Nakin?

    Terji Messell
    Orð: Terji Messell og Ova
    Lag: Terji Messell

    vilt tú gera alt fyri meg ?
    hvat eg so bið teg um ?
    vilt tú sita her hjá mær –

    nakin ?
    uttan klæðir ?
    bera húð ?
    við sálini uttaná ?
    so eri eg tín

    vilt tú vera í kvirru við mær ?
    hyggja meg í eyguni ?
    vilt tú liggja her hjá mær –

    vilt tú avduka títt innasta ?
    siga sannleikan fyri mær ?

    Nátt

    Orð og lag: Terji Messell

    kerturnar brenna í nátt
    smáir logar í mínum glugga
    teir speglast í rútinum
    lýsa upp mítt kamar
    og skuggarnir teir spæla
    aftur og fram teir danda
    endurgeva alt her inni
    í huldisligum myndum

    kerturnar køvdust í nátt
    brunnu niður til síðstu glæmu
    og myrkrið tað legði seg
    oman á mítt kamar
    og tankarnir teir reika
    hugsa um teg eina løtu
    og í hesi nátt
    sovni eg

    Alt eg vil hava

    Orð og lag: Ova

    tína húð, títt hár
    títt oyra, tín háls
    er alt eg vil hava
    eg má standa til tols
    og blíva við at hyggja eftir tær

    tín muður, títt smíl
    tín nøs, tín angi
    draga
    eg eri tín fangi
    eg má blíva við at hyggja eftir tær

    tað er teg, eg vil hava
    teg, eg vil hava -nú
    tað er teg, eg vil hava
    teg, eg vil hava -her hjá mær

    títt navn, títt mál
    tín lit, tína stødd
    er alt eg vil hava
    men eg havi onga rødd
    tá eg so mikið sum skeiti eftir tær

    gev mær lov til at elska
    eg skal elska teg so væl

    títt vit, títt skil
    tín verð, tíni orð
    er alt eg vil hava
    og mítt lív fer í sor
    av bert at kunna hyggja eftir tær

    Havnarmaður

    Orð: Ova
    Lag: Terji Messell og Ova

    eg eri havnarmaður
    eg eri havnarsjingur
    eg eri havnarfrensur

    eg búgvi í havn
    eg gangi á gøtunum í havn
    eg havi ilt í havn
    eg komi í havn

    eg busti tenn í havn
    eg standi nakin í havn
    eg mangli klæðir í havn
    eg tosi um keypmannahavn

    Svim

    Orð: Ova
    Lag: Terji Messell og Ova

    tú ert um at drukna
    í egnum orðum
    tú sigur so nógv
    men lurta eftir mær
    mær dámar teg væl
    og so væl

    sjálvt um vit fløkjast
    lat okkum møtast
    á miðjuni
    í speglinum

    havið er alt ov kalt
    til tín heita kropp
    brimið brýtur á
    brimið brýtur teg

    svim, tú ert á djúpum havi
    svim, alt tað tú ert mentur
    svim, í land til mín
    svim

    tú mást læra at svimja
    áðrenn tú kavar
    annars endar tú
    aftur á botninum
    tú hevur verið har
    saman við mær

    vit kunnu villast
    men lat okkum royna
    at finna vegin inn
    og ongantíð skiljast
    úr speglinum

    Hvat er ein fótur uttan eitt fet?

    Orð og lag: Ova

    havi altíð taldan pening við. sig tú einki nei tig!
    stívur av leðri heilt upp til knæið
    tað er atgongumerki hetta staðið
    í barrini kanst tú keypa tær øl
    ikki drekka ov nógv! minst til tíni tøl
    tí hetta gevur tær vana
    tá tú fyrst er farin at spæla
    tú hyggur eftir búrunum
    og velur tær ein krakk
    hygg, halt líka glasinum
    fá tær ein smakk

    alla náttina smílandi, koma eygu, glíðandi
    men tað hevur einki virði
    tað eru krakkarnar, eg eri komin fyri

    eg blaki mín pening við búrið
    fyri hendur við skókremi og klúti
    stivli mín verður tikin í favn
    av einum ið ikki kenni mítt navn
    hondin heldur fast um mín legg
    eg má stuðla meg til ein vegg
    spýtt verður, síðani bustað nógv
    bara stivlar, aldrin ein skógv
    eg havi pening til fýra ferðir afturat
    um eg næstu ferð keypi eina lítla fat

    í búri havi eg aldrin siti
    tí tað er eitt spæl við viti
    í munnunum havi eg ein saltan smakk
    kladdur í keður, gummi og lakk
    tað flýtir við amboðum á gólvinum
    tað dryppar í glasið undan loftinum
    tí tey sveitta tá tey arbeiða
    tey fletta, tey tumma
    um tíni bein koma í tað svarta parið
    ert tú vælkomin og alt er í lagi

    Aftur

    Orð og lag: Ova

    tá eg vaknaði í morgun, einsamallur í songini
    eg fór út í gongina á wc, stovuna og køkin
    tú var ikki at finna. eg rópti men eg fekk einki svar
    fekk mær klæðir upp á kroppin. kendi meg naknan innanfyri

    er tað gott?
    ella ringt?
    at standa
    eftir her?

    fór við bussinum oman í býin. gekk runt í havn
    har vóru nøkur fá fólk. eg spurdi men eingin visti nakað
    tú var ikki at finna. eg rópti men eg fekk einki svar
    eg fór niðan í hoydalar, berjabrekku men eingin var heima

    eg havi aldrin trúð upp á huldufólk
    men hvør kann hava gjørt hetta her?
    onkur hevur verið her og tikið til sín

    men so hoyrdi eg tónleik, eri eg í ørviti?
    eg bleiv virkuliga bangin. so nógv fólk vóru horvin
    tú var ikki at finna. eg rópti men eg fekk einki svar
    okkurt hálaði í meg. er tað tú? ert tú komin aftur?

    men so kendi eg okkurt. fór oman. stóð har við havið
    ein kúla kom upp úr vatninum. eg koyrdi kúluna í munnin
    tá var tú at finna. eg rópti og eg fekk eitt svar
    so eg fari avstað nú…

    Stórkavin

    Orð: Ova
    Lag: Terji Messell og Ova

    tú hevur altíð havt nógv um at vera
    altíð ein telefon, ein álmanakki
    klokkan er altíð ov nógv
    ber tað til
    . (tað ber ikki til)
    at steðga tær?
    . (tað ber ikki til)

    stórkavin kom
    kavaði okkum inni
    tú tókst mína hond
    og gav mær eitt minni
    til dagin í morgin
    ið eg vildi gloyma
    tí eg hevði gloymt
    at uttan pengar
    kann ein eisini droyma

    og hugsa tær, eg droymdi um teg

    eg hevði so nógv ørindi í gjár
    at eg gloymdi helvtina og teg
    altíð ov nógv um oyruni
    ikki tí eg vil
    . (tað ber til)
    vera sum tú
    . (ber tað til?)

    vit síggjast næstan aldrin longur
    sjálvt um tað eru vit og eini hús
    aldrin er tað tíð til okkum
    tú fert altíð í bil
    . (á bíða eitt bil)
    far so avstað
    . (á bíða eitt bil)

    Blámaður

    Orð og lag: Ova

    eg helt at eg hevði funnið mær ein myrkamorreyðan at fylgjast við
    eg helt at eg hevði funnið mær ein vin fyri lívið at tosa við
    tú helt at tú fekk buksurnar aftur ið eg hina ferð lænti frá tær
    eg helt at køliskápið hjá tær var ein ókeypis kiosk
    men nei tú skalt vita og ikki halda

    eg helt at eg kundi vera har klokkan fimm um eg súkklaði
    eg helt at tú fór at bíða eftir mær hvørja ferð eg kom ov seint
    eg helt at tú einki annað hevði at taka teg til
    eg helt at eg hevði funnið mær ein vin at fara í býin við
    men nei tú skalt vita og ikki halda

    nekari
    tú ert littur
    afrikanari
    tú ert ein svertingur

    koyr blámannin á bláman
    tí litirnir hóska sera væl saman
    koyr blámannin á blámann
    koyr blámannin á blámann
    tað er ikki tí eg ynski hann deyðan
    men hann hevur spilt meg út
    so mær dámar han illa

    eg helt at eg kundi lesa tínar tankar nú eg kendi teg so væl
    eg helt at eg kundi gera hvat eg vildi tá eg var heima hjá tær
    eg helt at eg kundi kundi kundi men eg brendi fingrarnar
    eg helt at eg kundi siga ting við teg uttan tað fór víðari
    men nei tú skalt vita og ikki halda

    eg helt at eg bara kundi finna mær nýggjar vinir at fylgjast við men
    eg helt at eg var tín besti vinur
    og tú vildi gera hvat tað so var fyri meg
    eg helt at tú vildi lúgva fyri meg um tað var neyðugt.
    og verja og tosa gott um meg
    eg helt at eg ikki kundi læra meira av tí lívi eg ikki livdi
    men nei tú skalt vita og ikki halda