Livandi ljós

    Orð og lag: Kári Jacobsen

    Hyggi inn í eitt livandi ljós
    meðan eg hugsi um teg
    Login lýsir myrkrið burt
    sum tú litar mína tilveru
    so fulla av gleði

    Hugsi um teg og síggi væl
    fyri mær andlit títt
    Smílið, tú gevur mær, eigi eg
    tað nertir eitt hvat
    onkustaðni djúpt inni í mær

    Livandi ljós
    tú ert ein partur av mínari verð
    Livandi ljós
    tú um kærleika mín óvitandi er
    Livandi ljós
    eg ræðist tíðina, sum fer, tí
    Livandi ljós
    eitt ljós má slókna einaferð.

    Kanska einaferð, tá ljósið slóknað er
    svari eg mær sjálvum við ugga
    Neyðloysn er og var
    og eg vil tendra teg aftur
    men eitt livandi ljós kann ikki tendrast fleiri ferð

    Eydnan

    Elin Heinesen
    Orð og lag: Elin Heinesen

    Kom kom kom
    Yndi títt er burtur
    Tú hvarv í mjørkanum, sum kom úr ongum
    Kom kom kom
    aftur, tú, sum var, men sum ikki var
    Sólarglottin lýsti upp títt andlit

    Eitt sekund helt eg tú vart til
    men tað vardi bert eitt lítið bil
    Burtur – burtur

    Kom kom kom
    longsul mín økist
    men tú flákrar bert, sum ljós í vatni
    Kom kom kom
    Arga meg ei meira, tú, sum onki er
    men tó alt

    Eitt sekund helt eg…

    Lalalala…

    Aftaná

    Orð og lag: Kári Jacobsen

    Aftaná – tøgnin liggur tætt at mær
    horvin eru øll andlit nú og láturin
    Gott at sita soleiðis
    og minnast aftur á eitt kvøld sum er farið nú
    Einsamøll – farið er hvørt menniskja
    og eg siti starandi og hugsandi
    Kenslur og tankar nú mala runt í mær
    spurningar krevja svar

    Eg kenni okkurt fer frá mær
    sleppur undan, út millum fingrarnar
    Eg royni og eg fanga tað vil
    tó eg veit at tað ikki ber til

    Hesaferð gjørdist kvøldið øðrvísi
    enn eg hevði væntað tað
    Eg var ikki búgvin til at kenna hesa nýskapan
    tó at veitslan var góð
    Siti her og fái ikki greiðu á
    um eg skal flenna ella gráta

    Inni í mær er alt ein fløkja
    mær leingist eftir onkrum, sum eg
    ikki sjálv veit, hvat er

    Eg kenni okkurt…

    Vónaði at eg var heppin
    men alt gekst ei sum ætlað
    Tó eri eg glað um at hava teg hitt
    tí at tú ert so fitt

    Loyndarmálið

    Elin Heinesen
    Orð og lag: Elin Heinesen

    Hvat er tað, tú hevur har í tínum lumma?
    Er tað nakað, sum eg kann síggja nú?
    Um tú tímir, ja, so vís mær ella gloym tað!
    Nei, nei, eg skal ikki noyða teg, tú.

    Jú, eg veit, tú hevur tíni loyndarmál
    og gott er, soleiðis má tað vera.
    Eg eri bara forvitin, eg elski teg
    sjálvt um tú kanst vera sera
    frekur
    bara tú onkuntíð
    letur upp.

    Góði, sig mær nú, hvat var tað, sum tú hevði?
    Eg vóni enn, eg kann sleppa at síggja nú.
    Kom nú vís mær, um tú vilt – áh, alt er í lagi!
    Nei, nei, eg skal ikki noyða teg, tú.

    Jú, eg veit…

    Øgiliga væl

    Elin Heinesen
    Orð og lag: Elin Heinesen

    Tú stóð og hugdi at mær so
    Eg stóð og hugdi at tær so
    at okkurt í mær fór á flog
    okkurt í mær fór eisini á flog
    Tú sá meg – eg sá teg
    og tað var nóg mikið

    Soleiðis gjørdust vit so væl
    væl, væl – øgiliga væl, ja

    Tú kom og bað meg um ein dans
    eg kom og bað teg um ein dans
    og tað var gott, tú tók ein kjans
    tað var gott, at eg tók ein kjans.

    Tú nart við meg – eg nart við teg
    og tað var nóg mikið

    Soleiðis…

    Vit prátaðu og vóru góð
    vit prátaðu og vóru góð
    av tí vit verða aldri móð
    av tí verða vit aldri móð
    Tær dámdi meg – mær dámdi teg
    og tað var nóg mikið

    Soleiðis…

    Og mong ár gingu, tey gingu alt ov skjótt
    men enn er smílið hjá tær akkurát líka søtt

    Vit eru bæði saman enn
    vit eru bæði saman enn
    farin um tey 80 og ongar tenn
    skjótt 90 og slett ongar tenn
    Tú elskar meg – eg elski teg
    og tað er nóg mikið

    Og tú eru vit so væl
    væl enn – grúuliga væl, ja!!

    Á, tann deiliga Havn

    Orð og lag: Kári Jacobsen

    1. Tað er einaferð um árið, at Ólavsøka er
    tá liva allir føroyingar í aðrari verð
    úr øllum heraðshornum tysja fólk til Havnar bý
    hýrurin er góður og eingin spyr um hví
    um sólin kemur fram, er tað jú bara gott
    men eisini er stuttligt, um tað verður vátt
    snapsin undir møttulin, so fara øll avstað
    sjálvt Effersøe á Vaglinum, hann er í góðum lag.

    Niðurlag: Á, tann deiliga Havn
    Ólavsøku-Havn
    Á, tann deiliga Havn
    Øll syngja: Á, deiliga Havn

    2. Fullir menn og prædikantar syngja hvør sitt lag
    fólk viô barnavognum — fólk, iô detta av å rað
    kappróðurin liðugur, og hoyrdi tú hvør vann?
    tivoli og poppkorn og onkur makan frann
    mest spennandi um kvøldið er at leita sær á fund
    í ljósinum frá littum lampum finna sær eitt sprund
    onkur verður móður – onnur tíma ei heim enn
    ghettoblásarar og føroysk klæði – alt í senn.

    3. Frøast kunnu øll um, at Havnin hon er vár
    ólavsøkusiðurin skal liva ár um ár
    onga aðrastaðni í hesi víðu verð
    er hýrurin so góður, sum tá Ólavsøka er.

    Sjeikurin

    Elin Heinesen
    Orð og lag: Elin Heinesen

    Hon liggur har í songini við dýnu uppundir øs.
    Eg spyrji: “Tú, hvat bagir tær? Tú gert meg heilt nervøs.”
    Hon svarar ikki, fyrr enn eg spyrji einaferð afturat,
    so smílist hon so droymandi og sigur: “Veist tú hvat?”

    “Tú skuldi hitt hann
    ein sjeik so fittan.
    Hann er lekrasta petti, sum finst her á jørð.
    Tað allarbesta –
    eg eri um at bresta!
    Um eg ikki skjótt síggi hann, so verði eg ør
    ja, eg verði púra ør – so púra ør!”

    Hon hoppar út úr songini og dansar alt, hon kann.
    Í ørmunum ósjónliga er dreymurin, hon fann.
    Hon leggur ikki merki til mín, tí hon er so glað,
    hon dansar og hon syngur og eg sníki meg avstað.