Dýrd á vík og vág

    Orð: Jens Dam Jacobsen
    Lag: Gunnar Mikkelsen

    1. Dýrd á vík og vág.
    Rúmdin føgur blá.
    Snjóhvítt summardáalak um eingir.
    Grasið leiftrar frítt.
    Lotið kennist lýtt.
    Mýrisnípan spennir sínar veingir.

    2. Rodna rók og røð.
    Búnast blómubløð.
    Smálomb spæla sær á grønum slætta.
    Ornar urðargrót.
    Haran fim og fljót
    spelar sum eitt fok á reyni bratta.

    3. Unglingar og sprund
    virka nú við skund:
    Hann við líggja, hon við síni rívu.
    Hennar brá og bros –
    hansar’ skemt og tos –
    ber bert boð um tvey, ið líka lívið.

    4. Fagra fjálga stund!
    Silvitni um sund.
    Fróir flúgva fuglar millum fjalla.
    Teirra káta mál
    berst um vall og vál.
    Gævi dagur aldri fór at halla.

    Morgun

    Orð og lag: Martin Joensen
    Viðmerking: Yrktur í 1985.

    1. Morgun og nýføddur grátur.
    “Vælkomin lítli, stíg inn
    í henda heimin sum gestur,
    kanska tú dvølur eitt bil.

    2. Um tú vilt korini vita ?
    – Best at eg sigi sum minst.
    Tó eingin veit, um júst títt lív
    skapt er til eydnu og ljós.

    Ábyrgdini á tínum herðum,
    gáva frá okkum til tín.
    Byrða, ið tung er at bera,
    ber hana betur enn vit.

    3. Heimurin fyri tær opin
    kannar teg gjølla og væl.
    Merktur av ringastu royndum.
    Býður tær kortini sess.

    4. Men tú eigur dagin og ljósið,
    tú eigur náttina við,
    tú eigur stjørnurnar allar,
    tú eigur rættin til frið.

    5. Viljin er sterkasta svørðið,
    bítur á harðasta stál.
    Vónin er bjartasti brandur,
    lýsir tær veg fram á mál.

    Ábyrgdini á tínum herðum,
    gáva frá okkum til tín.
    Byrða, ið tung er at bera,
    ber hana betur enn vit.”

    Meg minnist eina mynd

    Orð: Hans Andrias Djurhuus
    Lag: Jógvan Telling Joensen
    Viðmerking: Yrktur í 1914.

    1. Meg minnist eina mynd – eg var lítil tá,
    Tó fagrari mynd eg aldri sá;
    Tað var lítil bygd, fram við vatn hon lá
    Og húsini vóru so fitt og smá

    2. Í bønum á blik, løgdu gentur løk,
    og roykurin rak yvir grasgrøn tøk.
    Hvør klettur sum skarlak litaður var,
    Og krúnu av tárni tindurin bar.

    3. Ein drongur við tráðu sat vatni hjá,
    ein áarløkur rann skamt har frá.
    Ein tjóðraður hestur í beiti stóð.
    Í lofti kvað fuglur sítt kvøldarljóð.

    4. Alt átti so friðarligt hvíldarlag-
    kvøldarhvíld eftir strævnan dag.
    Sólin var farin um fjallaskarð
    Tó enn stóð glæman og lýsti har.

    5. Ein føgur, ein yndislig summarmynd
    við sólseturglæmu um høgan tind –
    Og eg kann minnast, eg ynskti mær,
    At mær mátti unnast at búgva har.

    6. Tó aldri eg enn slíkt stað havi sætt,
    og einki havi eg frá tí frætt;
    og myndin er burtur – skrødd ella brend,
    og eina mynd av mær, ongum øðrum kend.

    Áh, kundu á tíðarhavi

    Orð: Poul F. Joensen
    Lag: Hanus G. Johansen

    1. Áh, kundu á tíðarhavi
    vit akker kastað ein dag
    tá vit hava eydnuna vunnið
    so hon ikki rýmdi avstað

    2. Tíðin, legg tínar veingir
    saman bert hesa stund
    meðan eg sælur kyssi
    mítt sólfagra ástarsprund

    3. Og løtan hin signaða, ríka
    á kvirru, ástheitu nátt
    áh, lat meg í kossinum doyggja
    tá hvíli eg æviga gott

    Sildavalsurin

    Orð: Oskar Hermansson og Poul Arne Joensen
    Lag: Gideon Wahlberg

    1. Skútur brátt stevna av firði út tað norðhavssild at fanga
    Skiparin rópar um stýrhús-rút: ”Hey, latið springið ganga!”
    Koyrir so á motorin, snotilig skútan er vorðin.
    Setir so kós í ein landnyrðing, loggið bert snurrar ein sólarring.
    Skiparin sjógvin gradar, brúkar sekstant og radar.
    ”Gerið nú greitt bæði trossar og gørn, tí nú se-ta vit!”

    2. Setan var góð, væl teir fingu í á fimtan favna dýpi.
    Gørnini fimti teir settu út, við tunnum verður knýpið.
    Avhøvda flestu og gelda, aðrir teir salta og skelda.
    Kokkurin gamli tó glaður er: ”Komið nú allir og skaffi her,
    Borðiskin havi eg djúpan, kom og fá tykkum sildasúpan,
    Hon stimbrar og hitar hvønn einasta kropp, sum nú kropin er!”

    3. Sigla so inn aftur leygarkvøld, teir glaðir munnu sjunga.
    Harmonikan áður so deyð sum sild, man út í dansin runga.
    Ruskij og Polskij har snurra, norðmenn og sviar sum murra.
    Har er bert ruðul og eingin kós, stúgvandi fult eins og sild í dós!
    Har eru sildaknassar umframt teir sildabassar
    Sum gørn teirra seta og fanga sær sprund nú eitt leygarkvøld.