Sundið

    Martin Joensen
    Orð og lag: Martin Joensen

    Brýrnar nú brendar
    og burtur
    hvør sínu megin
    vit starandi standa
    sundið er nívandi
    breitt

    vápnini fallin
    til jarðar
    við bløðandi sárum
    og tigandi hjarta
    spyrji eg onkran hvør
    vann

    hvat var tað ið hendi
    nær byrjaði endin
    nær køvdu vit logan
    so kuldin tók yvir
    sig mær
    hvør snýtti hvønn

    stilt er í stovu
    bert minnir
    um misnýttar løtur
    og ótráddar gøtur
    sundið er nívandi
    breitt

    Kanska í dag

    Martin Joensen
    Orð og lag: Martin Joensen

    Alt er so kvirt í dag,
    – valla eitt ljóð.
    Hómast sum skuggar fólk,
    kámast so burt.

    Skyggjandi sól á snjó,
    eldur á ís.
    Brakandi brennir nú
    glitrandi gler.

    Kanska í dag
    búnast eitt fræ,
    sáðað tá tíðin stóð still.

    Kanska í dag
    bíða á rað
    børn, bygd av vónum um frið.
    Skyggjandi sól á snjó,
    – eldur á ís.

    Hómast sum skuggar fólk,
    kámast so burt.
    Undrandi gangi eg,
    – hvørvi so við …

    Svarti ravnur

    Orð og lag: Martin Joensen

    Spreið tínar veingir út 
og flúgv so yvir vøtnini.
    Yvir dimmu dalarnar 
og fram til gylta tindin.
    Svarti ravnur set teg har,
 ið sólin fer í kav,
    – og lat bleyta árkvæðið 
rura teg í blund,
    – tú svevur væl,
 tú svevur væl …

    Næsta morgun sterka 
rúmdarsólin hitar kroppin tín,
    – lat so veingir tína bera teg
 til undurlandið.
    Svarti ravnur, legg nú væl
 til merkis hvat tú sært,
    – og lat ikki harða sólarljósið 
blenda teg …
    lat tað ikki blenda teg.

    Ljósir kroppar heilsa tær
 og undrast yvir búna tín.
    Lat teir ikki nema teg,
 – hevja teg til skýggja.
    Svarti ravnur, flúgv so heim 
og sig mær hvat tú sá.
    Ert tú enn tann sami, sum
 tá ið tú fleyg avstað …
    tá ið tú fleyg avstað.

    Í heygadali

    Martin Joensen
    Orð og lag: Martin Joensen

    Hoyr, Ívar lovar trýogtjúgu tropuhitastig!
    Vit pakka Fordin og taka gula sólseglið við.
    Kaffi í termo, smyrjibreyð og saft í spannavís,
    hygg, sólin sveittar, – hon treingir til ein sodavatnsís!

    Suðandi summar andar lív í gamla Heygatún!
    Inni í Fossá vassa børn so brosandi brún.
    Tó vit steðga ikki, men halda inn í heita Heygadal,
    har hamrarnir hanga, og grasið lýsir grønt sum tað skal!

    Lombini á bønum bjóða summardáasalát,
    – gásarhúskið fær sær eitt summarprát!

    Í Heygadali glampar vatnið lokkandi og blátt.
    Kombikk í hyljum svimja kapp og hava tað vátt!
    Kaffi í termo, smyrjibreyð og saft av alskyns slag
    hvørva sum døggin henda mjúka mýggjabitajunidag!

    Eitt tjaldursreiður! Lítli mín, far ikki alt ov nær!
    Mamman tað eigur, ansar tí, sum vit ansa tær.
    Nú kemur mjørkin, hevur hug at balla Heygadal,
    har hamrarnir hanga og grasið lýsir grønt sum tað skal!

    Trýssini

    Martin Joensen
    Orð og lag: Martin Joensen

    Tak tú bara alt, men goym mær trýssini,
    og blómubarnamoldina vit vuksu í.
    Saman við The Beatles og The Faroe Boys
    og øllum hinum, sum vístu veg.
    Lat okkum flýggja aftur til trýssini,
    tá hvítt var hvítt og svart var svart.
    Bert eina løtu aftur til trýssini,
    tá ið tú visti, hvør ið tú vart.

    Tak tú bara alt, men goym mær tónleikin,
    ið fylti hjartað, so tað næstan brast.
    Goym mær Thunderbirds og goym mær vinirnar,
    so at teir altíð eru til taks.
    Kom, keyp ein ferðaseðil til trýssini,
    tá hvítt var hvítt og svart var svart.
    Á fyrsta klassa aftur til trýssini,
    tá ið tú visti, hvør ið tú vart.

    Í tínum eygum síggi eg iva og eitt bros,
    og at tú heldur hetta er gamlamannatos,
    – gamlamannatos!

    Tak tú bara alt, men goym mær minnini
    um dagarnar, sum vardu alt ov stutt.
    Goym mær trummusett og túsund guitarar,
    og stong so hurðina, tá ið tú fert.
    Keyp tær ein ferðaseðil til trýssini,
    tá hvítt var hvítt og svart var svart.
    Á fyrsta klassa aftur til trýssini,
    tá ið tú visti, hvør ið tú vart.

    Um songartíð

    Martin Joensen
    Orð og lag: Martin Joensen
    Ensk týðing

    Um songartíð,
    ein dagur aftur farin
    og náttin trínur fram.
    Eg hyggi út
    á mannatómar gøtur
    og mánaljósar fløtur
    um songartíð.

    Eg sakni teg
    og tínar armar um meg,
    eg elskaði teg so.
    Nú slókna ljós
    og náttarfuglar flúgva.
    Hvar man mín vinur búgva
    um songartíð?

    Eg leggi meg
    nú tyngdin tekur ræðið
    og kvirran festir rót.
    Tá kemur tú
    í summardreymum til mín,
    so vøkur og so fín
    um songartíð.

    Ovboðið

    Martin Joensen
    Orð og lag: Martin Joensen

    So nógv orð, so nógvar meiningar,
    ið sníkja seg inn undir húðina
    og krúpa á bløðandi knøum
    móti hjartanum!

    So nógv smíl, so nógvar silkirøddir,
    ið bróta sær veg gjøgnum verjugarðin
    og taka við skelvandi hondum
    um kvørkrarnar!

    Ovboðið, tað er ovboðið!
    Alt ov nógvir vísir menn
    herseta mín neyðars heila,
    neyðtaka mítt vit og skil,
    tað er bara ovboðið!

    So nógv tøl, so nógvar tokutalur,
    ið tivandi tøla og teppa meg,
    og teskandi binda meg niður
    handan rimarnar!

    Lat meg goyma teg

    Orð og lag: Martin Joensen

    Gev mær pennar, gev mær pappír,
    lat meg festa teg á blað.
    Lat meg goyma tínar skuggar
    áðrenn tú fert avstað.
    Lokka ljós úr tínum hári,
    fanga eygu dreymadjúp.
    Gev mær pennar, gev mær pappír,
    lat meg goyma teg.

    Gev mær lørift, gev mær litir,
    – heitar litir, ikki svart.
    Lat meg mála meðan tíð er,
    – mála eygnabráið fjart.
    Lat meg eiga okkurt eftir,
    tá ið tú ert farin avstað.
    Gev mær lørift, gev mær litir,
    lat meg goyma teg.

    Gev mær tónar, gev mær røddir,
    gev mær lut í tínum lag.
    Hoyr ein moll ímillum durir,
    hann fylgir tær avstað.
    Til eina ferð vit síggjast aftur
    goymi eg teg her hjá mær.
    Gev mær tónar, gev mær røddir,
    lat meg goyma teg.

    Syrgiligt lag

    Martin Joensen
    Orð og lag: Martin Joensen

    Dagurin verður til kvøld,
    kvøldið broytist til nátt.
    Tokudimt veður nú býurin svevur
    og gøturnar biðja um frið.
    Hugurin lættir sær á, – spakuliga uppfrá,
    sveimar nú varliga út gjøgnum vindeygað,
    út í myrkrið til tín.

    Bilarnir dyrgja framvið
    uttan mál ella mið,
    – hugur mín speiskliga smílist og treiskliga
    heldur hann leiðina fram.
    Fer gjøgnum væl læstar dyr,
    hann hevur jú verið har fyrr.
    Fer inn í kamar títt, mussar títt andlit blítt
    og setur seg við tína song.

    Øll brøvini, eg havi skrivað,
    – eg fái ongantíð svar.
    Tú leggur hornið á, tá eg ringi,
    – áh, spæl mær eitt syrgiligt lag!

    Morgunin trokar seg fram,
    tí morgunin krevur sín mann.
    Finnur meg smílandi langt undir dýnuni,
    – hugur mín er komin heim.
    Og morgunin verður til dag,
    dagurin broytist til kvøld,
    – og so kemur náttin og býurin svevur
    og hugurin lættir sær á.

    Í tínum eygum

    Martin Joensen
    Orð og lag: Martin Joensen

    Í tínum eygum síggi eg iva,
    í tínum eygum síggi eg longsul.
    Títt smíl er horvið og eg hoyri tíni fótafet,
    – tú ert á veg burtur frá mær.

    Á mínum vetri vart tú várið,
    í summarsirmi vart tú mín vinur.
    Men nú er skýmligt og eg hoyri tíni fótafet,
    – tú ætlar tær at fara frá mær.

    Í náttardreymum ert tú nærri enn nakrantíð,
    tín andadráttur gevur mær lív.
    í náttardreymum ert tú vakrari enn nakrantíð,
    – men tá eg vakni, ert tú tá har?