Samband undurfult, gleði fyllir meg

    Orð: Elisha A. Hoffman
    Lag: Anthony Johnson Showalter
    Týtt: Petur William Háberg

    1. Samband undurfult, gleði fyllir meg,
    hildin trygt í Guds Jehovas hond,
    ríku signingar, friðin eigi eg,
    hildin trygt í Guds Jehovas hond.

    Niðurlag:
    Hildin, hildin
    trygt, tá meg hótta álop vánd,
    hildin, hildin,
    hildin trygt í Guds Jehovas hond.

    2. Lívsæl ferðin er mót tí fagra stað,
    hildin trygt í Guds Jehovas hond,
    ljós á leiðini veksur dag um dag,
    hildin trygt í Guds Jehovas hond.

    3. Skal eg óttast, tá fryktin burtur er,
    hildin trygt í Guds Jehovas hond?
    Fullan frið við Gud, sum meg uppi ber,
    hildin trygt í Guds Jehovas hond.

    Eitt hjarta er, ið hin sonin elskar

    Orð og lag: Joël Blomqvist
    Týtt: Victor Danielsen

    1. Eitt hjarta er, ið hin sonin elskar,
    sum søkkur niður í synd og skarn,
    úr faðirhúsinum sær eitt eyga
    við umsorgan á hitt vilsta barn.

    2. Eitt oyra er, ið seg boyggir niður
    til tey, sum rópa um hjálp í neyð,
    ein tunga er, sum í náði talar
    við tey, ið falla, og reisir tey.

    3. Ein kelda er fyri tann, ið tystir,
    eitt lívsins breyð til tey svongu er,
    ein góður frístaður er og tryggur,
    har deyði, dómur ei skaða ger.

    4. Ja, kom til Jesus, og tú skalt finna
    alt, ið tær tørvar til sæluna!
    Tí Jesus, Jesus og hann aleina
    nóg mikið er alla ævina.