Tað legst gler

    Orð: Ester Bock
    Lag: Bjarne Haahr
    Týtt: Mortan Weyhe
    Upprunaheiti: Det synger om dig

    1. Tað legst gler á tjarnir
    í nátt,
    rútar kámast av ísi,
    so bjart mánalýsi
    bert tórar her inn,
    – alt syngur um teg

    2. Og eitt følv um bøin
    er lagst
    stjørnur glampa á himli,
    øll bygdin sum Gimli
    so føgur at sjá,
    – alt syngur um teg

    3. Og loft skyggir svartblátt
    í nátt,
    meðan høgættin andar,
    og norðlýsið gandar
    til tónleik mítt blóð,
    – alt syngur um teg

    Gunnar Vegmaður

    Orð: Dan Andersson
    Lag: Gunde Johansson
    Týtt: Mortan Weyhe
    Upprunaheiti: Gunnar Vägman

    Millum ungdóm í dansistovu
    dygst við dyrnar á stabba han sat
    Gunnar Vegmaður við fiólu,
    sum bæði læði og græt.

    Jú, eg minnist tann harðbalna finnan
    og hans eygnabrá vakin og blíð,
    tá hann bar fram tey fagrastu minni
    um sín ungdóm í Mattina bý’.

    Tað vóru mest skemtitættir
    og annað, sum heimagjørt var,
    hann var gamal sum bygdin og bergið,
    men sítt gránaða høvur høgt bar.

    Tak og lýð tær á malargrótsrunið
    og javndøgursstormanna brús
    ella hoyr Gunnar Vegmann syngja,
    sum hann sang, tá hann fekk sær ein rús.

    Stundum fór tó ein sorti um enni,
    meðan Gunnar spældi til dans,
    tá hann sang sína vísu um Onnu,
    um Onnu, sum aldri bleiv hans.

    Far hóvliga

    Orð: Halfdan Rasmussen
    Lag Bjarne Haahr
    Týtt: Mortan Weyhe
    Upprunaheiti: Gå stille og tyst gennem verden

    1. Far hóvliga, kvirt tína gøtu,
    hvør drúva skal bera sítt vín;
    hvør mansdreymur hásong ber í sær.
    Ver dreyminum trúgv; hann er tín.

    2. Ein dag skalt tú einsamøll droyma.
    Í einsemi dreymur gerst gler.
    Gakk nær hinum menniskjafødda,
    og navn tína brøðra fram ber.

    3. Á reiki er menniskjahjartað –
    av ekka og sorg fær ei grið.
    Gakk út undir stjørnulofts kvirru
    og søk tað, tú sjálv hevur við.

    4. Far hóvliga, kvirt sum ein skýming.
    Í kvirruni fylgst tú við teim,
    hvørs dreymasjón hásong ber í sær,
    sum beinar tann leiðvilsta heim.

    Trúgvin er ikki eitt forberg

    Orð: Jens Rosendal
    Lag: Jens Nielsen
    Týtt: Mortan Weyhe
    Upprunaheiti: Troen er ikke en klippe

    Trúgvin er ikki eitt forberg,
    stinn sum tann stormbarda nøv.
    Trúgv er at sigla í ódnum
    yvir ta víðopnu grøv.

    Trúgvin er ikki tað vissa,
    fjøldin so skjótt fellur frá.
    Trúgv er at vera til staðar
    har, sum tað mest stendur á.

    Trúgvin kann ei verða skrivað
    í eina innbundna bók.
    Trúgv er at leggja frá landi
    vakin og varlig og klók.

    Trúgvin kann stundum teg svíkja
    í eini svárari stund.
    Trúgv kanst tú aftur tær vinna,
    staddur á kyksendagrund.

    Trúgv gevur mót mær og megi
    við tær at fylgjast á leið,
    hagar tín hugur teg leiddi,
    hóast eg skilti teg ei.

    Trúgv er at taka til orða
    mótmæla vándari gerð;
    stinnur mót órætti standa,
    tó at tú vanvirdur er.

    Trúgv er ótrúligar kreftir,
    sum kunna umskapa mangt.
    Vágar í verki og vanda,
    verjir mót tí, sum er rangt.