Hoyr, Guds einglar syngja hátt

    Orð: Charles Wesley
    Lag: Jakob Ludwig Felix Mendelssohn Bartholdy
    Týtt: Leif Hansen
    Upprunaheiti: Hark! The herald angels sing

    1. Hoyr, Guds einglar syngja hátt
    heiður til vár himnadrott!
    Frið á jørð, Guds miskunn blíð,
    syndarin nú lut fær í.
    Hvør ein tjóð til reiðar ver,
    sigursong við einglum ber!
    Syng tað út til hjartað møtt:
    Okkum lítið barn er føtt!
    Hoyr, Guds einglar syngja hátt
    heiður til vár himnadrott!

    2. Hægstu himnar heiðra hann,
    ljós av ljósi, nevnast kann,
    vegur hans at foldum bar,
    fátæk móðir hansar’ var.
    Klætt í hold meg Gud nú sær.
    Jesunavnið signing fær,
    at tú hetta klæddi væl,
    Jesus, vár Immanuel!
    Hoyr, Guds einglar syngja hátt
    heiður til vár himnadrott!

    3. Prís tær og tín tignarstól,
    prís, tær bjarta rættferð’sól.
    Lív og ljós tú við tær ber,
    heilsubót til heimin her.
    Milt tú gisti moy og mann
    – føddist og so deyðan vann,
    so hin arma Ádamsætt
    ognast skal tín barnarætt.
    Hoyr, Guds einglar syngja hátt
    heiður til vár himnadrott!

    Hvat skal eg geva tær, Harri?

    Orð: Lizzie de Armond
    Týtt: Leif Hansen

    1. Hvat skal eg geva tær, Harri?
    Hvat skal eg virka for teg?
    Roykilsi, dýrastu steinar
    opna ei frelsunnar veg!

    Niðurlag: Jesus, eg sjálvan meg gevi,
    falli á knæ fyri tær,
    tín eg um ævir vil vera,
    blóð títt mær frelsuna bar!

    2. Hvat skal eg geva tær, Harri?
    Varrar at prísa tær við,
    føtur, ið ganga Guds vegir
    sálum til ugga og frið!

    3. Hvat skal eg geva tær, Harri?
    Ævigt eg tæna tær vil,
    elska teg, fylgja tær, gera
    alt, ið tú kallar meg til!

    Kvøða til Nólsoynna

    Orð: Leif Hansen
    Lag: Jakob Pfeil
    Viðmerking: Yrktur í 1957.

    1. Hygg oyggin har liggur,
    so long og so mjá,
    ei fagrari stað tú nakrantíð sá.
    Við fugli í haga, í urð og í líð.
    Jú, vakrast er oyggin um hásummartíð.

    Niðurlag: Nólsoy, tú mín huga altíð at tær dregur.
    Heima og úti mín kærleika hevur.
    Á sumri og vetri, tá ið skip fer um lond,
    tá ið kyrt er við landið,
    og tá brim er við strond.

    2. Har sunnast á oynni tú vitarnar sær,
    men Nólsoyar viti heiðurin fær.
    Hann ljósgeislar sendir so langt yvir vág.
    Tað fyrsta av Føroyum mong skútan her sá.

    3. Men tá ið so brimið mót Eiðinum slær
    og klývur við sjónum oynna í tvær.
    Tá maður av húsi dró bátin av leið,
    tí brimið tað brýtur so høgt upp um Eið.

    4. Og tá ið so víkin av seiði er fylt,
    tú fær hann á dyrging og nót um tú vilt.
    Í avgomlum døgum av bygd komu før,
    tí nógvur var seiður við Nólsoyarfjørð.

    5. Men Stongin og Borðan tey siga mær frá,
    at her liggur Nólsoy so long og so mjá,
    við fugli í haga, í urð og í líð.
    Jú, vakrast er oyggin um hásummartíð.