Eitt kvøldið so síðla

    Orð: Annika Hoydal
    Lag: Norskt fólkalag

    Eitt kvøldið so síðla, til hvíldar eg fór
    sorg visti eg meg ei at hava.
    Frá gentu míni tá komu eini boð
    til hennara eg noyddur var at fara.
    Ongan meir enn hana havi eg elskað.

    So gekk eg mær innar í hennara búð
    sum altíð eg var vanur at gera.
    Har stóðu tær moyggjar í stórari sorg:
    gentu mína deyðin hevði tikið.
    Onga meir enn hana havi eg elskað.

    So gekk eg mær út á ta grønu ong
    har hoyrdi eg klokkurnar ringja.
    Eit annað eg kendi – ei øðrum visti av
    enn hjarta mítt sundur fór at støkka.
    Onga meir enn hana havi eg elskað.

    Svarti ravnur

    Orð og lag: Martin Joensen

    Spreið tínar veingir út 
og flúgv so yvir vøtnini.
    Yvir dimmu dalarnar 
og fram til gylta tindin.
    Svarti ravnur set teg har,
 ið sólin fer í kav,
    – og lat bleyta árkvæðið 
rura teg í blund,
    – tú svevur væl,
 tú svevur væl …

    Næsta morgun sterka 
rúmdarsólin hitar kroppin tín,
    – lat so veingir tína bera teg
 til undurlandið.
    Svarti ravnur, legg nú væl
 til merkis hvat tú sært,
    – og lat ikki harða sólarljósið 
blenda teg …
    lat tað ikki blenda teg.

    Ljósir kroppar heilsa tær
 og undrast yvir búna tín.
    Lat teir ikki nema teg,
 – hevja teg til skýggja.
    Svarti ravnur, flúgv so heim 
og sig mær hvat tú sá.
    Ert tú enn tann sami, sum
 tá ið tú fleyg avstað …
    tá ið tú fleyg avstað.