Bjargafuglurin kvøður

    Orð: Mikkjal á Ryggi
    Lag 1: Vísulag (Brúðarvísan)
    Lag 2: Eg gekk mær ein dagin á bøin út

    1. Vit flakkaðu víða um Ermarsund,
    um Fraklandshavið hitt flógva,
    har brandar sólin um háveturs stund,
    men fuglur ei tørvar seg krógva,
    í mildum fleyri vit flúgva um nes,
    meðan sildatorvurnar smúgva um fles,
    og byrsa ei at okkum gellir.

    2. Ja, lættliga vinna vit føðina tá;
    men hvørt sum mót vári líður,
    so veksur í barmi hin bylgjandi trá.
    “Mót norði! mót norði!” hon býður.
    Vit leiðast við sild og við sólarbrand
    og leingjast til okkara ættarland,
    til Føroya skútar og røkur.

    3. Við bjartastu vónum vit strúka av stað
    í lofti so væl sum á bylgju,
    vit stremba norður bæði nátt og dag,
    so funnvís, fleiri í fylgi.
    Vit róptu, tá vit fingu bergini sjá,
    tey miklu, ið rísa úr havinum há:
    “O, Føroyar, Føroyar, tit prúðu!”

    4. Lat aðrar gíggja tey lýggju lond
    og berligu bergini niðra,
    várt elskaða heim, vár Føroya strond,
    vit hátt yvir alt teg virða.
    Her vappaðu vit tey fyrstu stig,
    ehr væntaðu vit at liva í frið,
    men – byrsan, byrsan hon gellir.

    5. Ja, fagurt er landið við vík og vág,
    við brøttum bergi og vøllum,
    og reystligt er dreingjanna lið at sjá,
    ið stevna frá Føroya fjøllum;
    men okkum er fjøldin vorðin so gramm,
    og býttlingar erpa sær av síni skamm,
    tá byrsan, byrsan hon gellir.

    6. Enn reiðrast vit tó á tí gomlu rók
    í torvu, í urð og í eyga.
    Vit kenna hvønn skort, vit finna hvønn krók
    og fagna teir til vár deyða.
    Her aldist upp okkara ættarlið,
    vit royna at ala eitt komandi við,
    men – byrsan, byrsan hon gellir.

    Fram, Føroyingar!

    Orð: Mikkjal á Ryggi
    Lag: Rudolf Bay
    Viðmerking: Fyrsta yrking, sum Mikkjal á Ryggi læt almannakunngera – undir dulnevninum “Gunnleygur”.

    1. “Fram, frímenn” fram frá londum
    og aðrar oyggjar til!
    Ei undir Haralds hondum
    ein kappi lúta vil.”
    So søgdu norðmenn prúðir,
    teir vundu segl í rá,
    teir settu sínar búðir
    her Føroya landi á.

    2. Fram, frímenn! enn sum fedrar,
    birt brandar upp í bál,
    vár, summar, heyst og vetrar
    lat ljóða forna mál!
    lat gella lúðrar hvøllar,
    lat reisast alt, ið lá,
    lat fylkjast vítt um vøllir
    eitt fagurt lið at sjá!

    3. Fram, føroyingur, á tingi!
    tak sjálvur róðrið fatt,
    og hevur øvut gingið,
    tað vendast má til rætt,
    og greiðast allar fløkjur.
    Í ódnum sum í logn
    best fríur maður røkir
    og ræður síni ogn.

    4. Fram, føroyingur, í viti,
    er ljósið enn fulldøkt,
    tað brátt skal verða gitið,
    at vit tí góvu røkt.
    Tað lýsa skal á fløtur,
    á fjøll og hav og strond;
    tað vísa skal á gøtur
    til bjørtu lívsins lond.

    5. Fram, føroyingur, í verki,
    so harðligt er títt land,
    og set tú á tað merkið,
    sum altíð sýnast kann.
    Lat dyrkast allar dalir,
    lat síðkast líð og ong,
    lat lívgast kýr og smalur,
    so fært tú góðan fong.

    6. Fram, føroyingur, um havið,
    har rásin ei gerst trong;
    eitt lív so frítt og stravið
    uppelur raskan drong.
    Við róðrarskútum smáum
    og stóru glæstriskeið
    tú kappast skalt í gávum
    við menn frá hvørji leið.

    7. Fram, frímansættin reysta!
    tín skúta væl er soymd.
    Vit vóna ei tað versta,
    er norðanmegin goymd.
    Er dirvið sterkt sum stálið,
    er vit og vilji við,
    vit vinna fram á málið
    og fremja fedra sið.

    8. Fram, frímansættin unga!
    ber skjaldarmerkið frítt;
    lat bragdartættir runga
    um lond og leiðir vítt!
    Tá tíðir várar forna,
    vár søga veri søgd,
    so unglingahjørtu orna
    og undra øll vár brøgd!

    Nú ber fram

    Orð: Mikkjal á Ryggi
    Lag: Lars Møller Ibsen

    1. So dapurt og dimt
    var um Føroya land,
    ei sól ella stjørna at skoða.
    Tey reystastu ungmenni kveiktu brand;
    fyrst bleikur hann tóktist at loga.
    Men brátt so bjartur hann brann í høll,
    og neistar fuku um hav og fjøll.

    2. Og dreingir, sum sótu á dimmu nátt
    og svóvu sum skarvar á skeri,
    tá lupu á føtur og funnust brátt
    í fylking hjá frímanna heri.
    Tað var eitt fagurt, men fáment lið,
    at nørast tók tað so við og við.

    3. Men stirðnaðir stavnar sær skaka við:
    “Hvør er tað, ið so torir tala?
    So stórorðað er hetta unga lið;
    vit mugu tað kúga og kvala.
    Teir storma fram nú við lop og hopp,
    slíkt hóskar ei for vár tunga kropp.

    4. Vit sótu so kvirrir við góðum hald,
    ei nýttist at røra ein fingur.
    Á fólkinum høvdu vit lættliga vald,
    og lystugt tað mólu í klingur,
    við botn um eygu og høft um hond
    teir tolnir lótu oss ráða lond.

    5. So tungt okkum tykir at skifta leið;
    tí vilja vit ferðini forða.
    Enn leypa teir lættir um tún og teig;
    men fastar vit skulu teir skorða
    og týna so, til hvør rødd er kvirr
    tí ráða vilja vit enn sum fyrr.”

    6. Ja, roynið at køva og lemja í sor,
    tit skjótt skulu fáa at kenna,
    at ilt er at byggja for báru borð
    og streyminum forða at renna,
    at Føroyar fostra upp fríar menn,
    at forna lyndið her bragdar enn!

    7. Við snildum øllum og list og mátt’
    so lítið tit tó munnu valda.
    Tier ungu alvar uppvaksa brátt,
    og aldri teir lata sær halda.
    Um gamal góður í ráðum er,
    hin ungi ramari roysni ger.

    8. Og halda teir fram síni fríu ferð,
    og trá sína streva at inna,
    so bráðnar í Føroyum tað kalda gler,
    og várið man veturin vinna.
    Ja, nú ber fram móti betri tíð,
    og fríður gróður her sæst í líð.

    Ævigi Guð vár, títt veldi, tín æra

    Orð: Mikkjal á Ryggi

    1. Ævigi Guð vár, títt veldi, tín æra
    upphav ei hevur og enda ei fær;
    túsundtals mansaldrar koma og fara,
    eru ei meir enn ein økt fyri tær,
    stórlátin ríki sum fon burtur svinna,
    heimur vár sjálvur skal brenna sum strá,
    stjørnur og sól skulu enda sín finna,
    einans tær, Guð vár, ei tíð rínur á.

    2. Alvaldi Harri, tær einki kann forða;
    einglanna herskarar lýða títt boð,
    stormur tær tænir og dundrandi tora,
    sólskin og væta og flykranna flog;
    brattastu bylgjur eitt orð av tær spekir,
    yðjandi fjøldum sítt borð reiðir tú,
    følnaðan gróður á vári upp vekir,
    fagrari blomstur enn Sálomons skrúð.

    3. Alvitri skapari, faðir alvísur,
    loyndasti tanki ei duldur er tær,
    túsundfalt longri enn sóleygað lýsir,
    eyga títt gløgt út um stjørnurnar sær.
    Vísmanna ráðgerð títt roynist so illa,
    Guð altíð sær, hvat ið gagnar oss best,
    altíð hann veit vára angist at stilla,
    borg hans er betur enn jarðklettur fest!

    4. Algóði faðir, tín miskunn so víða
    fevnir og føðir hvørt livandi kykt,
    endaleys góðska og signing tín blíða
    milt okkum lýsir, tí liva vit trygt.
    Kærleiki ert tú! Og kærast av øllum
    skapningi tínum tær menniskjan er,
    sælastu gleði í sólbjørtum høllum
    veitir tú hvørjum, ið vilja tín ger.

    5. Heilagi Guð vár, í rættlætis loga
    ljómar øll borg tín, ei myrkur har er;
    andlitis ljós títt ei orkar at skoða
    menniskjan, tó hon títt bílæti ber.
    Rættvísi Harri, sum reinleika krevur,
    visti tó væl fyri syndarum ráð;
    Jesus bar bót, so tú synd fyrigevur,
    tekur oss heim, tá vit fara herfrá!

    6. Livandi Guð vár, til jarðar vit níga,
    lova og prísa títt heilaga navn,
    kenna vár’ anda mót ljósi upp stíga,
    himmalskur ylur tá fyllir vár’ favn;
    hjarta, sum loyst er frá ótta og iva,
    kennir, at andin av himli er nær,
    sannar, at gott er hjá Guði at liva.
    Takk fái tú, sum oss hýsa vilt har.

    Í sólarrenning

    Orð: Mikkjal á Ryggi
    Lag: Eg minnist úr gomlum søgum
    Viðmerking: Fyrstu ferð á prenti undir dulnevninum “Gunnleygur” upp undir løgtingsvalið í 1906.

    1. Dimmið lættir av jørð, og
    tjøldur láta so fró;
    bylgjur leika í fjør,
    sjóða sítt vana sjóð.
    Hvat teskar bylgjan hin fría,
    ber hon eitt hugnaligt boð?
    Mær tykir, eg kann hana týða,
    mær tykir, hon sigur so:

    2. “Sólin roðar á tindum,
    hon rennur úr kavi brátt,
    føroyingar ganga í blindum,
    skilja ei nón frá nátt.
    Sólin stígur úr havi,
    hon boðar ein nýggjan dag –
    til dáð ella deyð? Gud gævi,
    at føroyingar varnaðu tað.

    3. Teir garpar, ið fúsir fara
    í brúsandi ódn um sjógv,
    ið óttast ei stormin harða,
    ei bylgjanna brot á lógv,
    ið ferðast so fríir á fjøllum,
    ið klúgva í bergi hátt,
    so reystir dreingir í øllum,
    ei kenna sín egna mátt.

    4. Teir vilja so fegnir fjakka
    tann veg, teimum vísist á,
    teir lata seg tolnir traðka,
    teir taka sær einki rá.”
    O, føroyingur reysti! Gud gævi,
    tú reistist og rópti um verð:
    “So leingi á kodda svav eg,
    nú búgvist eg fram á ferð.

    5. Nú skal einki haft mær halda,
    eg vinna skal vegin fram,
    tí sjálvur vil eg mær valda
    og liva fyri uttan skamm.” –
    Sólin stígur úr kavi,
    hon boðar ein nýggjan dag,
    til dáð ella deyð? Gud gævi,
    at føroyingar ansaðu tað!

    Vit fylkjast, faðir, um títt orð

    Orð: P. Sørensen
    Týtt: Mikkjal á Ryggi

    1. Vit fylkjast, faðir, um títt orð,
    tín skírnarfunt, títt altarborð.
    O, lat oss kenna, at tú her
    sum áður enn hjá okkum er.

    2. O, góði Guð, upplýs oss svá,
    at okkum sjálv vit kenna smá,
    og einans tað vit meta stórt,
    tú fyri okkum hevur gjørt.

    3. Av egnum ávum lívsins leið
    vit, góði faðir, finna ei,
    men hoyra vit títt halga mál,
    vit fáa styrk og ljós í sál.

    4. Tað er tann hjálp, sum leiðir heim
    frá heimsins sorg til himla gleim;
    tann lovsong hátt vit syngja tá,
    sum veikur her á vørrum lá.

    Í dráttratíð

    Orð: Mikkjal á Ryggi
    Lag: Carl Michael Bellmann

    1. Bindið bakkabandið fast
    um vár belti, í bergi vit brátt skulu síga.
    Ger enn umaftur eitt kast.
    Sansa at, so ei knútarnir glíða.
    Sláið hælin fast í jørð.
    Setið tríggir á bondini, so er vár siður.
    Sterk tey eru sum í fjør;
    tú kanst óræddur heingja teg niður.
    Lesningstátt í hond eg tók
    og ein lítlan lundakrók.
    Nú skal royna glaðan lyst,
    og eitt hundrað eg vænti mær vist.

    2. Hanga millum loft og hav
    er ein sæla, sum bjargamenn flestallir kenna.
    Fegnir fara teir útav,
    móti berginum føturnar spenna.
    Sum seg fuglur kenna má,
    har á breiðspentum veingjum hann brúsandi flýgur,
    so er mansins kensla, tá
    hann í luftini reiggjandi sígur.
    Um so línan mala vil,
    ræður um at nýta skil,
    beina sær við hond og fót,
    venda bringuna berginum mót.

    3. Skorin er so væn og fríð.
    Millum hvannir veðrarnir at okkum hyggja.
    Torvan er so grøn og síð,
    og í holunum lundarnir byggja;
    troka armin har inní,
    og tú kennir teir flógvar og fjaðraðar liggja;
    fúsir stútt til blóðugt stríð
    tínar hendur teir høgga og tyggja.
    Út úr hvørjum gjótulag
    brakar álkan: Góðan dag.
    Ikki fekk hon blídligt svar,
    undir reimina upphongd hon varð.

    4. Hæla spor og sit væl við;
    tað er ørðugt og illgongt í lomvigareyga.
    Fer mín fótur har á glið,
    heldur tú fyri lívi og deyða.
    Enn meg lystir ei í mold
    burt frá lívi og leiki og lundum at fara.
    Føgur ert tú Føroya fold,
    eg vil liva til land mítt at æra. –
    Sólin heit um himin fer,
    var nú bert ein kelda her.
    Liðugt er. Eg varða skal.
    Drag meg upp. Nú er vunnið so væl.

    Vermir nú ta stirdu jørð

    Orð: Mikkjal á Ryggi

    1. Vermir nú ta stirdu jørð
    vársins lýkka blíða,
    livnar tað, sum fell í fjør,
    grønkast foldin fríða.
    Lívga Guð so sinnið várt,
    linna alt, sum svíður svárt,
    legg tín frið í barmin.

    2. Vítt um heiðar, tún og ong
    fuglar láta glaðir,
    senda fagran takkarsong
    upp til ljósins faðir;
    má so ei hvørt mannamál
    syngja við av lív og sál:
    «Ey, sum Guð er góður!»

    3. Fellur aftur følv í dal,
    hvessir kuldavindur,
    níva teg tey myrku æl,
    bíða bert eitt sindur:
    Royna vár og vetur dyst,
    sólin sigrar, tað er vist.
    Veitst tú so, hvør valdar!

    4. Hann, sum leggur vetrarsnjó,
    hann, sum lýkku sendir,
    hann, sum dimmið burtur dró,
    sorg til sólskin vendir,
    hann, sum okkum elska man,
    hann, sum geva vil og kann
    sínum ævigt summar.

    Verði tín vilji á jørð sum á himli, Guð faðir

    Orð: Mikkjal á Ryggi
    Lag: Stralsund

    1. Verði tín vilji á jørð sum á himli, Guð faðir.
    Kærleiki ert tú, á vald títt vær lítum so glaðir;
    algóð tín hond
    røkkur um ríki og lond
    bøtir tað, børnunum bagir.

    2. Menniskjans vit ikki røkkur til gjølla at skilja,
    hvat ið oss gagnar, og kundu vit alt tað, vit vilja,
    fingið í lag,
    máttu vit mangan um tað
    syrgjandi høvur várt hylja.

    3. Verði tín vilji, um sorgir mær kinnarnar væta,
    orki eg ikki títt alvísa ráð enn at fata,
    veit eg tó væl,
    seinni eg síggja vist skal;
    alt tú mær sendi til bata.

    4. Styrk meg, Guð faðir, so glaður tín vilja eg geri,
    elski títt orð og tín heiður um bygdir út beri;
    likam og sál,
    hugur og verk várt og mál
    altíð til vildar tær veri!

    5. Íðin vær nýtum tey evni, ið oss eru givin,
    – gagnleys er gáva, sum niður í mold verður grivin; –
    dygdargóð trúgv
    vinni í hjørtunum búgv,
    tá hvørvur óttin og ivin.

    6. Fáa vit lært, Guð, tín vilja til fulnar at lýða,
    geva alt í tínar hendur og trygdgóð tær bíða;
    vunnin tá er
    mætasti gripur í verð,
    ljóða má lovsongur víða.

    Neytakonugildið

    Orð: Mikkjal á Ryggi
    Lag: Vísulag (Lívligt er á bønum í dag)

    1. Sólin setir á Líðarhús
    hásummardag,
    hvør neytakona so kvik og fús
    tá tekur sítt bið og fer av stað.

    2. Vesturskinið brennir so lýtt
    sólbjartan dag,
    sveittin streymar á kinnum strítt
    og flýtur um háls og herðablað.

    3. Tjøldur heilsa so mælsk og blíð:
    “Klipp! Góðan dag!”
    Hoyr nú, oman úr høgu líð
    so hugnaligt ljómar mæ mæ mæ!

    4. Mjólkin strálar í skjólu – surr –
    signaðan dag;
    snípan stoytir sær – burr rurr rurr –
    og hækkar seg – kipp kipp kipp – so glað.

    5. Fylið leikar á fløtu kátt
    grasmett í dag;
    dyllurnar fyllast so javnt og smátt,
    so ragga vit heim um Neytavað.

    6. Mangan gingu vit galna leið
    kavmyrkan dag,
    leitaðu leingi og funnu ei,
    sjálvt lættasta sinnið lúgvar tað.

    7. Grasið er so vátt og sítt
    sirmtungan dag,
    neytafylgið strýkur so vítt,
    tá tvassa vit tungt um tøssut flag.

    8. Tætt er drivið, og tokan køld;
    vanlukkulag!
    Grísað verður alt í kvøld,
    vit bera til hús tað tóma træ.

    9. Regnið baldrar á biðiskinn
    vindharðan dag,
    druknar líka at kroppi inn,
    tá kylir í kjøt tað kalda bað.

    10. Áin brúsar so morreyð og grá
    óveðursdag,
    øgiligt er at halda á,
    tá streymurin fussar upp um knæ.

    11. Gildi vit í haganum
    hava í dag,
    rómafleytir í maganum,
    so kvøða vit kátt í góðum lag.

    12. Damur, ið virða okkum sum rusk!
    Ringasta dag
    fingu tit okkara strev og tusk,
    tá komu tit heim sum stirðnað ræ.

    13. Væl veri neytakonunum unt
    gildið í dag!
    Dreingir! Leita tit Føroyar runt,
    tit finna ei betri kvinnuslag!