Eg átti einaferð ein hund

    Orð og lag: Niclas Heri Jákupsson

    Eg átti einaferð ein hund
    sum flutti til Hvannasund
    Tá eg so spurdi hví hann fór
    so segði hann bara vov, vov, vov

    Hann átti einaferð ein hund,
    sum flutti norð til Hvannasund
    Tá hann so spurdi hví hann fór
    so segði hann bara vov, vov, vov

    Vov vov vov, segði hann
    Til Hvannasunds hann rann
    Vov vov vov, segði hann
    Til Hvannasunds hann rann

    Eg átti einaferð ein frens,
    sum rímdi til grannan Jens
    Tá eg so spurdi hví hann fór
    so segði hann bara mjav, mjav, mjav

    Hann átti einaferð ein frens,
    sum rímdi til grannan Jens
    Tá hann so spurdi hví hann fór
    so segði hann bara mjav, mjav, mjav

    Mjav mjav mjav, segði hann
    Og yvir til Jens hann rann
    Mjav mjav mjav, segði hann
    Og yvir til Jens hann rann

    Eg átti einaferð eitt mæ,
    sum fór til Seltræð
    Tá eg so spurdi hví tað fór,
    so segði tað bara mæ, mæ, mæ

    Hann átti einaferð eitt mæ,
    sum fór til Seltræð
    Tá hann so spurdi hví tað fór,
    so segði tað bara mæ, mæ, mæ

    Mæ, mæ, mæ, segði tað
    og fór til Selatræð
    Mæ, mæ, mæ, segði tað
    og fór til Selatræð

    Vit eru klovnar

    Orð og lag: Niclas Heri Jákupsson

    Tá eg var lítil, mangan eg græt
    Tá segði omma: halt nú uppat
    Tú suffar um regnið og hví tað er kalt
    tú grætur um einki og grenjar um alt

    Mín elskaða omma, hon segði, so vís
    “Á foldum tú skapar títt paradís
    men ven teg at smílast og flenna hvønn dag
    Ver tú ein klovnur – ger onnur fólk glað

    Verð tú ein klovnur hvønn einasta dag
    Verð tú ein klovnur og elska tú tað
    Verð tú ein klovnur hvønn einasta dag
    Verð tú ein klovnur og elska tú tað

    Eg bleiv so eldri og vísur sum hon
    og síðani tá havi eg aldrin havt gron
    Eg velji at smílast – eg flenni hvønn dag
    Eg eri ein klovnur – og eg elski tað!

    Mín elskaða omma – hon livir ei meir
    Men tað sum hon segði – tað ongantíð doyr
    Hvat onnur halda – legg ei í tað
    Verði tit klovnar – og gerið fólk glað

    Føroyar eru heimsins besta stað

    Niclas Heri Jákupsson
    Orð og lag: Niclas Heri Jákupsson
    Viðmerking: Børn í 3. flokki í Sørvágs skúla syngja.

    1. Um tú ert barn og í Føroyum býr
    So kann lívið vera eitt ævintýr
    Eitt paradís á foldum er hvør bygd
    Jú her er sera vakurt gott og trygt

    Niðurlag: Og vit kunnu velja hvønn dag
    At vera takksom nøgd og glað
    Fyri alt vit eiga
    Og fyri hendan stað
    Ja vit kunnu velja hvønn dag
    At síggja tað vakra og njóta tað
    Jú Føroyar eru heimsins besta stað

    2. At vera barn í Føroyum tað er gott
    Hvar tú hyggur er alt so pent og flott
    Eitt spælipláss øll nátúran hon er
    Vit eru takksom at vit liva her

    Trøllapætur syngur

    Orð og lag: Niclas Heri Jákupsson

    Hallóv øll børn í Føroyum,
    nú hava tit meg her.
    Eg eiti Trøllapætur,
    tit vita, hvør tað er.

    Níggju høvd eg havi,
    morreytt er mítt hár.
    Røddin hon er rotin,
    hon versnar hvørt eitt ár.

    Eg eiti Trøllapætur,
    mær dámar so væl børn.
    Á, sum eg eri gaður,
    at eg eri trøll.

    Nógvar trøllagentur,
    tær vilja mussa meg.
    Tær ganga runt og fjasast,
    tað er ikki eg.

    Eg elski bara mammu,
    hon er mítt eitt og alt.
    Hon ballar meg í mosa,
    Tá ið tað er kalt.

    Mín besti vinur

    Orð: Steintór Rasmussen og Niclas Heri Jákupsson
    Lag: Niclas Heri Jákupsson

    Mín besti vinur Trøllapætur
    Eg haldi at tú kennur meg
    Tá eg hyggi niðan fjalli
    Eg haldi at eg síggi teg
    Tú ert góður við børn
    Og tú tú ert eitt stuttligt trøll

    Hvussu er tað Trøllapætur
    Eigur tú eitt borð og stól
    Hyggja trøllini í sjónvarp
    Og halda tit øll saman jól
    Eg veit tú elskar børn
    Og tú tú ert eitt snakki trøll

    Mín besti vinur Trøllapætur
    Er tað løtur tá tú grætur
    Ella ert tú altíð í góðum lag

    Sig mær góði Trøllapætur
    Gert tú altíð skúlating
    Nær fekst tú tær hol í oyra
    Og ein stóran oyraring
    Eg veit at tú elskar børn
    Og er tað kul at vera trøll

    Tú átti ein stóran gittar
    Hvar er hann í dag
    Men tú syngur Trøllapætur
    Syng tú enn eitt trøllalag
    Eg veit at tú elskar børn
    Og tú tú ert eitt lívligt trøll

    Mín besti vinur Trøllapætur
    Er tað løtur tá tú grætur
    Ella ert tú altíð í góðum lag

    Elskaða mamma

    Orð og lag: Niclas Heri Jákupsson

    Á elskaða mamma væl luktar tað
    Hvat hevur tú gjørt til matna í dag
    Eg havi kókað eg havi roykt
    Eg havi bakað eg havi steikt

    Á elskaða mamma væl luktar tað
    Hvat hevur tú roykt til matna í dag
    Eg havi roykt skrubbur og ál
    Og 600 laksar fyltar við kál

    Á elskaða mamma væl luktar tað
    Hvat hevur tú bakað til matna í dag
    Eg havi bakað ein trøllvaksnan drýl
    Og 800 sviskur eg havi koyrt í

    Á elskaða mamma væl luktar tað
    Hvat hevur tú steikt til matna í dag
    Eg havi steikt ein tarv og ein grís
    Og 1000 dunnur í karry og rís

    Ommu tíni hjá

    Orð: Steintór Rasmussen og Niclas Heri Jákupsson
    Lag: Niclas Heri Jákupsson

    Kom og set teg ommu tíni hjá
    Lurta nú lat ommu siga frá
    Eg tók ímóti tær
    Tá tú føddur varð
    Sum tú tá vart fittur vinur mín

    Í vøgguni tú hjálparleysur lá
    Og eygu tíni vóru himmalblá
    Tú hevði vakra rødd
    Og stuttligt var títt høvd
    Sum tú tá vart fittur vinur mín

    Vøgguni tú vildi sleppa úr
    Og vit gingu saman mangan túr
    Tú spurdi meg um alt
    Eg fekk tær fortalt
    Sum tú tá vart fittur vinur mín

    Kom og set teg ommu tíni hjá
    Vinur mín tú altíð vita má
    Besta barnið mítt
    Gott er hjartað títt
    Sum tú enn ert fittur vinur mín

    Oy oy oy oy

    Niclas Heri Jákupsson
    Orð og lag: Niclas Heri Jákupsson

    Eg gekk mær ein túr niðan um garð
    Veitst tú hvat eg sá har
    100 trøll sum spældu sær
    Eg stóð sum Kanus bilsin eg var

    Tey hugdu at mær eg mundi doyð
    Eg var komin á skeiva leið
    Eg skuldi rýma tey søgdu noy
    Nú skalt tú læra at syngja oy oy

    Oy oy oy oy – oy oy oy oy
    Oy oy oy oy – komið nú øll
    Oy oy oy oy – oy oy oy oy
    Oy oy oy oy – Syngja øll trøll

    Vit dansaðu til vit blivu móð
    Tey vóru so fitt so blíð og góð
    Tey søgdu við meg fær avstað
    Og lær øll børn okkara lag:

    Oy oy oy oy – oy oy oy oy
    Oy oy oy oy – komið nú øll
    Oy oy oy oy – oy oy oy oy
    Oy oy oy oy – Syngja øll trøll