Vit orka

    Orð og lag: Steintór Rasmussen

    Eg havi roynt at siga tað púra greitt og klárt,
    at oyðsla og at dálka tað er nakað lort,
    men tað gongur nokkso illa
    at fáa onnur at spara.

    Vit brúka nógva orku, vit brúka nógvan streym,
    vit kunnu broyta Føroyar, vit hava øll ein dreym,
    men tað gongur nokkso illa
    at fáa onnur at læra.

    Hvat skulu vit brúka meira av?
    Jú, brúka vit og skil!
    Tað er nakað, vit kunnu oyðsla av.
    Tað er, ja tað er, ja tað er vit og skil!

    Frískir vindar strúka, og ælið kennist vátt.
    Vatnið gevur orku, og sólin nýggjan mátt.
    Vit kenna lívið streyma,
    og í ungum hjørtum er gleði.

    Vit tendra og vit sløkkja sum dagur og sum nátt.
    Brimið slær í klettin, úr havið stígur brátt
    ljósið, sum í allar tíðir
    gevur okkum megi.

    Kavaparadís

    Orð og lag: Steintór Rasmussen

    Kavin liggur hvítur nú, sum ein dýna mjúk.
    Børn og vaksin – eg og tú – øll so spælisjúk.
    Reyðir kinnar, róp og gníst, á sletum og á skíð.
    Vit hava øll ein kavavin – og spæla úti frí.

    Er hált og ringt hjá bilum nú – á vegnum kavafjøll,
    vit hava tíð at ganga nú, tað hava næstan øll,
    og tá ið kuldin bítur, kom inn til heitan munn,
    so aftur út at spæla øll – glað í kavanum.

    Kavahús og kavabløk, kom út, kom út og síggj!
    Tað flykrar og so stuttligt er at spæla kavakríggj.
    Vit hava gjørt ein kavamann við spaka og við pøs,
    sum hevur kular sólbrillur á síni køldu nøs.

    At vakna eftir kavanátt, tá alt er bara snjó,
    fór dagurin í hvítt og blátt, fór eg í klæði góð.
    Føroyar er eitt paradís, í kava fínt og reint,
    tá spæla vit og eta ís – til tað er myrkt og seint.

    Martin og abbin

    Orð og lag: Steintór Rasmussen

    Martin líkist ikki abba sínum,
    men báðir eru fínir á hvønn sín hátt.
    Ofta tú sært abban her í býnum,
    Martin kemur sjáldan út um gátt.
    Hann fer í bili sum tey mongu
    í skúla so tungur mangan dag.
    Abbin fer bríkslandi til gongu
    til arbeiðis í góðum lag.

    Martin situr uppi mangar nætur.
    Í spølum livir seg í aðra verð.
    Abbin spyr og gevur øllum gætur,
    um lívið á sjónum og á landi her.
    Martin sendir boð og kjattar tíðum,
    á netinum hevur sín profil.
    Abbin veit frá londum og frá býum,
    og á gomlum hann hevur skil.

    Martin í telefonini sær myndir,
    í telduni hann nýggjan tónleik fær.
    Abbin hoyrir illa og er blindur,
    um veður og vind veit altíð svar.
    Í FIFA sparkar Martin sum teir stóru,
    í spølum hann djarvur fer í stríð.
    Steypini, teir bestu eisini vóru
    í abbasa fótbóltstíð.

    Oftani vit hoyra Martin siga:
    Gamlir menn teir hava onki lív!
    Abbin kann heldur ikki tiga,
    tá dreingir í dag spilla sína tíð.
    Martin og abbin eru treiskir.
    Veit nakar, hvat ið rættast er?
    Hvør í sínum lagi báðir raskir
    – liva í síni verð.

    Eg tekni

    Orð og lag: Steintór Rasmussen

    Eg kann tekna tær bátin og ein bil.
    Eg tekni fólk og dukkur, tað eg vil.
    Ta sól, sum skínur yvir sjógv og fjøll,
    vegin og húsini og okkum øll.

    Eg tekni børn, sum spæla, og nógv dýr.
    Tað er mín heimur og mítt ævintýr.
    Máli tey, eg kenni, í eini ballón
    í luftini – er ein vøkur sjón.

    Tekni regnið, summar, ja alt!
    Og stjørnur á himli, tá tað er kalt.
    Siti og liti, so tú eisini fær
    eina góða tekning frá mær.

    Vilt tú telgja hjarta í eitt træ,
    so kærleikin vaksa vil hvønn dag.
    Vakrastu vónir og tungastu tár.
    Tað lívið, vit fingu, og barnaár.

    Søgur og myndir úr okkara verð.
    Løtan og tíðin á pappíri er.
    Árini klippir í pettir so fín.
    Gevur døgum liting og lím.

    10 bibbur

    Orð: Steintór Rasmussen
    Lag: Niclas Heri Jákupsson og Steintór Rasmussen

    10 bibbur gingu ein túr, gingu ein túr, gingu ein túr.
    Men tann eina bibban var súr, ein lítil tá var súr.

    Vit tíma ikki at fylgjast við tær, fylgjast við tær, fylgjast við tær.
    Far tú heim og vaska tær, søgdu allar tær.

    Veitst tú hvat ið hendi tá, hvat segði tá, tann lítla tá?
    Um eg heim til húsa má, tit koma aftaná.

    Og so fóru allar tær, allar tær, til gongu har,
    og tær fóru hosum úr, og ongin tá var súr.

    Líkagóð

    Orð og lag: Steintór Rasmussen

    Tað eru nógv í flokkinum, sum eru nokkso vill.
    Í skúlanum tey halda gang og sita ikki still.
    tey prika teg í nakkan og gera løgin ljóð.
    Og so sigur lærarin: Øll eru líkagóð!

    Smæra er so smæðin, hon ofta toyggið fær.
    Eli kann forsova seg í viku ella tvær.
    Rúna ræðist dreingir, hon rodnar og gerst flov,
    og so sigur lærarin: Øll eru líkagóð!

    Brúsi hatar brúsuna, og Poula pyntar seg.
    Av sveitta og perfumu ofta luktar langan veg.
    Fía hevur frøknur, veit alt og er so fró.
    Og so sigur lærarin: Øll eru líkagóð!

    Olli skilur onki, og Kristina er so klók.
    Baldur hevur lisið manga stóra, tjúkka bók.
    Dávur hann er dovin, men hann dugir tó,
    og so sigur lærarin: Øll eru líkagóð!

    Børn, ið brúka brillur, myrkhærd ella bleik,
    plússað høvd og purlur, miðal, kløn og feit.
    Í bláum og í brúnum eygum er ein glóð,
    og so sigur lærarin: Øll eru líkagóð!

    Tað er ein fínur flokkur, sum eg gangi í.
    Øll eru líka løgin, spyr meg ikki hví.
    Lærarin hann sigur, í skúlanum er lóg.
    Øll eru nakað serligt, øll eru líkagóð!

    Finn hevur stolið ein slikkipinn

    Orð og lag: Rakul Ró Steintórsdóttir og Steintór Rasmussen

    Finn hevur stolið ein slikkipinn,
    men tað er ikki loyvt at stjala,
    tí tá ið man tekur ein slikkipinn,
    so skal mann jú eisini betala.

    Nú hevur hann goymt seg – hvar er Finn?
    Hví er hann ei saman við vinum?
    Hann krógvar seg og ongin sleppur inn.
    Hann er bangin fyri politinum.

    Finn, Finn, Finn. Kunnu vit koma inn?
    Ella kom, kom, kom út at spæla.
    Tú skalt leggja aftur tín slikkipinn,
    og ongantíð aftur stjala.

    Eg eigi vakrar dreymar

    Orð og lag: Steintór Rasmussen

    Eg eigi vakrar dreymar
    um ta ríku verð.
    Eg takki fyri lívið
    mær var givið her.
    Sum systrar og beiggjar
    góð vit eru við
    eru hesar oyggjar,
    sum liggja lið um lið.

    Tær rópa:
    Kom, kom, kom,
    niðan fjøll út á fjørð!
    Hoyr fuglarnar syngja um lívið á jørð.
    Áin hon teskar og blóman so fríð
    fyllir títt sinni av ríkari tíð.

    Mín vinur, sært tú landið og møguleikar her?
    Á, um eg vinni heimin, tað dýrasta, sum er,
    í hjarta mínum kenslur, alt eg fekk og sá.
    Og síggi eg tað sama í tínum eygnabrá.

    Tað sigur
    kom, kom, kom,
    stevnið frítt avstað!
    Lívið er ein gáva; vit eiga hendan dag.
    Úr sjónum hetta landið, okkum givið varð.
    Frítt tað er í Føroyum og gott hjá tær og mær.

    Minnist tú

    Orð og lag: Steintór Rasmussen

    Minnist tú, tá vit í fyrsta klassa fóru?
    Vit stóðu har í garðinum millum øll tey stóru.
    Vit runnu glað og róptu, og onkur spældi býtt.
    Alt var tá so spennandi og fyri okkum nýtt.

    Túsund ting at læra – bókstavir og tøl.
    Hundrað góðir sangir og fleiri stuttlig spøl.
    Tað eru nógvar løtur, um eg kundi talt.
    Vinirnir í skúlanum eru næstan alt.

    Vit hava góðar tímar, men strævið eisini er.
    Men so ringir klokkan aftur út í fríkorter.
    At gera okkurt annað, at sparka, hoppa band,
    ella bara hvíla seg og lesa Anders And.

    Minnist tú klassaveitslum, tá fegin sungu?
    Árini tey ganga, skjótt eru vit tey ungu.
    Hanga út við vinum við buksum niður á reyv.
    Práta enn um skúlan, og hvat av okkum bleiv.