Pengar

    Søgur eru mangan, so hendan
    sangin hoyr!
    Um at eiga pengar at
    vilja hava meir.
    Øll tosa um at spara
    at fáa betri ráð
    Eg veit eitt stað at fara
    ein vin eg líti á

    Tú kanst pella tú kanst tvassa
    Tú kanst trína tú kanst gassa
    Bjóða øllum tínum klassa
    Í veitsluna hjá tær
    Fínar skógvar klæðir passa
    Keypa ting til húsa dragsa
    Fylla uppí leikukassa
    Brúka alt tú fær

    Fyri pengarnar hjá tær
    Fyri pengarnar hjá mær
    Nei nei nei

    Kanska vit kunnu læra um lív og
    vøkstur her
    Tað er skilagott at spara tí ein
    morgindagur er

    Koyra súkkla ganga vassa
    Ikki oysla ikki svassa
    Seti so í pengakassa
    Pengarnar hjá mær
    Kenni ein klókan knassa
    Sum vil mínar pengar passa
    Tú kanst lata vinin bassa
    pengarnar hjá tær

    So tú fleiri pengar fær
    Til alt tað tú ætlar tær
    Ja ja ja

    Óvitin

    Eg minnist tá eg sannleikan lærdi at kenna
    Sumt var stuttligt og fekk meg at flenna
    Men annað var hugtungt og fekk tankar at renna

    Ein morgun tá eg hevði etið mær ein bita
    Bað mamma meg koma í køkin at sita
    So har fekk eg meir um heimin at vita

    Sum smábarn visti eg ei nógv um hesa verð
    Og nú veit eg meir um tað sum er
    Og skal vera glaður fyri at vera her.

    Vera

    Orð og lag: Steintór Rasmussen

    Vera hon er vell, Vera er vell
    Tað hevur hon altíð verið
    Og tí er tað gott, ja tí er tað gott
    At vit nú er vinkonur eru

    Vera hon er smart, ja Vera er smart
    Vit herma allar eftir henni
    Eg eri tí so glað, eg eri tí so glað
    At eg hana so væl kenni

    Nei, ongin er sum hon, ongin er sum hon
    Tá ið vit klandrast havi eg gron

    Vera hon er pen, ja Vera er pen
    Og kanska eitt sindur horherðað
    Men tað man vera gott, tað man vera gott
    Gott at vera Vera

    Vera hon er klók, Vera hon er klók
    Hon vil tí bestemma tað mesta
    Men tó haldi eg, tó so haldi eg
    At Vera er tann allarbesta

    Vera hon er frí, Vera hon er frí
    Allarbest at dansa og syngja
    So spyr meg ikki hví, spyr meg ikki hví
    Hon biður meg vitja ella ringja

    Regn og tora

    Hvar man sólin fara
    Regn og tora bara
    Regn og tora
    Verða køld um skinnið
    Best at vera inni
    Regn og tora

    Regnið oysir niður
    Ongantíð er friður
    Regn og tora
    Vátur kaldur dagur
    Eri líkaglaður
    Regn og tora

    Veðrið tað vil ráða
    Vit regn og toru fáa
    Regn og tora
    Í regninum vit sungu
    Um skýggini tey tungu
    Regn og tora

    Hvar man sólin fara
    Regn og tora bara
    Regn og tora
    Og regn og tora dvína
    Og sólin aftur skína
    Regn og tora

    Kaptajn Gardar

    Eg eiti kaptajn Gardar
    Og kendur eri eg
    Á øllum heimsins høvum
    Ræðast onnur meg
    Eg stjali gull og skattir
    Og ræni fólk og lond
    Eg havi eittans eyga
    Og bara eina hond
    Eina hond

    Hey hey jubbidi hey
    Jubbidi jubbidi hey

    Heimið er mín skonnart
    Og har er mangan fest
    Trý gløs av góðum rommi
    Tá havi eg tað best
    Við stórum hvøssum svørði
    Vinni eg mangt slag
    Eg eiti kaptajn Gardar
    Minnist nú til tað
    Minnist til
    Minnist til

    Busta tenn

    Eg vakni altíð glaður eg eri morgunfólk
    Og gleði meg at eta harvagreyt og mjólk
    Og tá eg eri liðugur eg geri alt í senn
    Vaski munn og eygu og busti mínar tenn

    Busta tenn tenn tenn busta tenn tenn tenn
    Busta busta busta busta busta busta tenn

    Í barnagarð so glaður fari eg hvønn dag
    Við onnur børn eg spæli sum eru fitt og glað
    Og tá vit hava etið vit fara øll í senn
    Inn á stóra vc at busta okkara tenn

    Busta tenn tenn tenn busta tenn tenn tenn
    Busta tenn tenn tenn busta tenn tenn tenn

    Tá kvøldið so er komið til songar farið eg
    Kroppurin er móður nú má hann hvíla seg
    Men áðrenn sólin kavar fuglar syngja enn
    Minnist eg at busta mínar hvítu tenn

    Sodnhúsið

    Eg veit eitt stað har børnini fara
    Eftir skúlatíð
    Tað er eitt hús vit spæla og læra
    Løtur vit hava frí
    Nógv at gera, gott at vera
    Og onki sum tú skalt
    Tað besta er tey vaksnu vilja alt

    Sodn sodn sodnhúsið
    Sodn sodn sodnhúsið
    Sodn sodn sodnhúsið

    Har kanst tú klippa, tekna, líma
    smíðja og tað tú vil
    Næstan alt sum børnini tíma
    Nógv er at gleða seg til
    Ganga á fýra standa á hondum
    Hvør orkar at sita í frið
    Vit dansa og syngja við

    Vilt tú síggja film og flenna
    Ella við mær vit út
    Vit kunnu sparka bólt og renna
    Ella bólta rút
    Sita inni hugna og baka
    Spæla ein góðan leik
    Staðið er tað besta sum eg veit

    Summi

    Summi búgva í Norra og nógv tey búgva í USA
    Onnur búgva í India og eisini í Afrika

    Summi eru hvít og summi eru svørt
    Hvat hava tey nú okkum gjørt?

    Nógv fólk eru ymisk í hesi verð
    So mugu vit einast her

    Onkur eru stutt og nøkur eru long
    Flestu eru mett tó nøkur svong

    Nógv tey eru fátøk og nøkur eru rík
    Og summi tey búgva í Runavík

    Mánaðarsangurin

    Januar byrjar árið – hann er fyrstur
    Tá er sera kalt og mangan frystir.
    Februar vit øll mugu geva gætur
    at hann er stuttur – er bert fáar nætur

    Fýra vakrar árstíðir njóta vit hvørt ár:
    Eitt summar og eitt heyst
    – ein vetur og eitt vár

    Mars kann mangan vera sera kaldur
    men tó vit kunna síggja okkurt tjaldur.
    Í apríl tá tiðnar sjálvt á tindum.
    Tá kemur vár vi ljós’ og lýggjum vindum.

    Í mai er ljóst, tá byrjar alt at næla.
    Vit síggja smálomb hugna sær og spæla.
    Í juni vitja fleiri summargestir
    – í øllum reiðrum fyri nevi brestur.

    Í juli skínur sólin oman niðan.
    Tá fara vit øll somul glað í hagan.
    August kann vera frískur og so lættur,
    og tá fara vit í skúla aftur.

    September hann kann vera sera fagur.
    Tá kemur heystið, og tá styttist dagur.
    Í oktober ermar vit upp bretta,
    tá ganga vit øll fjøllini og fletta.

    Í november taka vit fram sleður,
    tá kemur kavi, og tá er tað vetur.
    Í desember – eta gás og dunnu,
    tí tá eru jól, men eisini árið runnið.

    Fýra vakrar árstíðir njóta vit hvørt ár:
    Eitt summar og eitt heyst
    – ein vetur og eitt vár