Nú Harrin er mín hirði

    Orð: Kristina Toftegaard

    1. Nú Harrin er mín hirði,
    eg einki sakni her,
    á grønar dalir leiðir
    hann meg, ið hvussu fer;
    har klárar keldur renna,
    har sálin hvílir væl.
    Ja, Harrin er mín hirði,
    mær einki tørva skal.

    2. Og um eg enn skal ganga
    um deyðans dimma dal,
    tín keppur og tín stavur
    meg røkta, ugga væl;
    tí tú ert góður hirði,
    tú lamb títt verja skal,
    ja, um eg enn skal ganga
    um deyðans dimma dal.

    3. Ja, Harrin er mín hirði!
    Á vøkur hvíldarstøð,
    har keldurnar tær renna
    og hoyrast føgur løg,
    hann sálina vil leiða
    og sælan frið mær ber.
    Nei, einki vil eg óttast,
    mín hirði Harrin er.