Lognbrá

    Annika LávíkKim Hansen
    Orð: Annika Lávík
    Lag: Kim Hansen

    Kenslur mínar brenna
    við sakninum í tær gekk ljósið út
    Eitt kaldligt tám er tað einasta
    ið rennur mær í hug
    at eg ein fuglur var, sum hevði mist sín song

    Eg hómi minnir frá tí farna
    men rødd tín ljóðar enn í mær
    Og tú vart sólstrála mín
    eitt brosi snýð tá eg var stúrandi

    Og tú kanst fjala út yvir
    men hon er altíð har
    So leingi sum tú livir
    men tú lærir tíðin lekir sár
    Eins og trø seint á heysti so ber
    um vári festa aftur bløð

    Minnið um teg mól í mær
    sum malargrót skræddi fyri sær
    So við og við sum tíðin rann
    mól gróti runt og rundaði so av
    tók eitt annað skap

    Men tíðin tekur tørni
    alt søkir sína slóð
    So satt sum trøð missa tey bløð sum skrýddi tey
    so standa tey í kuldanum so ber

    Og tú kanst fjala út yvir
    men hon er altíð har
    So leingi sum tú livir
    men tú lærir tíðin hylur sár
    Eins og trø seint á heysti so ber
    um vári festa aftur bløð

    Náttarravnar

    Annika LávíkKaj Johannesen
    Orð: Annika Lávík
    Lag: Kaj Johannesen

    Morgunin lættir
    og ravnarnir sova
    Eitt hugflog úr náttini
    ið fór framvið

    Men fuglar úr skýnum
    ið frøast um dagin
    Teir flagsa í óvissu
    um ókend mið

    Tað æviga stríð
    sum styrkir øll lív
    Krevur altíð sítt pláss
    í millum alt annað knoss

    Møddir av dagsins strevi
    teir venda sær heim
    Tó bert ein køld nátt
    tekur móti teim

    Og sum dagsins verður fáa hvíld
    ein náttarravnur vakin er
    skyggir veingjasuð
    sum ein døkkur skuggi, náttin fer

    Náttarravnur skáar ríkið sítt
    inntil eitt morgunljós
    sær úr náttini smeyg
    og náttarravnur blundar blítt…

    Andvekur

    Orð og lag: Kaj Johannesen

    Tað var eitt gott ýtið
    Tað var eitt væla býtið
    Títt hár við mjúkum deymi
    Tað var sum í dreymi

    Sveima, droyma
    gloyma, heima

    Títt hár við mjúkum deymi
    Tað var sum í dreymi
    Var tú sum eg ynskti
    Var eg sum tú vildi

    Men mamman mín
    og pápi tín
    Tey hata meg
    tí eg sigið tað eg hugsi

    Var eg sum tú ynskti
    Var tú sum eg vildi
    Hví vilt tú broyta meg
    Hví skal eg broyta teg

    Tí mamman mín
    og pápi tín
    Tey hata meg
    tí eg sigið tað eg hugsi

    Sveima, droyma
    gloyma, heima

    Tað var eitt gott ýtið
    Tað var eitt gott býtið
    Títt hár við mjúkum deymi
    Tað var sum í dreymi

    Og mamman mín
    og pápi tín
    Tey hata meg
    tí eg sigið tað eg hugsi

    Ictus

    Kaj Johannesen
    Orð og lag: Kaj Johannesen

    Um skamma stund óttast vit skerpingin.
    Tí bøna vit!
    Slepp os undan svongdini og lat ei børnini svøltandi skera í sjóðheitan
    grát, tá svøvnurin suðar um sund.
    Og vit svørja siðiligan atburð og sámiliga viðferð við tilfeingi teirra.

    Harra Pávi!
    Tygum eiga í ábyrgdini.
    Halda tygum at Gudur tín sær teg sum sendiboð sítt.
    Tað hjálpir ikki at koma og siga,
    at hetta hevur sameindi leiðarin í sínum hondum.
    Her má gangast aðra leið.

    Ein spurningur er hvussu skulu tjóðirnar
    koma til sættis – kvøða um frið?
    Tú burdi gingið á odda,
    skal megi tín slúsa í kjak um fosturtýning,
    nú friðurin missur sítt flog.
    Er tú blindur ella dovin
    tú ævinleikans talsmaður,
    nú brennur ljósið í báðum endunum.
    Nær brýtur tú tøgnina sælu og hevur at ránsmanna kroppunum,
    í sáttar talu, so at byrsumúlar tagna brátt.
    Og framtíðin hvílur í vónini,
    og vónin er altíð feti fyri framman.

    Børnini, børnini!

    Regnið í náttini slær taktur í gráum gøtum.
    Snarljósið skyggjandi í svøvn leysum eygnalokum.
    Øðin ristir tøgnina, hamarsgudur ríður um himmalhválvin.
    Ei Mjølnir einsamallur er, varpa manngjørd snarljós vøllin.
    Blóð tostin spríkir úr byrsumúlum, mjólka tenn sorlaðar av blý’ kúlum.
    Nær heitasta skammast vit av líkasælu?
    Kríggj, spýggj, blýggj!
    ELI

    Friðurin misti flog sítt inn í mannahjørtu.
    Duld vórðu lyftini, fýratifimm vára fedra bjørtu.
    Fólkaræði fingu vit, vitið misti bitið í minni
    Ganga heimleys børn í ár, húsatoftir sum gapandi opin sár.
    Tveytúsund fjøtra ár gingu út í gjár.

    Tveir kópar berjast á vánni. Mjørkin dunar av fedranna syndum.
    Hesin dagur er ikki til.
    Og tó, bert fýra taktir til níggjunda slagi, skræðir ein barnarødd tokuna sundur.
    Eitt evarska lítið Ictus cordis slær ólíkar taktir í ørskapsins fløkju.

    Hvussu kann eg vita?

    Anker Eli PetersenTerji RasmussenKim Hansen
    Orð: Anker Eli Petersen
    Lag: Terji Rasmussen og Kim Hansen

    Uttan at eg visti hví,
    traðkaði eg mitt útí,
    kom at siga okkurt,
    sum fekk øðina í teg.
    Vit og skil fór fyri borð,
    kaffikrúss og skitin orð,
    fuku sum ein vetraródn
    um oyruni á mær.

    Hvussu kann eg vita,
    at eg øsi teg?
    Hvussu kann eg vita…?

    Sprakk um mína egnu gátt,
    út í myrku niðunátt,
    hálva klædnaskápið
    fylgdi eftir út í tún.
    Grannalagið fylgdi við,
    fingu ongan náttarfrið,
    sótu runt í stovunum
    og flentu eftir mær.

    Hvussu kann eg vita…?

    Fjakki um ein myrkan bý,
    uttan heilt at vita hví.
    Regnið sílar niður
    eftir rygginum á mær.
    So skjótt tað rennir fyri meg.
    hvat tað var ið østi teg,
    skal eg koma grulvandi
    og bøna teg um grið.

    Hvussu kann eg vita…?

    Brillumenn

    Orð: Anker Eli Petersen
    Lag: Terji Rasmussen, Kim Hansen og Kaj Johannesen

    Tey fríggjaðu á Skansanum
    ein vakran leygardag,
    har komu tríggir brillumenn
    í sera ringun lag.
    Teir østu seg um ómoral og alt teir kundu síggja,
    tað einasta tey gjørdu
    var at sita har og fríggja.

    Teir ýldu upp um siðloysi,
    mitt á ljósum degi,
    og trampaðu í ógresið
    við heilagari megi.
    Tí brillumenn, teir síggja bara
    tað teir sjálvir vilja
    og sanna at øll hini hava
    okkurt, sum tey dylja.

    So, um ein dag, tú hoyrir hesar
    tríggjar grísla tenn,
    legg onki í, tí hetta gera
    allir brillumenn.
    Nei, set teir á kanónina
    og skjót teir út á havið,
    tí brillumenn teir trívast best,
    tá høvd er undir kavi.

    Myndugleikin

    Kaj Johannesen
    Orð: Kaj Johannesen
    Lag: Hjalti Joensen og Kaj Johannesen

    Vel, vel tú bara
    vel tú bara í millum rangt og rætt
    Tí eingin kann læra
    siðvenju tína, tað er rætt og slætt
    So gakk tú bara tína rás
    tín generatión bardist fyri besta stás
    Hon fylti bara lummarnar og oyddi allar grunnarnar
    so nú er einki eftir uttan skuld og bara skuld

    Sig, sig tú bara
    sig tú bara mær hvat tú vilt
    Tí, mín veruleika
    mín veruleika hevur tú ei skilt
    Tú kallar meg og mínar zombiar
    men gloymir teg og tínar yuppiar
    Tú sigur tónleikurin er róp og skrál
    men tað einasta vit hoyra um skrædl og bankamál

    Vit sum altíð halda gák og liva uttan hóvasták
    vit lasta ikki gudarnar um verðin fer í hundarnar

    Vel, vel tú bara
    vel tú bara í millum rangt og rætt
    Men tú setur øll í bás og vitan tína undir lás
    So gakk tú bara tína egnu rás
    Og vit sum altíð halda gák og liva uttan hóvasták
    vit lasta ikki gudarnar um verðin fer í hundarnar

    Øll eru vit lík, tá vit berast inn í hendan heim
    Til gleði og gleim, til gleði og gleim, gleði og gleim
    Til sorg og sút, sorg og sút, til gleði og gleim

    Rúsevnistoka

    Kim HansenTerji RasmussenKaj Johannesen
    Orð: Kim Hansen, Terji Rasmussen, Kaj Johannesen og Jóan Jakku Guttesen
    Lag: Kim Hansen

    Ferðist í rúsevnistokuni
    triðja ølin í morgun
    Har sita nøkur í stovuni
    eg kenni ei tey, kenna tey meg

    Eg minnist meg væl í gjár
    velji at gloyma í morgin
    Men í dag er all right
    eg eri fit for fight
    og eg havi enn mín gamla guitar
    tað einasta tú ikki tók við tær

    Bryggjaríið er opið nú
    hvat siga tit til tólv øl
    Eitt, tvey, trý, fýra ein taxa bil
    og so gloyma vit alt um tøl

    Eg havi útsett mítt arbeiði
    eg havi útsett teg
    Men í dag er all right
    eg eri fit for fight
    og eg havi enn mín gamla guitar
    tað einasta tú ikki tók við tær

    Blundandi inn í tveytúsundi
    tankarnir farnir á flog
    Hvat er tað millum blues og meg?
    Er verðin við at tørna?

    Dagarnir fara
    eg sigi tær bara
    gloym tú teg sjálvan
    men minst til meg
    Finnur tú sangin
    ið slóðar tín veg
    Minst til!!!
    Eg bað ikki um teg!

    Flúgv við mær

    Kaj Johannesen
    Orð og lag: Kaj Johannesen

    Flúgv við mær út á heiðar
    vís mær grasgrønar teigar
    Læs meg inn í tín huga
    har ið minnið títt logar
    Vindur kínir tínum hárið
    flagsandi er títt sinnið

    Ríð tú frí saman við mær
    so verðin lær saman við tær Aftaná skal eg vakja
    so einki ilt at tær skal søkja

    Aftaná skal eg vakja…

    Vónloysi

    Kaj JohannesenNiclas JohannesenKim Hansen
    Orð: Kaj Johannesen
    Lag: Niclas Johannesen, Kim Hansen, Kaj Johannesen

    Sita her við heimsins enda
    Heilt úti har, ið krákur venda
    Koma fram á ein pylsuvogn
    Hvør veit um hann, endar sum landsins ogn

    Vindur ýlir, svongdin nívir
    Pylsuvognur okkum lívir
    Útlendsk pylsa ljóspunkt er
    Í eini verð sum ongar leiðir ber

    Spyr tú ein mann um hann kann lívbjarga sær
    Svara hann kanska rætt og slætt
    Hýran er so sum so – men heima her hjá mær
    Illa er stætt – alt rýkur í skatt

    Spyr tú ein mann um hann kann lívbjarga sær…

    Ja, vit hanga her í heimsins enda
    Krákur venda – summar lenda
    Heilt nær við hendan pylsuvogn
    Tær gáa ei um (Gáa um – krákur ei gáa um)
    Nei, tær gáa eim um – hvat endar sum landsins ogn