru, eygu við,
    og skapa tú tín hjartafrið,
    so hugsan vár tó ikki má
    langt út í viðu verøld gá.

    Vit biðja teg av hjartans grund:
    Tú signa hesa halgu stund;
    lat metta oss Gudsorðsins breyð,
    so hvørvur øll vár sorg og neyð.

    Tú, Gud, sum veitst og gevur alt

    Orð: Sigurbjørn Einarsson
    Lag (2007): Knút Olsen
    Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
    Viðmerking: Týddur í 1994

    1. Tú, Gud, sum veitst og gevur alt,
    mítt sinn er ei so ljóst og balt,
    og hugur armur, hjartað kalt –
    tó vil eg vera tín.
    Og tú ert ríkur, títt er alt,
    og tú ert faðir mín.

    2. Tú tekkir allan heimsins harm,
    hvørt hjarta grætur tær við barm,
    tú vegur á tín kærleiksarm
    hvørt misbrot mans og brek.
    Við krossins djúpa, reina harm
    tú halgar syndasek.

    3. Tú ert mítt lív, tú loysti meg,
    tú lætst meg blindan finna teg
    – av náði verða eitt við seg,
    hvønn dag meg dømdan ber.
    Tú, Kristus, bróðir, signar meg
    og biður fyri mær.

    4. Mín Gud, sum vart og ert mær alt
    og signar okkum túsundfalt,
    tú skilur hjartað, veikt og kalt,
    og mansins mongu sár.
    Tú bert tín kross og bøtir alt
    og brosar gjøgnum tár.

    Drottin, Guds sonur, sum dustið mítt bar

    Orð: Sigurbjörn Einarsson
    Lag (2007): Knút Olsen
    Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
    Viðmerking: Týddur í 2006.

    1. Drottin, Guds sonur, sum dustið mítt bar,
    doyði at lívga mítt søkkandi far,
    reis upp av grøv, og tá veitti hann mær
    æviga ríkið á himni hjá sær.

    2. Kristus, í náði tú komst her til mín,
    kveikti tað ljós, sum meg vakti til tín,
    orðið títt varð mær ein livandi lind,
    ljómaði við mær tín heilaga mynd.

    3. Júst sum eg eri, tú játtan gav mær,
    eyga títt heilaga tekkir og sær
    hjarta mítt mist burtur mið sítt og mál,
    vilja mín blindan og dálkaða sál.

    4. Tó vilt tú eiga meg, fátæka barn,
    – heimleyst og javnmett við skugga og skarn,
    sekt mína gloymir, um særdi eg teg,
    fríkenn og grøð tú og umskapa meg.

    5. Trúgvin mín sær teg, og sólin mær skín,
    sál mín tær fagnar og brosar til tín,
    vaknar sum blóman, tá veturin fer,
    – heiður tær veri, sum lívið oss ber!

    6. Frelsari heimsins, mítt hjarta er títt,
    hugsan mín, vilji og alt, sum er mítt,
    lovi og kunngeri kærleika tín,
    kongur vár, bróðir og lívgevi mín.

    Mín sál, tín songur ljómi

    Petur Jacob Sigvardsen
    Orð: Stefán Thorarensen
    Lag (2007): Knút Olsen
    Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
    Viðmerking: Týddur í 1994.

    1. Mín sál, tín songur ljómi,
    og hevji hann seg hátt
    úr Harrans halgidómi
    um Harrans tign og mátt.
    Hann er í skrúði skrýddur,
    og skýggj er vagnur hans,
    og himin háur, prýddur
    er staður skaparans.

    2. Hann sól oss letur lýsa,
    so alt er fjálgt og skært,
    og mánan letur rísa,
    so myrkrið verður bjart.
    Um loft og lond, í áum
    býr lívið túsundfalt,
    alt mettast av Guds gávum,
    á Gud sín troystar alt.

    3. O, Gud í dýrdarsæti,
    vit hálova títt verk,
    tín mátt, títt vit og mæti.
    Tín veldishond er sterk,
    hon signar mat í kova
    o, Gud, um alla verð.
    Mín sál skal Gudi lova,
    hon hjartans tøkk tær ber.

    Meg Kristus kallað hevur

    Petur Jacob Sigvardsen
    Orð: Helgi Hálfdánarson
    Lag (2007): Knút Olsen
    Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
    Viðmerking: Týddur í 2006.

    Meg Kristus kallað hevur
    í kirkju sína inn,
    og har hann alt mær gevur,
    ið styrkir sál og sinn.
    Og signing har hann býður mær,
    sum hægri er og betri
    enn alt á fold, tú fær.

    Hann baðið læt hitt besta
    mær búgvið standa har,
    at signing ei skal resta,
    tá lítið barn eg var.
    Har opnað var tann arvaskrá,
    mær himnasælu veitir,
    um hann eg trúgvi á.

    Har sál mín finnur føði
    vi halga altarborð,
    tað lættir sálarmøði
    títt sæla lívsins orð.
    At brósti hans eg helli meg,
    ið tolin syndir mínar
    og revsing tók á seg.

    Hann letur mær har lýsa
    tað ljósið bjart, ið má
    hin besta veg mær vísa
    og heljargøtum frá.
    Tað ljósið blítt hans orðið er,
    sum uggar best í sorgum,
    – tað orð av øllum ber.

    Tøkk veri tær, mín Harri,
    sum tína náð við meg
    lætst aldri, aldri tvørra
    mín allan lívsins veg.
    O, lat meg halda henni fast
    og við teg, Kristus kæri,
    um ævir sameinast.

    Verði ljós, verði her ljós

    Orð: Valdimar Briem
    Lag (28. februar 2007): Knút Olsen
    Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
    Viðmerking: Týddur í 2003.

    Verði ljós, verði her ljós!
    Skaparin boðorð gav.
    Breytst tá úr myrkursins ørandi gleim´
    gullfagra ljósið, sum skein yvir heim.
    :,: Aftur tó dimti her av. :,:

    Verði ljós, verði her ljós!
    aftur beyð heiminum hann.
    Elskaði heimin, ið trælbundin svav,
    einborna son sín hann syndarum gav.
    :,: Ljómandi ljós tá upprann. :,:

    Verði ljós, verði her ljós!
    hoyrdist í hvørji tjóð.
    Menniskjan elskaði heimsmyrkrið svart
    meira enn Gudsljósið skínandi bjart.
    :,: Verk teirra vóru ei góð. :,:

    Verði ljós, verði her ljós!
    fyltist várt foldarskeið,
    oyði tað villunnar trældóm og lygn,
    styrki tað sannleika, vísdóm og trygd,
    :,: lýsi tað Gudsbørnum leið. :;:

    Verði ljós, vermandi ljós
    breiðist um bý og bygd,
    bræði tað kuldan úr stirdari sál,
    birti tað kærleikans kveikjandi bál,
    :,: stimbri tað dáð vár og dygd. :,:

    Verði ljós, vónbjarta ljós
    vitin í hjarta mans.
    Oyði tað óttan, og birti har frið,
    frøi og gleði við loysnarans lið.
    :,: Lýsið mær lívsorðið hans. :,:

    Vit standa á kletti, sum skakast ei skal

    Petur Jacob Sigvardsen
    Orð: Friðrik Friðriksson
    Lag (28. februar 2007): Knút Olsen
    Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
    Viðmerking: Týddur í 1990-árunum.

    Vit standa á kletti, sum skakast ei skal,
    tí frelsarin kæri hann verjir oss væl,
    hans orð eru lív várt og friðskjól í neyð,
    hans ást er vár styrki í lívi og deyð.

    Um himinin ferst, og vár fold fer í sor,
    og hvørvur hvør stjørna, tó varir Guds orð,
    og sløknar enn sólin, og heimur vár brann,
    hans æviga lyfti ei broytast tó man.

    Hann segði: ”Mín tænari verður mær hjá,
    og tann, ið meg elskar, skal sæluna fá.
    Eg livi, og tit skulu liva, og tann,
    sum livir og trýr, aldri doyggja hann kann”.

    Vit trúgva teim orðum og trygt líta á,
    við titrandi hjørtum vit vænta at sjá
    teg, Guds son, sum eina er vón vár í verð,
    vit fylgja tær fegin á himmalsku ferð.