Vátir logar

    Anker Eli PetersenTerji Rasmussen
    Orð: Anker Eli Petersen
    Lag: Terji Rasmussen

    Glopraregn pískar á rútin,
    stormurin er fluttur inn í mín garð,
    eg siti við gluggan og eygleiði trútin,
    háandi hvirlur, ið gálva eftir mær.
    Tað er ein langur myrkur dagur
    ið bankar á mín rút
    og ein lítil súrur maður
    sum ikki sleppur út.

    Stormurin leikar sum ørur,
    veðrið, tað skikkar sær júst sum tað vil
    og eg gerist meira og meira tvørur,
    eri nú tætt við at missa mítt skil.
    Tá hoyrist eitt suð gjøgnum húsið
    úr ganginum hoyri eg tos,
    og millum hitt harðliga brúsið
    hómast títt váta bros.

    Og tú kanst fáa stormin at slappa av,
    tú kanst fáa hvirlurnar at flenna,
    tú kanst fáa skýggini at skrubba av
    og tú kanst fáa tárini at renna.
    Og so dansa vit út í regnið,
    trína ein vals undir svingandi trøum.

    Hvirlurnar smáflenna út gjøgnum hegnið,
    skróva í takt við følnaðum bløðum.
    Og dansurin gerst til ein meldur,
    í storminum brennur eitt bál,
    ein grønur og glitrandi eldur
    ið ber okkum fram á mál.

    Terji Rasmussen
    Orð og lag: Terji Rasmussen

    Tú, ja tú
    vilt tú vera mín í kvøld
    vilt tú liva saman við mær
    men bert til morgun aftur er
    Og tað er tú, ja tú
    við stórum klárum eygum
    í iva í móti tær
    eg seti mína kós

    Og eg fevni rundan um teg
    leggi hond á lør og bróst
    eg merki varrar tínar takað um mín munn
    og fingrar finna oman
    har kroppar verða eitt
    og ferðin hon er byrja til eitt stað
    har eingin hevur verið fyrr

    Ja, eg fevni rundan um teg
    leggi hond á lør og bróst
    eg merki varrar tínar takað um mín munn
    og tungan finnur oman
    har kroppar verða eitt
    og ferðin hon er byrja til eitt stað
    vit ikki hava verið fyrr
    Og tað var tú, ja tú
    na na na na na na na…

    Eg flýggi til tónleikin

    Orð og lag: Terji Rasmussen

    Eg spyrji meg sjálvan
    hvar gongur mín leið
    ár undan ári
    frá juni til mai

    Ferðist í blindum
    í kærleikans magt
    og eg skilji ei alt tað
    sum tú hevur sagt

    Eg flýggi til tónleikin
    kenslur innan úr mær
    koma via tónleikin
    og hann útihýsir tær

    Eg spyrji meg sjálvan
    hvar gongur mín leið
    tú og eg hvørt um annað
    áh, eg orki ei meir

    Eg flýggi til tónleikin…

    Ferðist í blindum…

    Eg flýggi til tónleikin…
    …Eg flýggi til tónleikin yeah
    Eg flýggi til tónleikin yeah
    Eg flýggi til tóóónleikin