Kanska um 1000 ár

    Orð: Niclas Johannesen og Petur Háberg Jacobsen
    Lag: Petur Háberg Jacobsen

    Hygg sólin, hon skýnur í mai,
    hon lýsir á okkara leið.
    Alt tað, eg elski so høgt,
    ger lívið so einfalt tó fløkt.

    Eg skilji, men skilji ei hví,
    alt her er avmarkað tíð.
    Ein byrjan, ið endar so brátt,
    tá dagur gerst náðileys nátt.

    Niðurlag: Ikki veit eg, hvat tað er,
    og ei heldur, hvar tað ber,
    men um kanska túsund ár
    Gud fær turkað míni tár.

    Brátt sólin, hon søkkur í kav,
    og skip tey sigla um hav,
    eg ein dag skal við á ferð,
    har víddin endaleys er.

    Niðurlag: Ikki veit eg nær og hvar,
    um vit síggjast aftur har,
    men um kanska túsund ár,
    Gud fær turkað míni tár

    Tað besta í mær

    Orð: Niclas Johannesen
    Lag: Petur Háberg Jacobsen

    Flýgur tú føgur og følin
    sveimar í lýsing avstað,
    veturin kámur og kølin
    eg detti um doyggjandi dag.

    Hugurin mist hevur flogið,
    sólin brátt søkkur í kav,
    litfarin er morgunroðin,
    smokkar í endaleyst hav.

    Niðurlag: Fuglarnir tiga.
    Vónin er fjar.
    Ja, hvat skal eg siga?
    Tú átti tað besta í mær.

    Í hvirlunum tøvandi tøgnin
    etur av kærleikans vón,
    sig mær um sonn er tann søgnin,
    at kavarok versnar móti nón.

    Hvat var tað, hvat er tað mín kæra,
    var onkur, ið kastaði stein?
    Sig mær, hví mátti tú fara,
    kemur tú nakrantíð heim?

    Sólin fær tankar at tiðna,
    kaffi er bryggjað og heitt,
    kann kærleiki lekjast í Kina?
    Eg droymi, at vit eru eitt.

    Niðurlag: Brátt fuglarnir syngja.
    Vónin er nær.
    Klokkurnar ringja.
    Tú eigur tað besta í mær.

    Fuglarnir tiga,
    tú átti tað besta í mær.

    Gamal

    Orð: Niclas Johannesen og Petur Háberg Jacobsen
    Lag: Petur Háberg Jacobsen

    Tak og leið meg til ta tíðarleysu tíð.
    Tú var her, vit eydnurík og lukkan hon var blíð.
    Nú tú farin er út í stóru verð.
    Ung og frí tú spelkin fór um gátt.

    Sólin niður fer, eg siti eina her,
    tú í minni lítil fitt og ker,
    fyri hvørt eitt klokkuslag lívið fer avstað,
    nú er tíðin tín, vakri eingil mín.

    Minnist aftur á tín eyma barnagrát,
    tá stormar skryktu teg úr tíni føgru dreymaverð.
    Tók teg inn at mær, ruraði og bar.
    Í tryggum favni alt varð aftur gott.

    Náttarkvirra er, eg siti eina her,
    tú í minni lítil fitt og ker,
    fyri hvørt eitt klokkuslag lívið fer avstað,
    nú er tíðin tín vakri eingil mín.

    Rurandi nú sjálvur gamal siti eg,
    kvøldið kastar skuggar yvir heiðar og um tún,
    mítt farna gráa hár, farin øll tey ár,
    tú vaksin men í ævir dóttir mín.

    Dagurin fór

    Orð: Niclas Johannesen
    Lag: Petur Háberg Jacobsen

    Dagur ið fór, hvar fór hann nú
    Ikki veit eg, kanska veist tú
    Tankarnir sveima í kosmos á ferð
    Eg vakni og nýggjur dagur er her

    Nýggj tíð er byrjað, hjartað enn slær
    Himmalin skýnur og løtan er nær
    Eg gevi nú degnum alt í mær
    Tó sakni dagin í fór og alt tað sum var

    Dagurin farin góður men tó
    Gav eg tær vón og minnini góð
    Eftir eg standi við nýggjari tíð
    Ivandi hugsið: er framtíðin blíð

    Nýggj tíð er byrjað, hjartað enn slær
    Himmalin skýnur og løtan er nær
    Eg gevi nú degnum alt í mær
    Tó sakni dagin í fór og alt tað sum var

    Tímaglasið

    Orð: Petur Háberg Jacobsen og Niclas Johannesen
    Lag: Petur Háberg Jacobsen

    Nú dagur skjótt um sýnið fer
    Eg ferðist enn í hesi verð
    Tankarnir teir reika
    Millum tað sum var og er
    Á lívsins leið vit leita øll
    Úr dýpum upp um hægstu fjøll
    Meðan tímaglasið rennur
    Hvørt sekund á míni ferð

    Framtíðin hon er har
    Frammi har sum ongin sær
    Ei síggji teg
    Á mínum veg

    Hon fylgir ikki mær, vísir ikki tær
    Um tímaglasið runnið er
    Hon leggur ikki í, hvør tú ert og hví
    Tímaglas – tú veitst tað svar

    Tú vónar, villist, alt í senn
    Dreymarnir teir liva enn
    Ímillum rusk og rósur
    Finnur tú tín egna dag
    Hetta lívið er eitt lítið bil
    Ein løta har vit eru til
    Og móður jørð hon melur
    Enn ein dag við somu ferð

    Hon fylgir ikki mær, vísir ikki tær
    Um tímaglasið runnið er
    Hon leggur ikki í, hvør tú ert og hví
    Tímaglas – tú veist tað svar

    Framtíðin hon er har
    Frammi har sum ongin sær
    Ei síggji teg
    Á mínum veg

    Nógv er gott sum her er í
    Góðir vinir og fá stríð

    Lívsins stríð

    Orð: Niclas Johannesen og Petur Háberg Jacobsen
    Lag: Petur Háberg Jacobsen

    So inniligt alt tykist her, øll smílandi og fró,
    savnaði í semjuni um høgu himnaglóð.
    Føgur eru orðini, sangur ljómar væl,
    hann durvar burt í dreyminum til vakurt orgulspæl.

    Vaknar hann við kaldan dreym, maður boðar frá,
    orgulspælið tagnað er, sek er mansins trá,
    tøgnin skurrar, hvat er her, gevur nakar gætur?
    Aftan fyri smílini mangt eitt hjarta grætur.

    Hann stillisliga fer útum og droymir um ein stað,
    hinumegin hetta lívsins tronga garðarlag,
    skýggj av lofti hvørva tá, og sólin hitar kinn,
    tekur hann í egnan barm, og fer so aftur inn.

    Hann setir seg og syngur við um frelsu og tað navn,
    ið bjóðar lív og sálarfrið ein sunnudag í Havn.
    Skilir nú at aftanfyri hvørt eitt hvat og hví,
    býr ein fjøtrað mannasál, ið stríðist lívsins stríð.

    Kvirra

    Orð: Niclas Johannesen og Petur Háberg Jacobsen
    Lag: Petur Háberg Jacobsen

    Í køldu kvirruni finni eg frið,
    í tí sum er og tíð, sum fór avstað.
    Livdi í meldrinum, mól bara við,
    men eg veit handan dyr, eg datt um døkkan dag.

    Kanska tykist tað so einsligt, men friður býr í mær,
    tøgnin talar, hon skilir væl tað,
    at ein glæma uttan myrkur, er eitt ljós sum ongin sær.
    Eg síggi tað. Sært tú tað, eg havi sæð?

    Nørast í náttini longsul og ljóð.
    Ein vón um vár, ið hitar hug og heim,
    vaks upp í vissuni, kortini tó
    okkurt brast, tað var hvast, skar heilt inn á bein

    Um tú heldur tað er einsligt, so býr friður nú í mær.
    Tøgnin talar, hon skilir væl tað,
    at ein glæma uttan myrkur, er eitt ljós sum ongin sær.
    Eg síggi tað. Sært tú tað, eg havi sæð?

    Tá pisurnar flúgva

    Niclas Johannessen
    Orð og lag: Niclas Johannesen

    per undir hatti og bátar á vágni
    bera boð í bý
    veturin farin og summarið komið
    í skúlanum hava tey frí
    og í viðarlund klaktir studentar
    syngja føroyskan sang
    visjónir ið nørast í vónríkum sálum
    vit elska vár alfagra land

    tá pisurnar flúgva
    har sólin land fløvir
    og per setir hattin á skrá
    ja her vil eg búgva
    hóast nútíðin køvir
    vilja okkar’ sum áður fingu alt tað
    vit peikaðu á

    vit njóta lívið og liva tær løtur
    sum skýfríur dagur oss gav
    ungur sum gamal vit hittast um gøtur
    nú veturin er av
    og á vaglinum genturnar ganga
    fríðka ein deiligan bý
    sjálvt fuglarnir syngja á hvørjum tanga
    komin er summartíð

    tá pisurnar flúgva
    har sólin land fløvir
    og per setir hattin á skrá
    ja her vil eg búgva
    hóast nútíðin køvir
    vilja okkar’ sum áður fingu alt tað
    vit peikaðu á

    Missionary Man

    Niclas JohannesenLena AnderssenRuss TaffJákup Zachariassen
    Orð og lag: Niclas Johannesen, Lena Anderssen, Russ Taff og Jákup Zachariassen

    They came from every village and town
    To say goodbye to the missionary man

    And one by one they spoke about his life
    The way he lived and why he died

    Some loved him, some hated him
    Some said that he would live again

    But they all agreed he was a brave, brave man
    For preaching love in this troubled land

    And He gave his life for what He believed
    And He believed in what He gave
    But when the choice came down to live or die
    There was no choice to be made

    What makes a man leave the ones he loves
    To love the ones who don’t care about him

    To walk a road that others fear
    And stand alone with no one near?

    It was not for money, it was not for fame
    Damascus rode and his life was changed

    And tears would stream down his face
    As he spoke of God’s amazing grace

    And He gave his life for what He believed
    And He believed in what He gave
    But when the choice came down to live or die
    There was no choice to be made

    They arrested Him just before dawn
    And marched Him through the crowds with scorn

    “Repent! Repent!” they cried with might
    That’s the only thing that will save your life

    And He gave his life for what He believed
    And He believed in what He gave
    But when the choice came down to live or die
    The choice was already made

    Heima, tað er her

    Niclas Johannessen
    Orð og lag: Niclas Johannesen
    Viðmerking: Staklag av fløguni “Vøkur er verðin” hjá Mariu á Lakjuni.

    Enn ein ódn rakti í gjár
    – fimta ódnin her í ár,
    og nú eru vit øll móð.
    Aldur skola burtur strond,
    ikki eitt kríatúr í nánd.
    Sjálvt æðurnar tær rýma nú.

    Men eg elski henda stað,
    henda dýrabara dag,
    hesa løtuna við tær her foldum á.
    Og á lívsins longu ferð
    veit eg, heima – tað er her,
    Og tá várið er, skal spretta ein summardá.

    Tá so vónin liggur lág,
    og eitt syrgið eygnabrá
    hómast handan summarskrúð.
    Summar byrðar berast ei,
    leitast má á aðra leið.
    Sjálvt fólkini tey rýma nú.

    Men eg elski henda stað,
    henda dýrabara dag,
    hesa løtuna við tær her foldum á.
    Og á lívsins longu ferð
    veit eg, heima – tað er her.
    Og tá várið er, skal spretta ein summardá.