Verði tín vilji á jørð sum á himli, Guð faðir

    Orð: Mikkjal á Ryggi
    Lag: Stralsund

    1. Verði tín vilji á jørð sum á himli, Guð faðir.
    Kærleiki ert tú, á vald títt vær lítum so glaðir;
    algóð tín hond
    røkkur um ríki og lond
    bøtir tað, børnunum bagir.

    2. Menniskjans vit ikki røkkur til gjølla at skilja,
    hvat ið oss gagnar, og kundu vit alt tað, vit vilja,
    fingið í lag,
    máttu vit mangan um tað
    syrgjandi høvur várt hylja.

    3. Verði tín vilji, um sorgir mær kinnarnar væta,
    orki eg ikki títt alvísa ráð enn at fata,
    veit eg tó væl,
    seinni eg síggja vist skal;
    alt tú mær sendi til bata.

    4. Styrk meg, Guð faðir, so glaður tín vilja eg geri,
    elski títt orð og tín heiður um bygdir út beri;
    likam og sál,
    hugur og verk várt og mál
    altíð til vildar tær veri!

    5. Íðin vær nýtum tey evni, ið oss eru givin,
    – gagnleys er gáva, sum niður í mold verður grivin; –
    dygdargóð trúgv
    vinni í hjørtunum búgv,
    tá hvørvur óttin og ivin.

    6. Fáa vit lært, Guð, tín vilja til fulnar at lýða,
    geva alt í tínar hendur og trygdgóð tær bíða;
    vunnin tá er
    mætasti gripur í verð,
    ljóða má lovsongur víða.

    Tann Gud, sum valdar

    Símun av Skarði
    Orð: Símun av Skarði
    Lag 1: Regin Dahl
    Lag 2: Hamburg 1690
    Lag 3: Niels Midjord

    1. Tann Guð, sum valdar ævum øllum
    og mansins dagar hevur talt,
    hin sami, sum á Sinai fjøllum
    læt ljóða: «Tú skalt ei, tú skalt!»
    – hann árið eitt nú enda læt
    og leggjast míni lívstíð at.

    2. Hvat er eitt ár, ein mansins aldur
    í øldum øllum ótaldum?
    Hvat er ein maður einsamaldur
    í endaleysa rúminum?
    Eitt fon, ið hvørvur burt sum hjóm,
    men Guð er út um tíð og rúm.

    3. Tó sær hann meg, sítt barnið veika,
    hans eyga altíð vaka man,
    og tá ið ódnir um meg leika,
    hans faðirhond best hjálpa kann;
    tí var eg tryggur síðsta ár,
    mær fylgdi sjálvur faðir vár.

    4. O, undur størsta, gleði mesta!
    at Guð, sum valdar rúmi, tíð,
    mær foni lítlum, gav hitt besta –
    gav boðskapin, tey orð so blíð:
    «Tú ert mítt barn, eg faðir tín,
    um ævir allar ert tú mín!»

    5. Hvat nýggja árið vil mær veita,
    tað fjalt og dult er fyri mær.
    Men, Guð mín, eg vil á teg heita
    og biðja eina bøn av tær:
    Lat verk mítt, lítið ella stórt,
    til tína æru verða gjørt.

    6. Mín Guð, sum valdar ævum øllum
    og av ger mansins dagatal,
    tú varði væl mín fót frá føllum
    ta stuttu stund, eg liva skal.
    Og kallar tú meg heim til tín,
    so leið meg, kæri faðir mín.

    Miskunnsami mildi faðir

    Orð: Mikkjal á Ryggi

    1. Miskunnsami mildi faðir,
    gev í dag oss dagligt breyð!
    Tú, sum grøs og liljur klæðir,
    føðir fugl um hav og heyg,
    fram um alt á foldum her
    menniskjan tær kærast er,
    trygt vit kunnu á tað líta,
    ei tú vilt oss føði sýta.

    2. Veit tí tú mær dagsins føði,
    ei eg kann av sjálvum mær;
    havsins fong og landsins grøði,
    alt eg fáa má frá tær,
    røkja seyðin vit sum best,
    óvist er, hvat fæst í heyst,
    Harrin og ei hagamaður
    er tað, fyri skurði ræður.

    3. Hvat kann eg av sjónum taka,
    sendir Guð ei fisk í hav;
    óhent nýtti eg mín haka,
    um Guð ikki vøkstur gav;
    fáfongt róðu vit um kapp,
    vildi Guð, at grindin slapp;
    føðir Guð ei fuglameingin,
    ónýtt verður fleygastongin.

    4. Vakur er ein veltur dalur,
    grasgóð er ein albeitt líð;
    tó, hvat geva kýr og smalur,
    leggur Guð ei signing í!
    Uttan hegni, vit og kraft
    armóð høvdu øll vit havt;
    gloym ei, tað er Guð, ið gevur
    arbeiðsevni, tey tú hevur.

    5. Síggi eg ein stakkal stríða
    til at metta svangan munn,
    Jesus, eg títt orð vil lýða,
    ikki elska mammons grunn,
    gera, sum mín Guð tað vil,
    geva, har tað treingir til;
    neyðarstaddan ei at gloyma
    betri er enn gull at goyma.

    6. Prísið Guði øll við gleði
    fyri hjálp og dagligt breyð!
    Ongantíð frá yngsta degi
    læt hann okkum líða neyð,
    hvønn ein morgun, faðir mín,
    leita vil eg mær til tín,
    og tá sól í hav er lækkað,
    fyri dagligt breyð tær takka.

    Komi ríki títt við megi

    Orð: Mikkjal á Ryggi
    Lag: Andreas Peter Berggreen (Hvør vil við til himmiríkis)

    1. Komi ríki títt við megi,
    faðir, vítt um heimsins lond,
    vinni fram seg dag frá degi,
    vart við tíni almáts hond;
    føst í trúnni hvør ein tjóð,
    hvít og døkk, tær takkarljóð
    syngi fyri hjálp og náði;
    friður landa millum ráði!

    2. Komi ríki títt til landa,
    kveiki lív í hvørja bygd,
    lýs, so teir, á bunka standa,
    finna troyst í tíni trygd!
    Bøti trúgvin okkum so,
    at vit lýða tíni boð;
    kærleiki til Guðs og granna
    virki semju millum manna!

    3. Kom, Guðs ríki, í mítt hjarta!
    Drag meg, faðir, tætt til tín,
    rek alt út, sum ilt er artað,
    styrk og halga hugin mín!
    Tak, Guðs andi, búgv í mær
    og í teim, eg havi kær,
    so vit glað við ongum iva
    velja øll í tær at liva.

    4. Kom, Guðs ríki, kom við veldi,
    stimbra hvørja veika sál,
    kom við halga andans eldi,
    verði vilji tín várt mál,
    eg í tær og tú í mær –
    sæla, sum ei enda fær,
    tá ið vit í einglalíki
    prísa tær í himmiríki.

    Hey Ingeborg

    Orð og lag: Niels Midjord

    Hey Ingeborg, hey Ingeborg,
    hvat heldur tú um Karl
    Jeg meti handan lúshundin
    við eitt seyðasparl
    sum liggur mitt á vegnum,
    so hann má sópast burt
    beinanvegin.

    Hey Ingeborg, hey Ingeborg,
    tín tankagongd er sunn
    tú vildi ikki hoyra meir um eftirlønargrunn
    – Nei, gev okum prosentir í hondina takk,
    beinanvegin.

    Hey Ingeborg, hey Ingeborg,
    hvat heldur tú um hin,
    sum kvikur var at keypa sær eina tunnu av bensin?
    Hann hevur selt til diddurnar,
    Ja, hann vildi jeg gelt,
    beinanvegin.

    Hey Ingeborg, hey Ingeborg,
    tá fyri mær tú (?) sat
    tann kona sum var falt land (??), hon gekk streyk (?) í vatn.
    Nåå, er tað rætt (?) tú sigur, so fær hon tímarløn,
    beinanvegin.

    Hey Ingeborg, hey Ingeborg,
    tí løgnan er eitt kip (?),
    So tað er at standa saman,
    um tú tørvar (?) um bensin.
    Ja, tað vil eg gera, og tað skal vera nú,
    beinanvegin.

    Hey Ingeborg, hey Ingeborg,
    nú kanst tú vera stolt,
    tí hjálpti Oddfríð Gregersen
    hann setar út (???) upp smátt.
    Tá kiss meg í tað eksta
    tá eg taki ber,
    beinanvegin.

    Hey Ingeborg, hey Ingeborg,
    tú baðst meg halda kjaft.
    Tað geri eg við gleði og aftur virkandi kraft.
    So heilt sum eri, eri,
    tit gloymið hendan sang,
    beinanvegin.

    Eg fór til læknan

    Orð: Gunnleif Thomsen
    Lag: Stina var lítil stulka í sveit

    Eg fór til læknan at biðja um ráð,
    har læt eg meg naknan úr hvørjari trá,
    eg sera gjølla kannaður bleiv,
    líka frá høvur og niður í reyv.
    Læknin hann smurdi salvu uppá,
    meðan hann spurdi, hvar eg var frá,
    eg helt at hann spurdi dekan ov nær,
    um hví og hvør og hvar.

    :,: Men eg bleiv í góðum lag,
    tá læknin segði tað:
    gott er at vera fullur viðhvørt,
    tað skuldu allir føroyingar gjørt.
    So skonkti hann til mín
    eitt glas av brennivín’, :,:

    Av hesum fekk lív mítt heilt aðra vend,
    eg gekk sum eitt skítbýtt hvørja weekend,
    at endanum tordi eg ikki útum,
    uttan ein lítil fór niðurum.
    So aftur til læknan fekk antabuss,
    eg føldi meg naknan uttan ein sjuss,
    eg segði við læknan send meg í dag,
    men ei til Velbastað

    Nei send meg til Íslands beinanvegin,
    tí har er jú vón fyri mær……

    Faðir vár í himlasølum

    Orð: Mikkjal á Ryggi
    Lag: Regin Dahl

    1. Faðir vár í himlasølum,
    allarbesti faðir mín!
    Upp frá jarðarríkisdølum
    stíga bønir fram til tín;
    miskunn tín ei enda fær,
    øll og alt títt eyga sær,
    hvørja mína gerð tú kennir,
    alt hvat mær í huga rennur.

    2. Dámligt er til Guðs at leita
    sum eitt barn til faðirs arm;
    altíð vil hann hjálp oss veita,
    lættir sorg og linnar harm,
    fjálgar um oss nátt og dag;
    skulu vit ei vera glað,
    sum so góðan faðir eiga;
    heim til sín hann vil oss leiða.

    3. Góði Guð! tú aldri spardi
    børnum tínum bestu løn,
    Jesus! tá tú sjálvur lærdi
    oss at biðja bestu bøn,
    fingu vit so dýran skatt,
    hjálp, at vit hann nýta rætt,
    fram í tínum ljósi miða,
    so vit fáa alt, vit biðja.