Vit telja stjørnurnar í kvøld

    Orð: Petur Háberg Jacobsen, Jákup Zachariassen og Marner av Lofti
    Lag: Jákup Zachariassen

    1. Myrkt er og úti hoyrist valla túnatos
    Stjørnurnar glitrandi eg sendi tær eitt bros
    Loti so kalt tó frískt, og løtan er í nánd
    Kuldin nú svinnur brátt, eg merki tína hond

    Niðurlag: Høgt yvir hægstu hæddir
    Tveir frælsir fuglar sæddir
    Eg í hæddini við tær
    Sveima og stundir gloyma
    Upp móti himni droyma
    Vit telja stjørnurnar í kvøld

    2. Himmalin lýsir upp og kastar ljós á teg
    Eygu tíni hyggja blídliga á meg
    Her kennist kærleiki, hon teskar eymt og lær
    Kom tætt inn at mær, eg flúgva vil við tær

    Mangan last tú søguna um tann kross

    Orð og lag: Thomas Dennis
    Týtt: Victor Danielsen

    1. Mangan last tú søguna um tann kross,
    har Jesus deyðan fann,
    har tín skuld varð rindað av blóðinum,
    úr síðuni særdu rann.

    Niðurlag: Mangt hjarta er brostið í stríðnum her,
    mong sorgin kann níva fast,
    men Jesusar hjarta ta einu ferð
    í tín stað og mín stað brast.

    2. Mangan last tú við um tann tornakrans,
    hans heilaga høvur bar!
    at hann bað sín Gud fyrigeva teim,
    ið negldu hann fastan har.

    3. Og tú last, hann frelsti ein ránsmann har,
    sum leið fyri gerning sín;
    hann hugdi á Jesus í deyðans stund
    og segði bert: Minst til mín!

    4. Ja, tú last, hann hugdi til Himmals upp
    og segði: Alt er gjørt!
    Kanst tú siga: Takk, Harri! Deyði tín
    til lívið meg hevur ført!

    Kom, sum tú ert, nú til Jesus

    Orð: Thomas B. Barratt
    Lag: William J. Kirkpatrick
    Týtt: Victor Danielsen

    1. Kom, sum tú ert, nú til Jesus,
    sál, sum í vantrúgv er blind!
    Blóðið, sum rann úr hans sárum,
    reinsar frá allari synd.

    Niðurlag: Legg teg í Frelsarans armar,
    hvílu tær fá við hans bróst!
    Hoyr, sum tað stormar har úti!
    Her, her er friðfult og ljóst.

    2. Tímarnir renna so kvikir,
    skjótt er hon farin, tín tíð,
    skjótt skal tín lívslampa sløkna,
    enda tín gleði, títt stríð.

    3. Hví vilt tú longur tá drála
    har á tí villini leið?
    Verðin bert svíkur títt hjarta,
    hví søkir Harran tú ei!

    4. Tá ið hitt skínandi portur
    opnast ein dag uppi har,
    hvat hevði tú ikki givið,
    at tað fór upp fyri tær!