Enn nakrar tungar gøtur

    Orð: Fanny Crosby
    Lag: William H. Doane
    Týtt: Victor Danielsen

    1. Enn nakrar tungar gøtur,
    og vit koma heim!
    Enn nakrar myrkar løtur,
    og vit koma heim!
    Enn bera krossin eina tíð,
    so kemur hvílan long og blíð –
    enn nakrar tungar gøtur,
    og vit koma heim!

    Niðurlag: Eftir streymi skjóta
    vit mót friði flóta –
    ei meir tungar gøtur,
    tá vit koma heim!

    2. Eitt kvøld enn eygað grætur,
    og vit koma heim!
    Enn nakrar vøkunætur,
    og vit koma heim!
    Enn syndin ónda sigrast má,
    enn nøkur bundi inn at fá –
    enn nakrar tungar gøtur,
    og vit koma heim!

    3. Enn nakrar sorgir bera,
    og vit koma heim!
    Enn okkurt gott at gera,
    og vit koma heim!
    Enn onkur sárur skilnaður,
    so gleðifundur ævigur –
    enn nakrar tungar gøtur,
    og vit koma heim!