Fjøldin hevndi seg

    Orð og lag: MC-Hár

    Nei tað gongur ei longur
    nei tað gongur ei meir

    Hvør var tað, hvør var tað hvør var tað, sum var her
    Tað vóru seytjan svakar sektir við maskingever
    Tær hava skotið meg, tær hava skotið teg
    Tær hava skotið TjÈ og C-987B
    Tær hava skotið dr D
    Tær hava skotið WWW
    Tær hava skotið ljóðprodúsaran og kórið fyri seg
    Tær hava skotið alt og brotið miksaran
    Tær hava verið púra svakar síðan fyrsta sang

    Nei tað gongur ei longur
    nei tað gongur ikki meir
    teir ganga ikki meir

    Farvæl øll somul
    ung sum gomul
    hetta var MC-Hár
    (MC-A, SBN, TjÈ, og vinir/MC-

    Q.Z.A.: kókað terpentin?

    Orð og lag: MC-Hár

    Inn her
    inn her
    inn her
    inn her

    Men tað hendi jú ígjár
    men tað hendi jú ígjár
    MC-Hár

    Inn her
    inn her
    inn her
    inn her

    Eg havi ikki musklar og eg banki ikki fólk
    tú bjóðar mær Jack Daniels, men mær dámar betur mjólk
    tú snakkar um fótbólt og um kappróður við meg
    men kappróður er keðiligur og fótbólt hatið eg
    eg tími ikki at berjast og slett ikki við teg
    eg veit at tú er bæði størri og sterkari enn eg

    Inn her
    inn her
    inn her
    inn her

    Men ta hendi jú ígjár
    men ta hendi jú ígjár
    MC-Hár

    Inn her
    inn her
    inn her
    inn her
    (Traditionelt Suðuroyarskjaldur, SBN/C-987B, TjÈ)

    Eg havi fimm gramm av torv av besta slag
    úr Dannemark sjálvur havi smugla tað
    eg havi fimm gramm av torv av besta slag
    úr Dannemark sjálvur havi smugla tað

    Kóka øl – kóka øl souffle
    kóka hassj – kóka heisuppu
    baka breyð – baka pitabreyð
    et ein seyð og kókað terpentin
    gev mær øl, gev mær hasj, gev mær amfetamin
    eg flúgvi gjøgnum tokurnar eg eri til grin
    (SBN, MC-A,TjÈ/TjÈ)

    Vátt

    Týtt: Tróndur Bogason og Niels Uni Dam
    Viðmerking: Sangurin finst á fløguni Framvegis uttan vit hjá MC Hár. Upprunaliga enskur.
    Upprunaheiti: What?

    Undir einum lítlum træ
    summarveður og vár
    liggur eggjandi hjá mær
    liggur eggjandi við MC-Hár

    Lotið lýgur mær eitt lag
    kastar skuggan av tær
    og eg síggi tína verð
    hon er eyðmjúk og ber

    Við eitt er verðin vorðin veik
    lívið krevur sín leik
    og tú vaknar við at…

    Himmal, hav og helviti
    og heidningar á rað
    sum bløðandi
    í eldtungum
    tín vanda hava sæð
    her hjá mær

    Við eitt er verðin vorðin veik
    lívið krevur sín leik
    og tú vaknar við, at deyðin fær
    tak um sálina hjá tær

    Lotið lýgur mær eitt lag
    kastar skuggar av tær
    og eg síggi tína verð
    hon er eyðmjúk og ber

    Og nú hyggur tú ein annan veg
    út í myrkrið gjøgnum meg
    regnið speglar tína tankaferð
    út úr heiminum tú fer

    Lotið lýgur mær eitt lag
    kastar skuggar av tær
    og eg síggi tína verð
    hon er eyðmjúk og ber

    Himmal, hav og helviti
    og heidningar á rað
    sum gløðandi
    í eldtungum
    tín vanda hava sæð
    her hjá mær

    Inn her

    Óforstaðið

    Orð og lag: MC-Hár

    Hvat nú, sigur tú, og so hyggur tú at mær
    eingin veit nú nær, tú ert hvar, men vit fylgjast við tær
    eg vil ikki reypa, men tú minnur meg um meg
    eg havi verið púra svakur líka síðan eg sá teg
    eg livið bert fyri tær
    og tí sum tú sær og alt var eg
    Floyd’sa stóra garð og eg var alt
    ver sum Dr. D eg kom í verð
    eg sigi sum TjÈ og eg gav lív
    ”Lívið er eitt epli” nú ert tú her

    Túsund bankar, tómir tankar Alt dettur útav eini dós
    sjey sergentar uttan kantar alt dettur útí eina sós
    hyggja eftir tær
    men hjá mær er lagið
    óforstaðið
    hvør man hava stolið tað Smør

    Hey tú, sigi eg, og eg byggi mær eitt lív
    eingin var nú nærtakandi uttan tey trý sum vóru stív
    eg havi leita eftir svarðinum, men eg finni bara teg
    eg veit ikki um ta sigur meira um teg enn um meg
    alt melur rundan um teg
    hygg onkran annan veg og eg var alt
    annars spýggi eg eg roykti vatn
    eg sigi sum C-987B vatn roykti meg
    ”Eg elski eplamos” og LSD
    og eg varð einki

    Túsund bankar, tómir tankar Alt dettur útav eini dós
    sjey sergentar uttan kantar alt dettur útí eina sós
    hyggja eftir tær
    men hjá mær er lagið
    óforstaðið
    hvør mann hava stolið tað Smør
    (TjÈ, SBN, H. Spott/TjÈ, C-987B)

    Endiliga tað ordentliga Ólavssøku-rappið

    Orð og lag: MC-Hár

    Tivoli Tivoli
    ballónir og fólk
    HB og TB
    kappróður og drukk
    ólavsøka ólavsøka
    ársins besta ball
    bygdafólk í Havn bæði frell og lall

    Skralltómir fullfirðingar uttan vit
    ganga runt í Havnini og skilja ikki skit
    sandingar í gummiskóm flippa út
    fyri at pissa á Havnina teir bróta ein rút
    møt mær á vaglinum við hálvari gin
    aftan á útimøti vit bunkra hjá Mim

    gev mær øl gev mær hassj gev mær amfetamin
    eg flúgvi gjøgnum tokurnar og eri til grin

    Tivoli Tivoli
    ballónir og fólk
    HB og TB
    kappróður og drukk
    ólavsøka ólavsøka
    ársins besta ball
    bygdafólk í Havn bæði frell og lall

    Kandyfloss í hárinum og stinkar av lort
    burde handa bygdamannin av Havnini koyrt
    fløskubrot og Bigge sum skeldar út
    yvir hasar sandinginar sum brutu ein rút
    konsertin á molanum er flutt inn á land
    hvat verður tað næsta – LANGASAND

    Gev mær øl gev mær hassj gev mær amfetamin
    eg flúgvi gjøgnum tokurnar og eri til grin

    Koksuttir klaksvíkingar kutta ein klump
    síðsta sløva sella fær enn eitt skrump
    málningar í smiðjuni fólk kunnu sjá
    men tað skíta heilatómir hálvheilar á

    Kann eitt hálvt krúss vera tómt?

    Ja tað kann – ja tað kann – ja tað kann – sku mín sann

    Ja tað kann
    ja tað kann
    ja tað kann
    sku mín sann
    hann fann
    ein mann
    sum kann
    eita Dan
    ella Jan
    men brann
    ein spann
    mín sann
    O.J. vann
    Asserbadjan
    (MC-A, SBN/TjÈ)

    Savnist nú!

    Orð og lag: MC-Hár

    Sjá nú Føroya syndarar
    tykkar synd
    Harrin oss revsar
    sjá tað
    Føroyingar vaknið
    lýðið várt orð
    kom standið nú saman
    mót syndini
    tónleiksins herðmenn
    ríða fram
    teir djevulsins boðskap
    nú útbreiða sum sótt
    savnist nú

    fólk ið roykja vatn
    og við sjálvsgleði
    prædika ólíkind
    javnan
    menn við øðrum monnum
    og ógiftum
    drukk, stoffir og annað
    ljósareytt
    savnist um okkum
    brenn alla synd
    sjey heilagir harrar
    for seytjan heilagum sektum
    savnist nú

    (SSS/TJÉ, McRestorff)

    Læran um familjuvirði og fólkasið

    Orð og lag: MC-Hár

    (TjÉ, C-987B)

    Kynsligt flopp
    Tú stendur har og hyggur eftir mær
    skilur ikki sjálvur, hvat er galið við tær
    damurnar allar samlar elska meg
    men ikki tær tíma at nerta teg
    eg kann ikki ganga í frið
    men eingin vil ganga við tína lið
    mín seks-appil er heilt í topp
    tín appil er eitt kynsligt flopp

    Tú grætur, heilar nætur
    hugsar um hví so er
    vakin, nakin, sakin
    hatar ta køldu verð

    Tú stendur har og hyggur eftir mær
    skilur ikki sjálvur hvat er galið við tær
    damurnar allar samlar elska meg
    men ikki tær tíma at nerta teg
    í síðstu viku ditsjaði eg eitt supermodel
    tað einasta tú ditsjar er títt egna skrell
    mítt seingjartoy tað duftar av seks
    títt tað luktar av at spæla keks

    Tú grætur, heilar nætur
    hugsar um hví so er
    vakin, nakin, sakin
    hatar ta køldu verð

    Tú roynir at skifta deodorant
    mína feitastu skjúrtu tú hevur lænt
    tú roynir at blíva akkurát sum eg
    sum so nógvir hava roynt áðrenn teg
    tað hjálpir eitt sindur men ikki nokk
    og tú hugsar við tær sjálvum mega-fukk
    tú er illur og súrur og spyr meg tí
    hey tú scorar so nógvar sig mær hví
    (SBN/MC-Hár)

    Tað, ið eg havi, sum tú ikki hevur
    eg havi hár
    mín frisúra er feit
    eg havi
    ja, superfeit
    tað er tí tað er
    tað er ein kusimagnet

    hárið undir tær kitlar mær
    kanst tú gita hvar
    nem meg har

    ert tú fotomodel

    vilt tú síggja mína glansbílætsamling

    veist tú hvar eg havi hár

    einaferð vóru tað Per, Pól og Sláme

    góða kom aftur tá tú ert seytjan

    tú minnur ei sørt um Marilyn Monroe

    eg kenni Kristian Blak

    Samaria skal bøta fyri, at tað hevur sett seg upp ímóti Gudi sínum; fyri svørði skulu tey falla; smábørn teirra skulu verða sorað sundur, og kvinnurnar sum eru við barn, skulu verða kruvdar. (Hóseas 14.1 Victor Danielsens týðing)

    framvegis uttan vit renna kappróður er keðiligur og fótbólt hatið eg elski teg sjálvan sum sjálvan teg

    hárið undir Snar kitlar mær
    kanst tú gita hvar
    nem meg har

    visuelt trikot
    trýdimensionelt lot

    (SBN, TjÈ/TjÈ)

    Kom við mær

    Orð og lag: MC-Hár

    Rætt mær tína hond
    eg vil leiða teg
    opna títt hjarta
    eg vil elska teg
    opna tíni bein
    eg vil inn í teg
    koyr trussurnar av
    eg vil smakka teg

    Kom við mær
    kom við mær

    Áh, sum tað er søtt
    áh, sum tað er søtt
    tú ert vát og deilig
    og smakkar søtt
    áh, sum tað er søtt
    tú ert vát og deilig
    og smakkar søtt
    áh, sum tað er søtt

    Kom við mær
    kom við mær

    Eg elski teg
    eg vil elska við tær
    eg elski teg
    eg vil elska við tær
    eg elski teg
    eg vil elska við tær
    eg elski teg
    eg vil elska við tær

    Kom við mær
    kom við mær

    áh, sum tað er søtt
    áh, sum tað er søtt
    tú ert vát og deilig
    og smakkar søtt
    áh, sum tað er søtt
    tú ert vát og deilig
    og smakkar søtt
    áh, sum tað er søtt

    Kom við mær
    kom við mær

    uttan fyri gluggan
    flóta skýggj
    úr sovikamarinum
    hoyrast skríggj
    tað besta seks
    er seks við tær
    tað besta seks
    er seks við mær

    Kom við mær
    kom við mær

    (SBN/TjÈ)

    Kynsligt flopp

    Orð og lag: MC-Hár

    Tú stendur har og hyggur eftir mær
    skilur ikki sjálvur, hvat er galið við tær
    damurnar allar samlar elska meg
    men ikki tær tíma at nerta teg
    eg kann ikki ganga í frið
    men eingin vil ganga við tína lið
    mín seks-appil er heilt í topp
    tín appil er eitt kynsligt flopp

    Tú grætur, heilar nætur
    hugsar um hví so er
    vakin, nakin, sakin
    hatar ta køldu verð

    Tú stendur har og hyggur eftir mær
    skilur ikki sjálvur hvat er galið við tær
    damurnar allar samlar elska meg
    men ikki tær tíma at nerta teg
    í síðstu viku ditsjaði eg eitt supermodel
    tað einasta tú ditsjar er títt egna skrell
    mítt seingjartoy tað duftar av seks
    títt tað luktar av at spæla keks

    Tú grætur, heilar nætur
    hugsar um hví so er
    vakin, nakin, sakin
    hatar ta køldu verð

    Tú roynir at skifta deodorant
    mína feitastu skjúrtu tú hevur lænt
    tú roynir at blíva akkurát sum eg
    sum so nógvir hava roynt áðrenn teg
    tað hjálpir eitt sindur men ikki nokk
    og tú hugsar við tær sjálvum mega-fukk
    tú er illur og súrur og spyr meg tí
    hey tú scorar so nógvar sig mær hví
    (SBN/MC-Hár)

    Tað, ið eg havi, sum tú ikki hevur
    eg havi hár
    mín frisúra er feit
    eg havi
    ja, superfeit
    tað er tí tað er
    tað er ein kusimagnet

    hárið undir tær kitlar mær
    kanst tú gita hvar
    nem meg har

    ert tú fotomodel

    vilt tú síggja mína glansbílætsamling

    veist tú hvar eg havi hár

    einaferð vóru tað Per, Pól og Sláme

    góða kom aftur tá tú ert seytjan

    tú minnur ei sørt um Marilyn Monroe

    eg kenni Kristian Blak

    Samaria skal bøta fyri, at tað hevur sett seg upp ímóti Gudi sínum; fyri svørði skulu tey falla; smábørn teirra skulu verða sorað sundur, og kvinnurnar sum eru við barn, skulu verða kruvdar. (Hóseas 14.1 Victor Danielsens týðing)

    framvegis uttan vit renna kappróður er keðiligur og fótbólt hatið eg elski teg sjálvan sum sjálvan teg

    hárið undir Snar kitlar mær
    kanst tú gita hvar
    nem meg har

    visuelt trikot
    trýdimensionelt lot

    (SBN, TjÈ/TjÈ)

    Sangurin um orð, tøl og tos

    Orð og lag: MC-Hár

    Hula orð og hula borð
    hula morð og hula snor
    orð eru orð uttan fyri meg null nakin null
    orð eru orð uttan fyri teg eitt eldri egg
    orð eru orð innan í mær tvey turr tøl
    orð eru orð innan í tær trý treisk trøll
    orð eru orð í hesari verð at fýra feitar
    orð eru orð í aðrari verð fimm feit fólk
    orð eru orð nú og her seks seks seks
    orð eru orð hina ferð sjey sjúk skjøl
    tøl eru tøl og tøl eru orð átta átjan ár
    tøl eru tøl og tøl eru orð nýggju nógv nýggj

    Eg læs einaferð eina bók um ein mann
    hann skeyt seg sjálvan og lukkuna fann
    eg skilti tað ikki, men skilji tað nú
    maðurin var líka býttur sum tú
    eg skilji einki, men eg skilji teg
    skilur tú hetta, so skilur tú meg

    Tosa um mjørka og tosa um sól tos, tos tos
    tosa um hønur og hanan sum gól tos tos tos
    tosa um einki og tosa um nógv tos tos tos
    tosa um fisk og hálvturr kjógv tos tos tos
    tosa um orð og tosa um tøl tos tos tos
    tosa um Ludo og onnur spøl tos tos tos
    ein deyður hundur, ein hálvdeyð kúgv tos tos tos
    ein myrdur klumpur, ein neyðtikin súgv tos tos tos
    eg helt tað var vín, ið mest líktist mjólk tos tos tos
    eg ræddist teg, men eg elskaði fólk tos tos tos
    eg skilji einki, men eg skilji teg tos tos tos
    skilur tú hetta, so skilur tú meg tos tos tos

    Eg læs einaferð eina bók um ein hund
    hann doyði av hungri og fekk sær ein blund
    eg skilti tað ikki, men skilji tað nú
    hundurin var líka svangur sum tú
    eg skilji einki, men eg skilji teg
    skilur tú hetta, so skilur tú meg

    Rapp, rapp, rapp
    vit renna kapp
    rappa, rapp, rapp
    vit renna kapp
    orð, orð, orð
    málsligt morð
    orð, orð, orð
    málsligt morð

    Eg læs einaferð eina bók um eitt orð
    tað brendi á báli og hittið eitt borð
    eg skilti tað ikki, men skilji tað nú
    borðið var líka brent sum tú
    eg skilji einki, men eg skilji teg
    skilur tú hetta, so skilur tú meg

    So skilur tú

    Rapp, rapp, rapp
    vit renna kapp
    rappa, rapp, rapp
    vit renna kapp
    orð, orð, orð
    málsligt morð
    orð, orð, orð
    nýmálsligt morð

    Hvat kunnu vit læra, hvat síggja vit her?
    hvat kunnu vit læra, hvat síggja vit her?
    hvat kunnu vit læra, hvat síggja vit her?
    hvat kunnu vit læra, hvat síggja vit her?
    hvat kunnu vit læra, hvat síggja vit her?
    hvat kunnu vit læra, hvat síggja vit her?
    hvat kunnu vit læra, hvat síggja vit her?
    hvat kunnu vit læra, hvat síggja vit her?
    hvat kunnu vit læra, hvat síggja vit her?
    hvat kunnu vit læra, hvat síggja vit her?
    hvat kunnu vit læra, hvat síggja vit her?
    jú orð altíð sigra triðju hvørja ferð
    (SBN/TjÈ)