Havnarlagið

    Martin Joensen
    Orð: Martin Joensen
    Lag: Magnus Johannesen

    alt í lagi
    hoyr mítt kvæði

    legg í vaðið
    havnarlagið

    eg spáki omaneftir áarvegnum,
    heilsi uppá øll, sum eg hitti – og lagið er í topp

    sakin staðið
    býur frægi

    legg í vaðið
    havnarlagið

    og sólin murrar eina havnarvísu,
    sigur hey við øll, sum hon kennir – og skínur sum ein sól

    kondittaríið
    eg stígi inn og eg keypi

    kaffi
    og hitti vinirnar

    saman
    vit loysa heimsins kreppur

    hey tú
    eg bjóði tær eitt lagkøkustykki og eina sodavatn

    —————————

    vit hava sitið
    og reypa eina løtu

    onkur
    er vorðin gruggutur

    men skjótt
    eru vit vinir aftur

    hey tú
    eg bjóði tær eitt lagkøkustykki og eina sodavatn

    alt i lagi
    hoyr mítt kvæði

    legg í vaðið
    havnarlagið

    eg spáki omaneftir áarvegnum,
    heilsi uppá øll, sum eg hitti – og lagið er í topp!

    sakin staðið
    býur frægi

    legg í vaðið
    havnarlagið

    og sólin murrar eina havnarvísu,
    sigur hey við øll, sum hon hittur – og eisini við teg!

    kondittaríið
    eg stígi inn og eg keypi

    kaffi
    og hitti vinirnar

    saman
    vit loysa heimsins kreppur

    hoyr tú
    eg bjóði tær eitt lagkøkustykki og eina sodavatn
    so at tú gerst í røttum havnarlag!

    Mánalýsið gylt

    Martin JoensenMartin Joensen
    Orð: Martin Joensen
    Lag: Magnus Johannesen

    Mánalýsið gylt – kyssir kinn og hár,
    nú náttin hon nærkast
    og Havnin skal leggja seg.
    Mánin veit, eg elski teg
    so innarligt,
    júst sum hann,
    – tað veit hann væl!

    Vágin glitrar still, durvar dovislig
    og Tinganes tyngist,
    nú klokkan er nærum nógv.
    Vágin veit, eg elski teg
    so innarligt,
    júst sum hon,
    – tað veit hon væl!

    Hygg, sært tú mjørkan leita sær upp hús,
    og luftin er reyðagull …?

    Skansin skimast runt – heldur vakt í kvøld.
    Hann ansar væl eftir,
    at einki tær henda skal.
    Skansin veit, eg elski teg
    so innarligt,
    júst sum hann,
    – tað veit hann væl!

    Havnin steðgar á, – mann hon hoyra teg?
    Og kennur hon lagið,
    tú kvøður so kært fyri mær?
    Hoyr, suðan og tutlan i Havn,
    øll mutla nú í náttini títt navn:
    Mánin, sum sær á Havnarvág,
    skansin, sum passar væl uppá.
    Tinganes hoyrist teska:
    Áh, tú ert tað fittasta, eg sá!

    Screw it!

    Anker Eli PetersenTerji RasmussenLeivur ThomsenMagnus JohannessenRógvi á RógvuArnold Ludvig
    Orð: Anker Eli Petersen
    Lag: Terji Rasmussen, Leivur Thomsen, Magnus Johannessen, Rógvi á Rógvu og Arnold Ludvig

    1. Eg sitið og stari
    í glasið í kvøld,
    ølin er dovin
    og luftin er køld.
    Hugmyndir úr eini
    hálvari øld,
    fjara í hesari
    sprøklutu fjøld.

    2. Roykur og reyp
    og darrandi bróst,
    herliga hugspjaðing,
    rund og so føst.
    Elvgrenskar kvinnur
    tá neyðin er størst,
    at liggja í skeið
    til tað verður ljóst.

    3. Kanska eg burdi
    fari til hús,
    áðrenn eg villist
    inn í mín rús.
    Samrøðan er nú
    bert óhøpi brús,
    og hugurin spælir
    ein tunglyntan blues.

    4. Ahh – Screw it, eg tími
    ikki at ganga,
    náttin er alt
    ov trupul at fanga.
    Lat bara hugmynd
    og sálarfrið hanga.
    – Stari í glasið, hond undir vanga.