Screw it!

    Anker Eli PetersenTerji RasmussenLeivur ThomsenMagnus JohannessenRógvi á RógvuArnold Ludvig
    Orð: Anker Eli Petersen
    Lag: Terji Rasmussen, Leivur Thomsen, Magnus Johannessen, Rógvi á Rógvu og Arnold Ludvig

    1. Eg sitið og stari
    í glasið í kvøld,
    ølin er dovin
    og luftin er køld.
    Hugmyndir úr eini
    hálvari øld,
    fjara í hesari
    sprøklutu fjøld.

    2. Roykur og reyp
    og darrandi bróst,
    herliga hugspjaðing,
    rund og so føst.
    Elvgrenskar kvinnur
    tá neyðin er størst,
    at liggja í skeið
    til tað verður ljóst.

    3. Kanska eg burdi
    fari til hús,
    áðrenn eg villist
    inn í mín rús.
    Samrøðan er nú
    bert óhøpi brús,
    og hugurin spælir
    ein tunglyntan blues.

    4. Ahh – Screw it, eg tími
    ikki at ganga,
    náttin er alt
    ov trupul at fanga.
    Lat bara hugmynd
    og sálarfrið hanga.
    – Stari í glasið, hond undir vanga.

    Apokalypsa

    Orð: Anker Eli Petersen
    Lag: Leivur Thomsen

    Stinkandi, tungi mjørkin
    leggur seg um alla verð,
    í tokuni hómast reiðmenn
    á tungari sóttarferð,
    teir skríggja út í myrkrið;
    menniskja – vara teg,
    í okkara sporum skal heimurin líða;

    Reiðmenn, við deydninga ásjón,
    harðliga spreingja um lond,
    háandi spjaða teir ræðslu,
    drepa alt lív fyri hond
    teir skríggja út í myrkrið;
    menniskja – vara teg,
    í okkara sporum skal heimurin líða;

    Snjóhvíta dúgvan er skotin til jarðar,
    sorlaðir liggja nú menniskjans
    sjálvgjørdu verjugarðar.

    Dálkaða brimið mót klettum,
    býli og lond liggja oyði,
    endurljóð teska í toftum
    frá øllum teim í doyðu
    reiðmannaliðið er steðga
    eygleiða tunglyntir eystur og vestur,
    alt er nú sótsvartar, kolaðar restir.

    Snjóhvíta dúgvan er skotin til jarðar,
    sorlaðir liggja nú menniskjans
    sjálvgjørdu verjugarðar.