Tað sótu seyðamenn á vakt

    Orð: Mikkjal á Ryggi
    Lag: Hans J. Højgaard

    1. Tað sótu seyðamenn á vakt
    og goymdu sínar smalur,
    alt fylgið hevði stilt seg lagt,
    ei lamb í líðum spælir,
    sjálvt varnir hundar durva smátt,
    í dølum valdar dimma nátt,
    um heimin Harrans friður.

    2. Tá lýsir bjart um fjallagrein,
    og fram ein eingil trínur,
    hans mál var milt, hans rødd var rein,
    hans andlit fagurt skínur;
    til hirðarnar hann talar so:
    «Eg beri tykkum fagnarboð,
    alt fólkið kann seg gleða.

    3. Ein frelsari nú føddur er,
    í dag til tykkum sendur,
    hin Harri Krist hann navnið ber,
    í Dávids stað – ókendur;
    men prógv fullgott tit skulu fá:
    í fjósi lágt á krubbustrá
    eitt lítið barn tit finna.»

    4. Brátt syngur einglaflokkur blítt:
    «Halleluja, hosianna!
    Guðs friður yvir verøld vítt!
    Guðs tokki millum manna!
    Og heiður veri himladrott’!»
    Men hirðarnir sær skunda brátt
    sín frelsara at skoða.

    5. Takk fái fyri jólaboð,
    tú einglaherur ljósi!
    Takk, Guð, sum elskar okkum so!
    Takk, barnið føtt í fjósi!
    So lítillátin, Harri mín,
    tú vart, – um heim nú heiður tín
    ótaldar tungur bera.

    6. Sum hirðarnir eg fara vil
    mín frelsara at finna;
    hans kærleiki mær hjálpir til
    tann frið, ið eg vil vinna.
    Hans jólaboð er besta troyst;
    av syndaskuldum sál mín loyst
    mót himli seg kann hevja.

    Nú ringja kirkjuklokkur so hátt

    Orð: Símun av Skarði

    1. Nú ringja kirkjuklokkur so hátt
    við himmalskum gleðiljóði:
    Tað stundar móti jólanátt,
    tá Jesus varð føddur hin góði.

    2. Nú boðast friður víða um lond,
    nú verður hin sjúki grøddur,
    nú losna hørðu syndabond,
    tí Jesus í nátt varð føddur.

    3. Tó myrkur fyllir dalar og skørð,
    og stormurin ýlir í gjáum,
    so fjakkar Jesus enn á jørð
    við sínum jólagávum.

    4. Ei brim við strond, ei ísur í skor
    kann Jesusi forða vegin;
    hann stígur inn for fátæks mans borð,
    har lítil er jólagleðin.

    5. Ja, Jesus fer í smáttuna inn,
    blíð orð hann við gomul talar,
    hann klappar bleiku barnakinn,
    av himni tá gleðin dalar.

    6. Um sorgin veg til hjarta títt fann,
    vár Jesus teg aldri gloymir,
    og jólaboðið grøða kann
    ta sótt, tú í barmi goymir.

    7. Vit ung og gomul halda nú jól,
    vár Jesus vil øllum hýsa,
    hann er hin bjarta lívsins sól,
    um allar ævir skal lýsa.

    8. Í Betlehem tann sólin upp rann,
    um heimin hon út mundi leita,
    at Føroya smáttum veg hon fann,
    tí tøkk vit tær, Jesus, veita.

    9. Øll ung og gomul, samlist nú brátt
    og lýðið á gleðiljóðið:
    Tað var um halgu jólanátt,
    at Jesus varð føddur hin góði.

    Her koma, Jesus, tíni smá

    Hans Adolph BrorsonJohann Abraham Peter Schulz
    Orð: Hans Adolph Brorson
    Lag: Johann Abraham Peter Schulz
    Týtt: Emil Joensen

    1. Her koma, Jesus, tíni smá
    til tín í Betlehem at gá;
    upplýs tú okkum sál og sinn
    at finna vegin til tín inn!

    2. So glað vit skunda tær ímót
    og kyssa dustið við tín fót;
    o, stundin sæla, náttin klár,
    tá tú vart føddur, Drottur vár!

    3. Vælkomin hátt frá himnasal’
    til henda heimsins neyðardal,
    hvar heimur tær ei annað beyð
    enn fjós og krubbu, kross og deyð’!

    4. Men, Jesus, hvussu ber tað til,
    so fáur gætur geva vil
    tí hjartans kærleika hjá tær,
    teg dró frá himli ørmum nær!

    5. Tú okkum smáu drag til tín,
    o, góði sálarvinur mín,
    at fegin hvør av okkum svá
    í trúnni fast teg fevna má!

    6. Lat verøld ei við síni makt
    oss vika burt frá dópsins pakt,
    men gev, vár longsil allur má
    til tín, til tín í heilum stá!

    7. Tá skulu vit víst einaferð
    við gleðirødd í hini verð
    við halgum í Guðs paradís
    tær lova hátt á eingla vís.

    8. Her standa vit í flokk’ og rað
    um teg, várt fagra hjartablað,
    o, hjálp, at vit í himli tá
    um trónu tína standa svá!

    Nú tendrast túsund jólaljós

    Orð: Emmy Køhler
    Týtt: Edmund í Garði

    1. Nú tendrast túsund jólaljós
    um myrka jarðarkring,
    og túsund stjørnur sína kós
    um hválvið sláa ring.

    2. Og yvir alla fold í kvøld
    nú jólaboðið fer,
    til mannaætt, í syndum køld:
    Guds sonur føddur er.

    3. Tú bjarta stjørna,milda ljós,
    sum birtist jólanátt,
    ta vón, tú bart í fátækt fjós,
    bert inn um hvørja gátt.

    4. Skín í hvørt fátækt hjartaból,
    tú jólastjørna blíð,
    ber vitni um guds kærleikssól,
    í sælu jólatíð.

    Fagur himin er at sjá

    Orð: Nikolaj Frederik Severin Grundtvig
    Lag: J.G. Meidell
    Týtt: Jákup Dahl

    1. Fagur himin er at sjá,
    stjørnuglógvan, luftin blá,
    stjørnur glampa, stjørnur bleiktra,
    blídliga tær okkum veittra
    upp til himmals foldum frá.

    2. Stjørnulýsið jólanátt
    skein sum vant á himni hátt,
    alt í einum var at skoða
    stjørna blonk á himnaboga
    sum ein lítil stjørnusól.

    3. Tá ið stjørna blonk og blíð
    kom til sjóndar náttartíð,
    søgnin var, at kongur ríkur,
    ongum øðrum kongum líkur,
    skuldi føðast her á fold.

    4. Eystan fóru vísmenn, tá
    henda stjørna var at sjá,
    merkiskong teir vildu finna,
    honum allar sømdir vinna,
    sum her borin var í heim.

    5. Komu teir til Dávids bý,
    sum teir hittu kongin í,
    eingin kongaborg at finna,
    lítil smátta, fátæk kvinna
    ruraði sítt barn í blund.

    6. Stjørna leiddi vísmenn fyrst,
    so teir funnu Jesus Krist;
    okkum við ein stjørna leiðir,
    okkum lívsins gøtu greiðir,
    so vit finna Jesus Krist.

    7. Gøtan liggur ljós og bein,
    tí vár stjørna, bjørt og rein,
    er Guðs sannleiksorðið ríka,
    sum man aldri, aldri svíkja,
    lýsir heim í faðirs høll.

    Føgur er foldin

    Orð: Bernhard Severin Ingemann
    Lag: Slesiskt lag
    Týtt: Jákup Dahl

    1. Føgur er foldin,
    dýrdarríkur himin,
    sæl er sálanna jorsalferð,
    um allan heimin,
    um allar ævir
    tað syngjandi at himni ber.

    2. Øldirnar fara,
    øldir munnu koma,
    ætt eftir ætt søkkur undir mold.
    Onga tíð tagnar
    ljóðið av himni,
    sum gleðir sálir her á fold.

    3. Einglar tað kvóðu
    jólanátt for hirðum,
    mann eftir mann hoyrdist sama lag:
    Friður á foldum,
    menniskja frø teg,
    tær føddur frelsari er í dag.

    Gleðilig jól

    Orð: Fríðrikur Petersen
    Lag: Franz Xaver Gruber

    1. «Gleðilig jól! Gleðilig jól!»
    ljóðar av himli einglalag.
    «Armi syndari, óttast ei nú,
    gleðiboðskapin hoyrir tú:
    :,: «Jesus er føddur í dag.» :,: »

    2. Faðir vár! Faðir vár!
    Høgt tó tú á himli býrt,
    ikki gloymdi tú barnið títt,
    elskaði syndiga hjarta mítt;
    :,: veri um ævi tær dýrd. :,:

    3. Frelsari mín! Frelsari mín!
    Náði tín hon er mítt skjól.
    Paradísportrið er opnað mær,
    aldri kann eg fulltakka tær
    :,: fyri gleðilig jól. :,:

    Eitt barn er føtt í Betlehem

    Orð: N.F.S. Grundtvig
    Lag: Týskt vísulag
    Týtt: Símun av Skarði

    1. Eitt barn er føtt í Betlehem,
    tí gleðir seg Jerusalem.
    Halleluja, halleluja!

    2. Ein fátæk kona mamma er,
    hon lítið barn í fangi ber.
    Halleluja, halleluja!

    3. Tann kona var av Dávids rót,
    og barnið er vár sálarbót.
    Halleluja, halleluja!

    4. Í sveipi har tann Drottur lá,
    Guðs eyga honum hvíldi á.
    Halleluja, halleluja!

    5. Tó høllin ei var stór og von,
    hon goymdi himins kongason.
    Halleluja, halleluja!

    6. Og máttur hans so víða røkk,
    hvørt trælaband tá sundur støkk.
    Halleluja, halleluja!

    7. Av hjarta syngja vit nú glað.
    Guðs dýrd vit síggja jóladag.
    Halleluja, halleluja!

    8. Við songinum vit byggja brú
    frá jørðini at himnabú.
    Halleluja, halleluja!

    9. So ganga vit við Harrans lið,
    og jólagleðin heldur við.
    Halleluja, halleluja!

    10. Vár Jesus! Nú og alla tíð
    tær veri lov for jól so blíð.
    Halleluja, halleluja!

    Eg rósu upp sá næla

    Orð: Ókendur
    Lag: Heri Tróndheim
    Týtt: Jákup Dahl
    Viðmerking: Upprunaliga týskur sálmur úr 15. øld.

    1. Eg rósu upp sá næla
    úr tí glerstoyttu grund,
    sum okkum um var talað
    til troystarforna stund.
    Tann rósan spretti fram
    á køldum, miðjum vetri
    á nátt við Betlehem.

    2. Um rósuna kappkvøði
    eg nú við himins her,
    ein jomfrú var hans móðir,
    Maria rein og skær.
    Í honum ljós skein fram
    á myrkum, miðjum vetri
    á nátt við Betlehem.

    3. Tann rósan von og føgur
    so reinan anga ber,
    hon lyftir upp sítt høvur,
    tí myrkrið hvørvur her.
    Úr syndum og úr neyð
    Guð hevur okkum bjargað,
    oss himmiríkið beyð.

    Eg gleðist so hvørt jólakvøld

    Orð: Marie Wexelsen
    Lag: Hans Jacob Højgaard
    Týtt: Jákup Dahl

    1. Eg gleðist so hvørt jólakvøld,
    tí Jesus føddist tá,
    tá lýsti stjørnan sum ein sól,
    lag sungu einglar tá.

    2. Og lítla barn í Betlehem,
    tað var ein kongur bold’,
    sum kom av høgu himnaborg
    á hesa neyðar fold.

    3. Nú hann í himmiríki býr,
    tí hann Guðs sonur er;
    men altíð hoyrir hann hvønn tann,
    í bøn til hansar fer.

    4. Eg gleðist so hvørt jólakvøld,
    vit syngja honum prís,
    tá øllum smáum opnar hann
    sítt sæla paradís.

    5. Og móðir tendrar tá øll ljós,
    tey skína í hvønn krók,
    tí út um heimin, sigur hon,
    at lýsa stjørnan tók.

    6. Hon sigur, stjørnan lýsir enn
    og aldri slokna kann,
    og um hon lýsti mær á veg,
    tá heim til Guðs eg fann.

    7. Hon sigur, at hitt einglaljóð
    tað ljóðar enn í dag
    um frið og gleði her á jørð
    og um Guðs hjartalag.

    8. O, gævi eg kundi sungið so,
    tá gleddist Jesu lund;
    tí eg við varð Guðs kæra barn
    á halgu skírnarstund.

    9. Eg gleði meg hvørt jólakvøld
    um Harran Jesus Krist.
    At hann av sonnum elskar meg,
    tað veit eg fult og vist.