Lítið lamb hjá Jesusi

    Orð og lag: C. Ahnström
    Týtt: Ókend/ur
    Upprunaheiti: Jesu lille lam jeg er

    Lítið lamb hjá Jesusi
    eri eg, hann eigur meg.
    Hann meg ber um fjøll og dalar
    – heim í himmals ljósu salar.
    Lítið lamb hjá Jesusi
    eri eg, hann eigur meg.

    Lyftið eygum okkara móti fjøllum

    Lyftið eygum okkara móti fjøllum,
    tí hvaðani kemur hjálp okkara?
    Mín hjálp kemur frá Harranum,
    sum skapt hevur himmal og jørð!
    Fótur mín skal aldri, aldri snáva.
    Mín Verji skal aldri blunda,
    aldri, skal aldri blunda,
    aldri blunda!
    Lyftið eygum okkara móti fjøllum,
    tí hvaðani kemur hjálp okkara?
    Tí hvaðani kemur hjálp okkara?

    Gud ynskir alt gott við mær

    1. Gud ynskir alt gott við mær,
    eitt lív fylt við vón og trúgv,
    og eg veit, at eg kann líta á hann,
    mín vinur hann er.
    Tryggur eg eri saman við Jesusi.

    Niðurlag: Lívið er deiligt, lívið er gott;
    gleðast eg kann um stórt og um smátt.
    Jesus er mín – lívið hann gevur mær.
    Sjálvt um eg møti mótgongd viðhvørt,
    so veit eg, at hann sigur satt.
    Hann gleðir meg, tí havi eg tað gott.

    2. Gud ynskir alt gott við tær
    – at geva tær vón og trúgv,
    og eg veit, at hann koma skjótt skal,
    so flyta vit heim
    í ævir at búgva saman við Jesusi.

    O, botnleysa Frelsa, o, kærleikans hav

    Orð: William Booth
    Týtt: Ókendur

    1. O, botnleysa Frelsa, o, kærleikans hav,
    o, náði djúp, Kristus av Himlinum gav!
    Við boðum um bjarging hon finnur sær veg
    um verðina alla, – kom, floym yvir meg!

    2. Mín synd var so stór, míni misbrot so svár,
    og nyttuleys eru øll angursins tár.
    O, Flóð, eins og purpur, mín sál nú sær teg,
    tú eina kanst reinsa, – kom, floym yvir meg!

    3. Mítt hjarta er friðleyst, mín lyst heftist ei,
    tað fjøtrar mær sálina, villir av leið.
    Bert loystur í Flóðini verða kann eg,
    um einaferð Hon hevði floymt yvir meg!

    4. Nú royndur av freisting, nú píndur av frykt,
    nú mótleysur – lív mítt er ongantíð trygt.
    Eg veit, alt tað hvarv, sum nú mær skaða ger,
    um Flóðin hin reina fekk floymt yvir meg!

    5. O, náðihav mikla, hvør mangan eg stóð,
    við langtan dygst við hesa dýrmettu Flóð.
    Nú aftur tey reinsandi vøtn síggi eg,
    eg fari ei, fyrr enn tey floyma um meg!

    6. Hygg, Flóðin hon veksur, hon fram at mær fann!
    Eg hoyri Ein rópa: “Eg frelsa teg kann!”
    Mín trúgv hátt seg hevjar og loystur nú eg
    meg tveiti í vatnið – tað floymir yvir meg!

    7. Og nú, halleluja, mítt framtíðarskeið
    skal ofrast við gleði á Hansara leið,
    sum sjálvkravdur bløddi og ofraði Seg,
    o, botnleysa Frelsa fyri teg, fyri meg!

    Eg í virðing nígi her

    Orð: Hans Christian Jochimsen

    1. Undrist á, hvat tú hevur gjørt
    At í lív mítt inn tú komst at bjarga mær

    2. Undrist á, alt broyttist tann dag
    Ei eg skilji alt og fátæk eru orð.

    Eg í virðing nígi her
    Heiðri og tilbiði teg
    Eg í virðing tær mítt lív vil geva
    Eg í virðing prísi tær

    3. Undrist á, hvat tú hevur gjørt
    At í lív mítt inn tú komst at bjarga mær

    Nígi her
    Nígi her

    Livandi Trúgv

    Orð: Bjarne Knudsen
    Týtt: Ókendur

    Komi títt ríki til okkum
    Andi tín til okkar’ verð
    Hjálp okkum vera tann kirkja
    Sum í tíni mynd skapað er

    Guð hoyr mína bøn, hjálp mær røkka vítt
    Guð hoyr mína bøn, kærleiksboðið títt

    Lær meg at elska av hjarta so kært
    Lær meg at tæna, sum tú hevur lært
    Lær meg at ganga, har tú bygdi brúgv
    Lær meg livandi trúgv

    Gev mær eitt hjarta sum logar
    Eitt brennandi kærleikans bál
    Brúka mítt lív til at verma
    Ta køldu og einsomu sál

    Gud góður er

    Gud góður er og hans náði, hon varir í ævir
    Gud góður er og hans náði, hon varir í ævir

    Frá øllum tjóðum og ættum á jørð
    hoyrist nú songur tí Guð góður er

    Vit prísa tær
    Halleluja, halleluja
    Vit prísa tær
    tí tú ert Gud
    Vit prísa tær
    Halleluja, halleluja
    Vit prísa tær
    tí tú ert Gud
    Gud góður er

    Gud góður er
    Hvønn dag

    Jørðin gleðir seg

    Jørðin gleðir seg
    Jesus Hann er her
    Hann upprisin er
    Settur høgt í ævir

    Veld Hans sýnast skal
    og Hans rættvísi
    Jørðin fyllast skal
    av Guðs mátti og dýrd

    Himmalin nú opnar seg
    og Guðs stóri kærleiki
    vellur út yvir heimin
    Harrans vald tú síggja skalt
    og umbroytast við Guðs kraft
    Hesin dagur er Harrans

    Verdur, verdur, verdur
    Immanuel, Guð við okkum