Lat meg í trúnni sjá títt andlit, Jesus

    Orð og lag: Elsa Eklund
    Týtt úr norskum: Eli Andrésen
    Upprunaheiti: La meg få se ditt ansikt, kjære Jesus

    Tá sorgarskýggj so myrk meg yvir floyma,
    mín trúgv gerst veik og vónin kølnar út,
    tá minn meg á, tú aldri meg vilt gloyma,
    nei – tú ert ljós og firrar skýggj, mín Gud.

    Lat meg í trúnni sjá títt andlit, Jesus,
    í tíni dýrd eg glaður gerast kann.
    Tú hevur sagt, tú byrðarnar vilt bera,
    tá eg so eina, troyttur hokna man.

    Á egnu leið eg kraft og frið ei finni,
    við undirlutan har eg altíð var.
    Mítt lyndarbragd bert steingja vil meg inni
    og forða bønini at fáa svar.

    Rannsaka meg, og reinsa tú mítt hjarta,
    koyr alla heimsins tráan burt frá mær.
    Loys meg og leið meg út í ljósið bjarta,
    eg tína kraft og fylling fái har.

    Barnaár og ungdómsvár

    Orð og lag: Theofil Engström
    Týtt: Jóhan við Neyst
    Upprunaheiti: “Barnaår och ungdomsvår”

    Barnaár og ungdómsvár –
    ljósa, sæla tíð,
    sum tú javnan minnist aftur á.
    Hjarta títt var glatt og frítt
    barnaárum í,
    vinur, ert tú glaður eins og tá?

    Eygu vætast um tey svunnu ár
    gjøgnum lyst og tár.
    Gleðina, tú átti tá,
    aftur kanst tú fá.
    Frelsarin so eymt teg kallar á.

    Hugflog títt lat flúgva vítt,
    heim til barnaspæl,
    har, ið barnabønin var so frí.
    Vinur, er tín lívsleið her
    enn so eydnusæl,
    sum í føgru, ljósu barndómstíð?

    Sólin skein og lýsti rein,
    burt var myrka nátt,
    tá tú aftur komst til Frelsaran.
    Sorgartár og hjartasár
    burtur svunnu brátt,
    tá ið Frelsaran tú aftur fann.

    Sáa blómur og akurin blómar

    Jóhan við Neyst
    Orð og lag: Ivar Skippervold
    Týtt: Jóhan við Neyst
    Upprunaheiti: “Så det gode”

    Sáa blómur og akurin blómar,
    sáa illgras og illgrasið grør.
    Tað tú sáar, minst til tað,
    skalt tú heysta skjótt ein dag,
    so sáa føðsluríkt fræ.

    Sáa gleði og kærleikin blómar,
    sáa óndskap og óndskapur grør.
    Tað tú sáar, minst til tað,
    skalt tú heysta skjótt ein dag,
    so sáa føðsluríkt fræ.

    Sáa álit og tryggleikin blómar,
    sáa iva og rótloysið grør.
    Tað tú sáar minst til tað,
    skalt tú heysta skjótt ein dag,
    so sáa føðsluríkt fræ.

    Sáa sannleik og sannleikin blómar,
    sáa ósatt og lygnin hon grør.
    Tað tú sáar minst til tað,
    skalt tú heysta skjótt ein dag,
    so sáa føðsluríkt fræ.

    Djúpur friður í mær

    Orð og lag: Ingamay Hörnberg
    Týtt: Jóhan við Neyst
    Upprunaheiti: “Jag har djup, stilla frid”

    Eg megni ei at siga frá
    um friðin Hann mær bar.
    Eitt veit eg, hvat so henda má,
    søt hvíla býr í mær

    Djúpur friður í mær,
    býr nú í míni sál.
    Áh, tann friður,
    sum býr nú í mær.
    Um so fíggindin herjar,
    hart treingir meg á,
    frið eg eigi hin æviga.

    Ígjøgnum møði, sorg og stríð,
    Guds kærleiki meg ber.
    Ein djúpur friður býr mær í,
    ei einsemi har er.

    Tú mamma, bið

    Orð og lag: Hank Williams, Sr, USA.
    Týtt úr norskum eftir Svenna Lysgaard: Jóhan við Neyst
    Upprunaheiti: “You win again”

    Tú mamma, bið, fell ei í fátt,
    boygg tíni knø og rópa hátt.
    Tíns hjartans bøn, hon hoyrist brátt,
    av einglum Guds, halt á og bið.

    Tín bøn hon nemur við Guds hond,
    sum røkkur inn í myrku lond.
    Til tíni børn á villu strond,
    tú mamma, bið, halt á og bið.

    Í mong, mong ár, ja, nátt og dag,
    tú fall á knæ, av hjarta bað.
    Um svar tú ei enn hevur sæð,
    tú mamma, bið, halt á og bið.

    Tú mamma, bið, um fella tár,
    og nívir sorg og angist svár,
    hon grøða skal øll tíni sár,
    skjótt fært tú svar, halt á og bið.

    Vøggusongur vallarans

    Orð og lag: Ingemar Olsson
    Týtt: Jóhan við Neyst
    Upprunaheiti: Luffarens vaggsång

    1. Ampan fyri morgindegnum,
    gloym, lat dagin bera hann.
    Tøk er hoyløðan á vegnum,
    har tú altíð kroka kann.

    Niðurlag: Hvíl nú tínar troyttu føtur,
    ferðin hevur verið long.
    Legg í hálmin nú títt høvur,
    syng tín egna frælsissong.

    2. Tó tú gamal ert og slitin,
    illa hagreiddur so títt.
    Gud teg elskar, hóast skitin,
    bjóðar tær eitt heimstað nýtt.

    Tað er ein kelda

    Orð og lag: David Sapp (USA)
    Týtt: Jóhan við Neyst
    Upprunaheiti: “There is a river”

    1. Tað kom eitt ljóð av Himli
    sum ein vindur súsandi,
    og tungur eins og eldur,
    á hvørt eitt setti seg.
    At senda Halga Andan,
    tað lyfti gav Hann jú;
    og úr tíns hjartans dýpi,
    ein kelda flýtur nú.

    2. Tað er ein kelda,
    hin klára, reina lind,
    tað er ein kelda,
    burt tekur heimsins synd.
    Drekk av tí keldu,
    sum ævigt lív tær ber;
    tað er ein kelda,
    sum aldri torna fer.

    3. Í tosa einsom kvinna,
    móti Jákups brunni fer;
    við skuldartyngdum hjarta
    og heilt forfjónað er.
    Men Jesusi hon møtti,
    har skifti orð við Hann;
    og drakk av lívsins keldu,
    so sálartostin svann.

    Brúðurin

    Orð og lag: Jostein Kirkenes
    Týtt úr norskum: Jóhan við Neyst
    Upprunaheiti: “Bruden”

    Hvør er hon, sum so brosandi gongur
    yndisliga á rættvísisleið.
    Ei av syndini fargað er longur,
    heimsins æru hon søkja vil ei.

    Hon er brúður á veg til sín brúðgóm,
    sum vann hennara hjarta og sinn,
    Hon er brúður á veg til sín brúðgóm,
    skjótt so fer hon í brúðleypið inn.

    Hvør er hon, sum á skriftina grundar,
    og í kærleika boðskapin ber.
    Stútt mót brúðgómi sínum hon stundar,
    sterkur longsil í hjartanum er.

    Hvør er hon, sum mangt spottið man bera,
    men tó tænir og elskar bert ein.
    Hygg hon dálkað av synd ei vil vera,
    men sum brúður vil vera so rein.

    Hvør er hon, sum í trongdum ei vikast,
    og ei ræðist hvønn eitrandi ørv.
    Hon ber tíðindi góð sum ei svitast,
    og er eldhugað, trúføst og djørv.

    Hon er vøkur sum fagrasta lilja,
    millum tornir hon angandi er.
    Maturin er at gera Guds vilja,
    og í ævir hon sæluna ber.

    Handan skýggini har stendur Harrin Jesus

    Orð og lag: Erik J. Rollings
    Týtt: Hanus M. Hansen
    Upprunaheiti: “Standing somewhere in the shadows You’ll find Jesus”

    Ber tín leið gjøgnum myrkur og royndir?
    Er gleði tín følnað og deyð?
    Er tað eingin, sum troystar í sorgum,
    og eingin, sum sær tína neyð?

    Handan skýggini har stendur Harrin Jesus,
    miss ei mótið, tí at eyga hans tað sær.
    Hygg bert upp og hoyr hann milt til tín at
    teska: “Tínar byrðar út á Golgata eg bar.”

    Er hvør blóma og rósa nú følnað,
    tín dagur sum myrkasta nátt?
    Tykist alt tær so dapurt og vónleyst
    og ljósið at sløkna nú brátt?

    Kanska skýggini sólina fjala,
    tín framtíð so døpur at sjá.
    Kanska beiskur, tí dreymarnir brustu,
    teir dreymar um lukku at fá.