Grind

    Orð: Jóhannes Andreas Næs
    Lag: Lív Næs

    Kastandi, hvínandi, bóltandi, andandi,
    rullandi, sjóðandi, svimjandi, standandi,
    gánandi, goysandi, sjórok mót skýum. –
    Berandi, pløgandi, skúmandi, rennandi
    fram gjøgnum aldurnar spennandi,
    langtandi sveima á bárunum fríum.

    Sveittandi, hugsandi, ynskjandi,
    rógvandi, tigandi, takandi tøkini tógvandi –
    fúsir við stimbraðum limum.-
    Grýtandi, blámandi, rekandi, verjandi,
    forðandi teimum, ið á koma herjandi
    – váknið til reiðar í fingrunum fimum.

    Bløðandi, blásandi, boltandi, brótandi,
    malandi, lúgvandi, søkkandi, flótandi
    – drignir við leikandi, læðandi ljómi.-
    Tungliga vaðandi, skelvandi, skerandi,
    leitandi, lærandi, spyrjandi, berandi
    – stremba, til ikki av vørrum er hómi.