Farið um jól og trettanda er

    Orð: Nyholm Debess
    Lag: Óla Jákup Hansen

    1. Farið um jól og trettanda er,
    nú dagarnir fara at dragna.
    Tá vita vit, fram móti vári ber,
    tá vetraródnin má tagna.

    2. Og foldin hon svav sær langan blund,
    goymdi hon grøs, goymdi urtir.
    Nú rísa man sól – nú komin er stund,
    hon drepandi frost tiðnar burtur.

    3. Nú várvónin rembist – brátt man hon sær brá,
    undir snjóhvítu fonn mundi sova.
    Hon rassast, – hon ernast, í legu hon lá,
    og gleðist, nú opin er smoga.

    Tey fara framvið

    Orð: Janus Djurhuus
    Lag 1: Hans Jacob Højgaard
    Lag 2: Óla Jákup Hansen

    1. Tey fara framvið á sumri í sól,
    so vónrík og flúgvandi glað;
    ein gullglæma sveipar og signar tað lið,
    sum í vóndreymi sveimar avstað.

    2. Ta lukku, ið ger tey so læandi løtt,
    lívgevandi kærleikur ól,
    hon kennst sum hitt unga áarsús,
    hjá børnum av sumri og sól.

    3. So hittast tey saman, tvey og tvey,
    og skelvandi reiða sær ból, –
    men sorgsveipta náttin gav heystbleikan dreym,
    ið várið og summarið fjól.

    4. Tey fara framvið sum tað følnaða leyv,
    ið miðleyst á heiðunum fleyg,
    sum mammur, ið syrgja, tá dýrasta ogn –
    børnini, ov tíðliga deyð.

    Her er vakurt í Føroyum

    Orð: Tróndur Olsen
    Lag: Óla Jákup Hansen

    1. Her er dámligt í Føroyum
    um krossmessutíð,
    tá ið foldin hon vaknar, hin ungmoy so blíð,
    setir blómur í barm, setir rósur í hár,
    fer í stakkin hin grøna, sum fríðkast hvørt ár.
    Tað er dámligt í Føroyum,
    tá hvør rødd rópar: Vár, tað er vár!

    2. Her er fagurt í Føroyum um hásummartíð.
    Nú er gullvovin kápan, í vár hon fór í,
    tí at nú er hon brúður, nú høvur ber krans,
    summarfuglur í ong treður lættliga dans.
    Her er vakurt í Føroyum,
    tó ov lítið vit geva tí ans.

    3. Her er dámligt í Føroyum um eftirárstíð,
    tá ið akur og ong standa bognandi síð,
    tá ið fuglurin starvast og titar í kring,
    venur ungar til ferð, stevnir frændum á ting.
    Her er dámligt í Føroyum,
    tá tað ljómar um fjallanna ring.

    4. Her er vakurt í Føroyum um háveturstíð,
    tá ið kavin hann skínur og glitrar í líð;
    tá ið nykurin spennir út tak yvir høll,
    stjørnur kappast við mána at lýsa á vøll.
    Her er vakurt í Føroyum,
    tá við ísgráum hjálm’ standa fjøll.

    5. Her er fagurt í Føroyum! Tó fagrari var,
    um tú virdi títt heim, so sum tað unnir tær.
    Minst, at so var tað siður – og er tað væl enn -:
    Virðir heim títt tú ei, tú ei telist blant menn.
    Her er vakurt í Føroyum –
    bert at allir vit tonktu sum menn!

    Legg tínar sorgir á Harran, tín Guð

    Orð: Hans Andrias Djurhuus
    Lag: Óla Jákup Hansen

    1. Legg tínar sorgir á Harran, tín Guð,
    viltur í skyggjandi gulli ei er hann,
    suff tíni telur hann, tár tíni ber hann,
    so tú í dýrd hans og sælu fært lut.

    2. Heilagur Guð er, og rættvís hans leið,
    nú her við signing og friði hann kemur,
    nú hansar hond okkum tyktandi nemur,
    tó hann í vandanum sleppir oss ei.

    Prúða land mítt

    Hans Andrias Djurhuus
    Orð: Hans Andrias Djurhuus
    Lag: Óla Jákup Hansen

    Prúða land mítt, tær sum havi kvøðu ber,
    fríða land mítt, altíð mær í huga ver!
    Armin mín ger stinnan eins og herðað stál;
    al tær bestu kenslur upp í míni sál.

    Um so tung og torfør verður leiðin mín,
    lat meg kenna, at eg eri sonur tín;
    rista mær ímóti óndir raman gand,
    skal tað menna, móðir mín er fjallaland.

    Fjallaland við djúpum dølum, fossalag,
    sterkum brimi vetrar-, várs- og heystardag,
    blíðum, ljósum náttum, stillu summarstund,
    huldugentudansi yvir grøna grund.

    Um enn alt sigst nyttuleyst, eg havi gjørt,
    ger mær lyndið ljóst og ger mær hjartað stórt !
    Um eg skuldi ivast, strangt tú revsi meg,
    so eg royni bróta slóð og byggja veg.

    Lær meg fram um alt at gloyma meg og mítt,
    tá tað ræður um at verja merki títt,
    lat meg teljast millum teir, ið berjast tá,
    aldri víkja tínum fagra merki frá.

    Fríða land mítt, fjart frá øðrum londum statt,
    sig mær altíð, hvat er rangt og hvat er rætt;
    lær meg snildið tað, at stevna fram á veg –
    altíð vera millum teir, ið verja teg!