Kvøða til pinkubarnið

    Orð og lag: M.C. Restorff

    Brosið klæðir tær,
    sum tú liggur har,
    Einki prát, bert vas,
    einfalt barna fjas.
    Men eyguni sýna ein slíkan frið,
    sum fáur man kennast við,
    og tað, eg hoyri, mær sigur meir
    enn vælmælt fólkatos.
    Eg skoði eitt lívsins undur,
    kærleiksfruktin búgvin er.

    Vælkomin veri tú nýborna barn,
    so fegin vit heilsa tær.

    Trygt við móður barm,
    einki veldir harm,
    mjólkin stimbur ber,
    út í vøddar fer.
    So mjúkt er at kenna títt ljósa hold,
    stórt er at hugsa sær:
    Kærleiki bindur saman tvey,
    kveikir lívið, sum er í tær.
    Av hjarta vit nú frøast
    og kvøðu bera fram.

    Vælkomin veri tú nýborna barn,
    so fegin vit heilsa tær.

    Gud, skapari takk,
    at tú gavst lív
    til eitt gjøgnum okkum tvey.
    Gev okkum nú hegni
    at ala tað.
    Signa børnini, varða tey,
    so taka vit saman hendur
    og stevna á hægstu mál.
    Leið okkum fram, leska vaksin og smá
    av keldum, ið renna tær frá.

    Varðveit og síggj til hvørt nýborið barn,
    av sonnum tað vart er tá.

    Vælkomið veri tú nýborna barn,
    tolin vit bíðaðu tær.
    Vælkomið veri tú nýborna barn,
    vit kenna at lívið lær.
    Vit kenna, at lívið lær.
    Kenna, at lívið lær.

    Um enn sorgir og órógv meg tyngja

    Orð: Liv Olsson
    Lag: M.C. Restorff
    Týtt úr norskum: Svenning av Lofti

    1. Um enn sorgir og órógv meg tyngja,
    og eg kærleika Guds ei kann sjá,
    ferðist fram eg í trúgv og kann syngja:
    Har heima eg hvílu skal fá.

    Niðurlag: Enn skínur Guds sól handan támið,
    og har frammi, ja, har verður klárt,
    enn bleiktra Guds stjørnur á hválvi,
    :,: okkum veittra til heimlandið várt. :,:

    2. Ber mín leið gjøgnum ljós ella myrkur,
    um lægd ella fjallanna rygg,
    og um tað er regn ella turkur,
    er leiðin til heimlandið trygg.

    3. Og krossurin stendur og peikar
    á tann veg, sum til heimlandið ber,
    heimlandstónin í hjartanum leikar:
    Gleð teg, sál mín, skjótt heima tú er.

    Syng um stóru frelsuna

    Orð: George Scott Railton
    Lag: Henry Clay Work
    Týtt: M.C. Restorff

    1. Syng um stóru frelsuna,
    sum Harrin býður her,
    syng av heilum huga
    út um ta víðu verð.
    Einki kann sum sangurin
    upp lívga tyngda sinnið,
    syng tí hvør sál,
    brátt vit koma á mál.

    Niðurlag: Framá, framá, vit bera gleðiboð,
    framá, framá, loyst eru deyðans tog.
    Jesus eigur æruna, vit frøast í hans navni,
    syng tí hvør sál,
    brátt vit koma á mál.

    2. Hoyr hin óttafulla syngja,
    mennast við hvørt stig.
    Hygg, hin veiki sigrar,
    tá Jesus er við lið.
    Skoða, har teir stríðast,
    Harrans herlið vinnur sigur,
    syng tí hvør sál,
    brátt vit koma á mál.

    3. Ætlan okkara er nú
    at vísa tær á hann,
    sum á krossins træi
    við blóði okkum vann.
    Harri myrkursins má dvína
    fyri Jesu navni,
    syng tí hvør sál,
    brátt vit koma á mál.

    Leitar vár hugur í dag

    Orð: M.C. Restorff
    Lag: Bernhard Flies

    1. Leitar vár hugur í dag
    aftur til Dávids stað,
    síggja har hirðar á vakt,
    einglar, sum júst hava sagt:
    „Farið og finnið eitt fjós,
    føddur er heimsins Ljós.
    Fjøtraða sál finnur frið,
    frelsu við hansara lið!“
    Hann gevur øllum sannan frið,
    sum honum vilja fylgja við!

    2. Hvør tann, sum søkti, hann fann
    dýrmæta Frelsaran.
    Brátt lógu allir á knæ,
    Jesus teir nú høvdu sæð,
    fóru so glaðir avstað,
    øðrum at boða um tað;
    áh, hvør ein yndislig sjón:
    Jesus, vár einasta vón!
    Hvør gott at síggja Frelsaran,
    sum tók á seg mítt syndabann.

    3. Vit mugu frøast í dag,
    sum hava Frelsaran sæð.
    Krubba og fátæksligt fjós
    hýsir ei meir heimsins Ljós.
    Nú hann í Himlinum býr
    og í tí hjarta, sum trýr!
    Ljóði til Himin ein tøkk,
    frelsan til føroyingar røkk!
    Takk, Jesus, fyri signað jól,
    í tær fann eg mær lív og skjól!

    Hini einastandandi

    Orð: M.C. Restorff
    Lag: M.C. Restorff og Hans Poulsen

    Eina, aleina saknar hon bros og eitt samband søtt.
    Eina, aleina vildi hon líkindi bøtt.

    Starvið fjálgar hon samvitskufult,
    meðan avbyrgt einsemi er hildið dult:
    eymar kenslur og hjartatrá
    sakna støðugt eitt samspæl uttanífrá.

    Kaffi ger heitan – hann gánar í blað,
    einki breggjar hann sær á nøkrum stað.
    Smírist nóg illa og nikkar so dánt,
    nú so mangur um blíðskuna heldur hánt.

    Einsamur, eina saknar hann bros og eitt betri lag.
    Einsamur, eina knúlvar hann smeitar á rað.

    Bíblian boðar kærleiksfull bond:
    “Vitjið einkjur og faðirleys í teirra trongd!”
    Og hon umrøður Jesus, sum einsamur gekk,
    svikin, vrakaður, særdur – til á krossi hann hekk.

    Hann veit av royndum, hvat einsemi er,
    eyma samkenslu Hann við sær ber,
    harmar hvørt kind, sum er slept upp á fjall,
    og hann hartar tann, sum er øðrum til fall.

    Heimbýli yðja av støkum í dag,
    nøkur vilja tað so – íðan, hann, hon um tað!
    Øðrum leingist sáran eftir tí hond,
    sum av einslistum tvinna vil vinabond.

    Støkum leingist, sakna eitt bros og eitt kærleiks brá.
    Einsamøll, eina reika mong foldini á.

    Funnu tey saman, ið langtast her, broyttist til gaman mangt í verð!
    Áh, hvør undurgerð: unnustar á hátíðarferð.

    Meistarans hond

    Victor Danielsen
    Orð: Myra Brooks Welch
    Lag: M.C. Restorff
    Týtt úr enskum: Victor Danielsen

    Ei tykist fiólin verd eitt boð
    so støvut og ljót hon er –
    aktiónshaldarin bert talaði so:
    “Ein gomul fiól er her!”
    Hann helt hana upp: Eitt boð upp á meg!”
    Hann smíltist: “Hvør býður nú?
    Ein króna – tvær krónur – teim dámar ei teg,
    tvær krónur bert verd ert tú.”

    “Tvær krónur, fyrstu ferð – eingin meir?
    Tvær krónur aðru ferð!”
    Tá ein gráhærdur maður – hann sóu ei teir –
    kom fram og bað lata seg fá
    ta gomlu fiólina – hann hana fekk
    og stemmaði streingirnar væl
    og spældi eitt lag, sum til hjørtuni gekk
    sum einglasongur og spæl.

    Nú tagnaði spælið, og við eini rødd,
    sum pipraði rørd og lág,
    aktiónshaldarin lyfti boygda høvd
    og segði: “Hvat boð skal eg fá?
    Túsund er boðið, og hvør sigur tvey?
    Tvey túsund – hvør ger tað til trý?
    Trý túsund og fýra, fimm, seks og sjey!”
    Og so fall tá hamarin í.

    “Hurrá!” rópar fólkið, men onkur spyr her:
    “Fyrr hon fyri tvær krónur gekk,
    hví bleiv hon so dýr nú?” og svarið er:
    “Tí Meistarans hond hana fekk.”
    – Og soleiðis syndin við mongum fer,
    so út sum eitt vrak hann sær,
    til spott fyri tankaleys menniskju er,
    sum hin dagin fiólin var.

    Ein máltíð av mati,
    eitt glas, eitt spæl,
    og gøtan kemur á hall –
    so fjakka sálirnar uttan tal,
    og hamarin nærum fall!
    Men Meistarin kemur, og verðin kann
    ei fata, hvat hent nú er –
    hon spyr: “Hvat broytti so henda mann?”
    Jú! Meistarans hond tað ger!

    Trúgvin og tónarákið

    Orð og lag: M.C. Restorff

    Tónarøð av fjarðum leiðum
    broyttu mangt í hjørtum várum.
    Innan gátt og frítt á teigum
    sjóðaði av songum rárum.

    “Eitt lítið barn í Betlehem” var
    í nýggjan ham tá klætt av mær.
    Mangt vanafast varð niðurfryst,
    men algóði Meistarin, Jesus Krist,
    var klettur mín og stavnhaldið fyri vist.

    Siðir koma, siðir fara
    øldirnar í klingur snara.
    Hetta tó meg lívið lærdi:
    Sælur tann, ið Drottin ærdi.

    Framá Kristi stríðsmenn…..

    Eg takki tær Jesus fyri alt,
    æruna eina tú eiga skalt!

    Siðir koma, siðir fara…..

    Bønarfólkið

    Orð og lag: M.C. Restorff

    Mong gomul og aldrandi fólk okkum signingar bera.
    Gjøgnum eitt inniligt bønarlív tey sjálvi ein signing verða.
    Minnist, eg vitjaði gamlan mann, sum lítlan førleika kendi;
    hjartanemandi tóktist mær, at til Harran hann ofta sær vendi.

    Aldrandi bønarfólk Guds á jørð,
    tey ávøkstur bera øll somul.
    Stinn rógva tey um sín fjørð
    í bønini birg elligomul.

    Gráa hárið krýna man, sum væl sømist,
    tó teirra holla bønarkar – ongantíð tað tømist.
    Fyri næstrinum stígur bøn og móti hvørjum vanda –
    um alla foldina fevna tey í ídnum bønaranda.

    Aldrandi bønarfólk Guds á jørð…

    Havi tíðum undrast á, at Gud letur børn síni bíða,
    tó teimum so tráliga leingist heim til sælu blíða.
    Nú eg kenni loyndardóm um bøn, sum bøn man eita,
    og tørvur er á bønunum – eg av sonnum veit tað.

    Aldrandi bønarfólk Guds á jørð…

    Sanganna veingir

    Orð og lag: M.C. Restorff

    Sanganna fyrstu tónafræ
    bera blómur enn í dag,
    og sangur, sum gloppar hjartadyr,
    kenslu tær ber um góðan byr;
    markleysu tónarøð til hugaløg flóta frítt.

    Børn kenna hvíld á kvøldarstund,
    tá onkur syngur tey í blund,
    og hoyrist á morgni eitt fagnaðarlag,
    gleðin er tað um ein nýggjan dag,
    tøkkir til Skaparan framala jú tónaflóð!

    Sanganna veingir fevna blítt
    um alla verøld vítt.
    Sangur vitjar hjartnanna vrá’
    og sigur frá vár dúpu trá.

    Takuarput uummatit inunnut assaningaartuusutit
    Qaqugumorsuaq ilinnut qinnutikka tusartuaannassagiitit
    Qqilivunga ilukkut tarnikkut naalakkap najormanga
    Nuannaralunga asallunga qamuuna ikiussammanga
    Ggutiga qujanaq tamanut

    Føroyskað grønlendskt rapp:
    Hjartalag títt fyri mannabørnum er prógvað,
    og kærleika tín til okkara hevur tú ikki krógvað.
    Áh, bønir mínar verða áhaldandi hoyrdar av tær.
    Lundin gerst løtt innan í mær, tí Harrin er nær.
    At hugsa sær: Hin alvandandi hevur tokka til mín
    og elskar meg; og Hann lívgar sál mína!
    Gud mín, eg takki tær fyri alt

    Sangur bindur saman fólk
    uttan mun til ætt og bólk,
    og funnust vit mong í stórari hløl,
    í sangi eitt vit gjørdust øll –
    takklæti mikið vert av samhuganum var merkt.

    Heystið, eg eygleiði teg

    Orð og lag: M.C. Restorff

    Summarið svann, og kólnað er lotið,
    hendinga bátar síggjast á floti.
    Sum kuldin mær strýkur um ennið úr høgættarvindi,
    nørist saknur eftir summarsins yndi.

    Heystið, eg eygleiði teg, okkurt í tær nemur meg.
    Nú lívssólir mansbarna leita í kav,
    ferð mín styttast man um lívsins hav.
    Heystið, eg eygleiði teg, okkurt í tær nemur meg.

    Lækkaða sól ferðast følin á hválvi,
    svøvntung skuddar hon sær vetrarhálvu
    og vísir mær greitt, hvussu reglufast lívið seg lagar,
    minnir meg á at telja mínar dagar.

    Heystið, eg eygleiði teg, okkurt í tær nemur meg.
    Nú lívssólir mansbarna søkka í kav,
    ferð mín styttast man um lívsins hav.

    Heystið, tú myndar tað skeið, mong á ævi ynna ei,
    tá spelkni og spæl eru fornsøgur bert,
    og tað knappast vignast, ið tú gert.
    Fevn meg, á, Frelsari mín – eg í ævir eri Tín!