Tá dagurin rísur og alt vaknar við

    Orð: M.S. Viðstein
    Lag: Hin tíðin, ið rann
    Viðmerking: Yrktur til Føroya Arbeiðarafelag í 1961.

    1. Tá dagurin rísur og alt vaknar við,
    vit reisast hvør í sínum lagi,
    tá spennast tær spengur úr liði í lið
    til stríð og til strev, so er mál hvørt og mið –
    tað er arbeiðsins dynjandi kvæði!

    2. Hin rísandi dagurin krevja man sítt
    til dáð og til verk at útinna.
    Um verk eru ymisk, so verður tó strítt,
    til verk eru lokin, men takið er títt,
    um í lívinum fram tú vilt vinna.

    3. Tá verk skulu innast, hvør verður tað tá,
    sum leggja seg til skal í bræði?
    Tað eru tær herðar og hendurnar tvá,
    ja, strevið og slitið, sum øll líta á –
    tað er arbeiðsins dynjandi kvæði!

    4. Tá tøk skuldu takast, tá vóru vit har,
    vit vunnu fram fíggjarlig virði.
    Og vit reistu hús, eins og vit bygdu far,
    vit løgdu hvønn stein í samfelagsins garð –
    gingu trúliga treystir við byrði!

    5. Í fylking, í felag tað munar so væl,
    tá er ikki at halla vanga!
    Tað dunar, har fylkingin setir sín hæl,
    vit vita, at rættvísi sigra brátt skal,
    um í fylking vit framá bert ganga!

    6. Í fylking skal mennast várt arbeiðarlið,
    vit stimbrast og stælast í styrki
    at krevja vár rætt, og vit leggja tað við:
    Vár fylking skal halda í stríð og í frið,
    hon skal vera vár vernd og várt virki!

    7. Eitt sinn rísur dagur, sól roðar í líð
    og fold verður føgur at skoða,
    tá renna skal upp ein glæsilig tíð,
    tá samsýnt til fulnar er arbeiðsins stríð –
    tí er óræddur framá at toga.

    Sat eg mær á vári og stardi yvir sjó

    Orð: M.S. Viðstein
    Lag: Oluf Ring

    1. Sat eg mær á vári og stardi yvir sjó,
    kring um hól og heyg
    heiðafuglur fleyg,
    fram við strond eg hoyrdi vársins fragdarljóð:
    tjøldrini so fagurt nevjareyð.

    2. Sat eg mær á sumri fram við fjallatrom,
    kring um hól og heyg
    heiðafuglur fleyg,
    móti mær hátt “klippandi” fuglaflokkur kom:
    tjøldrini so fagurt nevjareyð.

    3. Sat eg mær í haga millum eyr og lyng,
    yvir hól og heyg
    heiðafuglur fleyg,
    hugaði mær mest, har fuglur fleyg í ring,
    tjøldrini so fagurt nevjareyð.

    4. Sungu allir fuglar ungarnar í song,
    fátt um hól og heyg
    heiðafuglur fleyg,
    seinast mundu stinga høvur undir vong
    tjøldrini so fagurt nevjareyð.

    5. Sat eg mær um heystið ytst á sjóvarklett’,
    fram við hól og heyg
    ferðafuglur fleyg,
    pikkaðu í fjøru, pikkaðu seg mett,
    tjøldrini so fagurt nevjareyð.

    6. Siti eg á vetri og stari yvir sjó,
    stormur herjar heyg,
    har ið fuglur fleyg,
    leingist mær at hoyra “kliipini” so fró,
    tjøldrini so fagurt nevjareyð.

    7. Tá ið vetur doyr, tey lætta sær á flog,
    og so flúgva tey
    yvir hav og heyg
    heim til Føroyar, bera vársins fragdarboð,
    tjøldrini so fagurt nevjareyð.

    Í hvørjum nærkast mín burturferð

    Orð: Steen Steensen Blicher
    Lag: Oluf Ring
    Týtt úr donskum: M.S. Viðstein

    1. Í hvørjum nærkast mín burturferð,
    og vetur hoyrist á heiði;
    sum flytifuglur eg eri her
    og heim á øðrum stað eigi.

    2. Meg allar dagar tó vardi tað,
    tað man ei hjarta mítt tyngja,
    tí vil eg fegin mítt glaða lag
    á burturferð míni syngja.

    3. Kann henda, eg skuldi kvøðið kátt,
    og málið treystari verið;
    av ódnarstormum á dimmu nátt
    so fjaðursærdur eg eri.

    4. Eg ivldi spent mínar veingir út
    og flogið í Guds náttúru,
    men heilt lamsligið er flogið mítt
    og innistongdur í búri.

    5. Eg vildi fegin í lofti blá’
    mær lætt í ljómandi sangi;
    men her í visti eg verða má –
    ein neyðar skuldbundin fangi.

    6. Tað tíðum mær tó til ugga er,
    tá mest eg siti og stúri,
    sjálvt hjartkipt, syngjandi rødd mín fer
    við longsli úr mínum búri.

    7. O, vallari, lýð á kvæðið her,
    kann henda, tað kann teg frøa;
    Gud veit, tað er kanska síðstu ferð,
    tú hoyrir lívsfangan kvøða.

    8. Tað berst mær fyri, í nátt eg skal
    á flog til heimið, mær hóvar;
    tí syngja vil eg eitt eymt farvæl,
    tað kanska síðstu ferð ljóðar.

    Sól til viðar gongur

    Orð: M.S. Viðstein
    Lag: Carl Mortensen
    Viðmerking: Yrktur í 1936

    1. Sól til viðar gongur,
    ei er dagur longur,
    stjørnurnar á himni hátt
    boða, at nú verður nátt –
    sól til viðar gongur.

    2. Sól til viðar gongur,
    náttardimmið hongur
    yvir bý og bygdarlag –
    liðugt er alt verk í dag. –
    Sól til viðar gongur.

    3. Sól til viðar gongur,
    tagnar fuglasjongur,
    vongur fjalir høvr gott,
    dúrar fuglur sælt á nátt. –
    Sól til viðar gongur.

    4. Sól til viðar gongur,
    eingin meir er fongur
    til teir menn á havinum,
    teir, ið royna fiskigrunn –
    Sól til viðar gongur.

    5. Sól til viðar gongur,
    títt er dagur trongur,
    mannasál og barnalund
    finna hvíld á kvøldarstund –
    Sól til viðar gongur.

    6. Sól til viðar gongur,
    ljóðar kvøldarsongur
    takksamt fyri dagsins stríð,
    tá í vestri bjørt og blíð
    sól til viðar gongur.

    Heim av Suðurlandinum á Mariumessu um várið

    Orð: M.S. Viðstein
    Lag: Vísulag (Blandt hedenolds de Nordens gjæve helte)

    1. Har bylgjan leikar fram við
    Íslands strendur
    á Suðurlandinum vit lógu trygt
    í tríggjar vikur, nógv var fyri hendur
    at draga – stravna lív tó væl var tykt.

    2. Tætt undir landinum við Oyrarbakka
    vit mangan morgun mundu “hála av”,
    við vaðbeinið var frøi, jú, vit takka
    fyri veiði, Íslandshavið gav.

    3. Væl tíðum vóru dagar nakað stravnir,
    tá ikki fiskurin at draga treyt,
    tá øksl var eym og armar mest sum lamnir,
    og skipið borðafult av fiski fleyt.

    4. Og ei var tíðin long, bert tríggjar vikur,
    og so var saltið uppi, skipið fult;
    hevði nú landnyrðingur verið kvikur,
    vit vilja heim, tað kann ei haldast dult.

    5. Ein morgun snimma lotar hann av landi,
    høgættargarðar kastast av og á,
    hann frískar upp í hvørjum, nú ei vandi
    er til at vinda hvørt eitt segl í rá.

    6. Men enn er hasin gamli ikki uppi,
    tí mega vit í tolni bíða enn,
    um hann kom beint nú, ivaleyst vit sluppu
    at seta segl og rýma alt í senn.

    7. Og tá hin gamli sást at koma undan
    í kappanum, hann lítur út á sjógv,
    sær vendi knappliga í kringi undan
    og segði: “Vent, og legg á bakborðs bógv.”

    8. Og síðani vit seta á hvønn skeka
    og halda undan, hgyg, hann lotar høgt,
    og alt vit eiga – tað man ikki breka –
    hon tolir tað, tí væl er skútan røkt.

    9. Í somu stund, so skjótt, ið orð var gitið,
    at vit nú skuldu halda yvir hav,
    var repið úrloyst, sum nú hevði sitið
    í, síðan fyrst vit høvdu hálað av.

    10. Hin størsti klyvarin við gleim varð settur,
    í stakið breiðfokkan varð hakað í,
    vit hála for mesan og stórsegl, eftir
    sjónum fýkur skútan fræls og frí.

    11. Og fast um róðurtalju fingrar kreppa,
    tí ansast eftir, kós skal haldast væl,
    ov leingi hann at standa ei má sleppa,
    á hvørjum tíma avloyst verða skal.

    12. Og yvir havið ljódligt ferðin líður,
    í “skarpinum” so friðarligt tað er,
    til “loringina” blæsur byrin blíður,
    hann koyrir á, hon skundar síni ferð.

    13. So skiftast vaktir, og so skifta nætur,
    í lýsing sjómanseygu nýtast væl,
    so langt er komið nú, tí gevið gætur
    og ansið eftir, land skjótt síggjast skal.

    14. Ja, nú sæst land, teir kavataktu tindar
    seg hevja upp úr Atlantshavi hátt,
    og beiskir, eysturhallir norðanvindar
    við hvítum brimi randa bergið blátt.

    15. Langt út’ í eystri sólin nú sæst stava,
    hon geislar sínar sendir inn á land,
    á Mýling, ið nú krýndur er við kava,
    tann búnin prýðir hann frá egg til strand.

    16. Og Mýlingur í morgunsól sæst standa,
    so høvurhvítur, stinnur stendur hann,
    hitt svarta bergið eggina man randa,
    við bergsins fót sær Stakkur hvílu fann.

    17. Vit kenna hetta landið allir samlir,
    tí hetta berg er eittans millum øll,
    so eyðkent er tað, ungir menn og gamlir
    teir telja fremst tað millum Føroya fjøll.

    18. Og millum lond er’ Føroyar okkum kærast,
    og Atlantshavið vinur okkar’ er,
    har ungir menn til sjógarpar upplærast,
    hvør gleði føðilandi sínum ger.

    19. So fuglalættur hugurin man sveima,
    tá ið vit standa inn í Djúpini,
    tá kvøldið kemur, tá vit eru heima,
    – ja, best er heima til at hvíla seg.

    Fullfíggjað frælsi á jørð

    Orð: M.S. Viðstein
    Lag: Kom kúgaðu kring allan heimin

    1. Um heimin nú so víða gellir
    eitt frælsisljóð og gleðiboð:
    Hitt svarta afturhaldið fellur,
    ella verður rikið á flog!
    Tað ljóðar hvølt um okkar’ oyrur.
    Tit reisist og fylkist í bólk.
    Tann fjøld, sum fegnast ljóðið hoyrir,
    er heimsins niðurboygda fólk.

    :,: Yvir heygar og dalar,
    yvir fjøll, yvir fjørð
    ljóðar boðskapur, ið talar
    um fult frælsi her á jørð. :,:

    2. Vit, sum fyrr altíð gingu aftast,
    vit vilja sjálvir ganga fremst.
    Vit skilja, og vit fata lættast,
    hvussu okkum á mál best kemst.
    Tí aldri sovandi maður
    nakrantíð sigur vann,
    og hann, ið letist líka glaður,
    til betri kor ei koma kann.

    3. Og trælatíðin nú er lokin,
    og leinkjur eru brotnaðar,
    og veldisharratíðin fokin,
    og koyrlar teirra rotnaðir.
    Tó er ikki síðsti dystur runnin,
    nógv er eftir at herja á,
    og fullur sigur er ei vunnin,
    fyrr enn vit skipa stjórnarráð.

    4. So føgur skyggir sól í líðir,
    hon fargar hav og gyllir fjøll,
    hon boðar: Sigra skal umsíðir
    hin breiða mannafjøldin øll,
    tá skal reyða frælsissólin branda
    á tindum og gløða í líð,
    og ljós skal kveikjast alra landa,
    tá fylkist fjøld til sigrandi stríð!

    Tíðin, ið rann

    Orð: M.S. Viðstein
    Lag: Johannes Torrild

    1. Hin tíðin, ið rann,
    hin tíðin sum svann,
    so djúpt hevur sett síni merkir,
    har illgongt var, ruddað er, – grønskandi kann
    ein nú síggja vøllir, ein aldri fyrr fann,
    geva vón, at vit nú standa sterkir.

    2. Og minnast vit sólina, tá ið hon hvarv
    og glæmu um fjallatind setti,
    hon lýsti sín frið á hitt harðvunna starv,
    ið føroyingar fingu frá fedrum í arv,
    tað gav vón – mangur kroykin sær fetti.

    3. Teir garpar her stríddust í síðstlidnu øld,
    í aldanna hav rann burtur,
    teir tóku tey tøk, og teir reistu tey tjøld
    og eldkveiktu sál, ið var stirvin og køld,
    tí her nú vaksa blómur og urtir.

    4. Tøkk fái tit allir, ið stríddust so hart
    og harðastu tøkini tóku,
    tit stóðu í skúmandi ódn, beiskt og bart,
    um menn vildu køva tað, tykkum var kært,
    ristu dygt tit teir stóru og klóku.

    5. Og stríðast vit enn á tí somu leið,
    har tit róðu andstreymin stranga,
    í fylking vit mennast, tá svitast tað ei,
    at vit vinna áfram, og gøta er greið,
    bert um sameind í fylking vit ganga.

    Haldið fram í fylking

    Orð: Sabine Baring-Gould
    Lag: Arthur Seymour Sullivan
    Týtt: Maurentius Sofus Viðstein

    1. Haldið fram í fylking
    allir Harrans menn,
    Jesu Kristi krossur
    veittrar okkum enn!
    Krist, vár kongur stóri,
    leiða okkum skal,
    síggið sigursmerkið
    bleiktra hátt og væl!

    Niðurlag: Framá, Kristi stríðsmenn,
    sigur vinnast kann,
    sjálvur Jesus Kristus
    fyrsta stríðið vann!

    2. Undan sigursmerki
    fer hin óndi tá.
    Kristi stríðsmenn skulu
    stóran sigur fá.
    Heljar skansar falla,
    og vit rudda slóð.
    Brøður, hevjið røddir,
    syngið sigursljóð!

    3. Harrans kirkja stevnir
    fram, eitt valalið,
    á tí leið teir halgu
    stigu síni stig.
    Vit teim skulu fylgja,
    vón oss hava veitt,
    øll í trúgv og vón og
    kærleik’ eru eitt.

    4. Trónur skulu falla,
    týnast lond í stríð,
    Jesu Kristi kirkja
    stendur alla tíð.
    Aldri heljar grindir
    muna nakað her.
    Kristus enn sum áður
    skjøldur okkum er.

    5. Framá, fólk á foldum,
    fylkist fólk so mong!
    Takið nú øll undir,
    syngið sigurssong!
    Allar einglarøddir
    syngja við so vist:
    Lov og tøkk og heiður
    havi Jesus Krist!

    Á stillu nátt

    Orð: Knút Wang
    Lag: M. S. Viðstein

    Á stillu nátt á dreymagátt,
    tá leiti eg til tín.
    Eg sovni inn við bros á kinn,
    og droymi, tú ert mín.

    Í dreymi eg tá vitji teg
    á náttarstillu stund.
    Í dreymaverð tá ber vár ferð
    til ástareyman fund.

    Mær eru nær tá varrar tvær,
    Ið leska sál og sinn.
    Og brosið títt í hjarta mítt
    ber ljós og hita inn.

    Men náttin fer, tað aftur ber
    úr dreymaverð hjá mær.
    Og vakni eg, tú fer tín veg
    og ert ei longur nær.

    Um meg ei tú vilt elska nú
    sum tá, vit kendust gott.
    Eg hitti teg á mínum veg,
    Í dreymaverð á nátt.

    Eg sigla man yvir lívsins hav

    Orð: Henry Albert Tandberg
    Lag: Klaus Østby
    Týtt: Maurentius Sofus Viðstein

    1. Eg sigla man yvir lívsins hav,
    meg ber hin skiftandi bylgja;
    mín Harri Jesus, hann kós mær gav,
    og hesi kós vil eg fylgja.
    Eg stevni fram at teim ljósu londum,
    við lívsins træi á føgrum strondum,
    har altíð sól og summar er.

    2. Meg stundum byrurin góður ber,
    og nógvum skipum eg fylgi,
    sum halda fram hesa somu ferð
    á lívsins ótryggu bylgju;
    og frítt er havið, og byrur blíður,
    og eftir skipinum skjótt tað líður,
    og hvørt eitt segl man standa fult.

    3. Men sigla eina eg ofta má
    á nátt í storminum kalda,
    tá ei er stjørna, ei land at sjá,
    eg onga leið veit at halda.
    Tá grøv eg síggi í bárum køldum,
    tá kemur Jesus á havsins øldum,
    í síðstu, myrku náttarvakt.

    4. Mítt lívsfar veikt bygt og lítið er,
    sum yvir hav meg man bera;
    tó Harrin sjálvur er hjá mær her,
    hann fulltrygg verja skal vera,
    hann enn er máttugur eins og forðum,
    alt lúta má for hans guddómsorðum,
    brátt tagnar stormur, bylgjan legst.

    5. Tá síðsti stormur er riðin av,
    á ljósu strondum eg lendi,
    tá skal eg skoða, hvat Harrin gav
    til tey, sum aftur ei vendu;
    ei nakar hugi tað skilja kundi,
    ei nakað eyga tað síggja mundi,
    hvat har hann hevur teimum goymt.

    6. Lat akker falla! Eg náddi havn,
    farvæl, tú ótrygga bylgja!
    Eg leggi meg í hans kærleiksfavn,
    sum trúgvur mær vildi fylgja.
    Hoyr, kendar røddir meg blíðar kalla,
    nú stilt mítt akker man niður falla
    í tryggu, sælu hvíldarhavn!