Skútan svarta

    Martin JoensenÓlavur Højgaard
    Orð: Martin Joensen
    Lag: Ólavur Højgaard

    Stendur gamli stillur við sjóvarstrond
    í kvøldarkvirru hvørvur tíð
    ferðast túsund tankar um høv og lond
    um fjøll og kavalíð

    Farnir vinir vakna og koma fram
    á gamlamanna minnisfund
    troyttur dagur søkkur í náttarfavn
    at njóta hvíldarstund

    Vit sóu stormar – sóu brot
    og havið taka menn
    breyt frá bógnum
    lágt var flot
    vinir minnast tit tað enn

    Stevnir skútan svarta inn móti strond
    á sandi standa teir á rað
    hevjar gamli høgt sína sterku hond
    – nú skulu vit avstað

    Liggur gamli stillur við sjóvarstrond
    og bleikur máni lýsir frið
    stevnir skútan svarta um høv og lond
    – hygg sært tú hann er við

    Gotta go to Nashville

    Orð: Martin Joensen
    Lag: Ólavur Højgaard

    Got me a ticket to Nashville, Tennesee.
    Just can’t live without the Music City
    where dobros are crying and steel guitars moan.
    Gotta go to Nashville to make it my home!

    Dancin´ in the footsteps of Waylon, Cash and Reeves,
    oh, and don’t you forget Patsy!
    That music so proud made a man out of me,
    I’ll soon be in dear Nashville and I ain’t playing for free!

    Soon I’ll be at the Grand Ole Opry Show,
    My mum and dad will watch, I’ll let them know!
    My picture upon the Hall of Fame!
    Yes, sir, soon they’ll all cry out my name.

    Hey, Music City, your son is coming home!
    So please take me down to General Jackson!
    Then I’ll see some friends down on old Music Row,
    sure they’ll have some room for my songs on their show!

    Soon I’ll be at the Grand Ole Opry Show!
    My mum and dad will watch – I’ll let them know!
    My picture upon the Wall of Fame,
    Yes, sir, – soon they’ll all cry out my name!

    Bóndin fer til skips

    Orð: Martin Joensen
    Lag: Ólavur Højgaard

    1. Síðstu nátt var søgan úti,
    meðan regnið ristið rútin
    pakkaði tú saman
    og var horvin út í myrkrið.
    Síðstu nátt var søgan úti.

    2. Leyst og liðugt uttan nakað,
    fimtan ár bert burturblakað.
    Skipið fer í dag,
    ongin fylgir mær avstað,
    leyst og liðugt uttan nakað.

    3. Eg trúði gott um teg,
    tú trúði alt um meg!
    So mátti tað jú ganga, sum tað gekk.
    Á havinum er kalt,
    men eg havi havið valt,
    ja, eg havi havið, eg havi havið valt!

    4. Betri lívið er á brúnni
    enn í fjósinum hjá kúnni!
    Um bert tú kundi sæð
    meg staðið her í dag,
    eg havi havið, ja, eg havi havið valt.

    5. Havið veitir hjørtum linna.
    Har kann sálin friðin finna.
    Havið grøðir sár,
    havið goymir sorgartár.
    Havið veitir hjørtum linna.

    6. Eg trúði gott um teg,
    Tú trúði alt um meg.
    So mátti tað jú ganga sum tað gekk.
    Jú, sleyg kann kosta dýrt,
    – tað er ei, sum tú trýrt.
    Eg elski einans teg,
    nú ert tú burt.

    Guess I’ve fallen in love

    Martin Joensen
    Orð og lag: Martin Joensen

    I´ve been wandering around this crazy old town just to see you again.
    Though it´s been a while I can´t forget your smile in the midnight rain.
    Oh, I´ve tried so hard, but I just can´t get you out of my mind!
    You didn´t tell me your name, but you fueled my flame,
    your kiss tasted like wine.

    Why did I let you go, well I just don´t know, always been kind of slow.
    It seemed so evident you were heaven sent, an angel from above.
    Now here I am searching high and low for your pretty face.
    You didn´t tell me your name, but you fueled my flame
    you sent my heart into space!

    Guess I´ve fallen in love, please, Lord above tell me where to go
    to find the girl of my dreams, tell me where she´s at, please let me know.
    Guess I´ve fallen in love, got nowhere to go to let it show.
    You didn´t tell me your name, but you sure did fuel my flame .

    Did I misunderstand when you touched my hand and asked me to dance?
    Was I just another fool jumping into your pool hoping for romance?
    Were you tender kisses really meant for someone else but me?
    You didn´t tell me your name, but you fueled my flame,
    why didn´t you let me be?

    Ansa tær

    Orð: Martin Joensen
    Lag: Ólavur Højgaard

    1. Ansa tær, vinur mín, gøtan er hál!
    Snávaði mangur innan rokkið var mál.
    Tú veitst, hvat tú hevur, men ei hvat tú fært!
    Tað hevur lívið meg lært…

    2. Freistingar lúra á hvørjari ferð.
    Stinga sítt snýði fram og teska: Kom her!
    Lokkandi, dragandi tøla tær teg,
    lúra teg av tínum veg.

    3. Ansa tær, vinurin, far ei á rull:
    Ei alt sum glitrar er gull!
    Skinnið so frítt
    hevur mangt hjartað snýtt.
    Ansa tær, far ei á rull!

    So ganga míni ár

    Orð: Martin Joensen
    Lag: Ólavur Højgaard

    So ganga míni ár,
    í morgin var í gjár.
    Og heystið bankar á mín rút,
    so ganga míni ár.

    Eg klagi ikki, men
    so nógv er ógjørt enn;
    spurningar, ið vænta svar,
    so ganga míni ár.

    Eg minnist enn dreingin, ið droymdi.
    Dreingin, ið býr í mær enn.
    Hann kanska væntaði sær meir,
    í morgin var í gjár.

    Men tað ið er farið er farið,
    og tað ið er hent er hent.
    Og heystið bankar á mín rút,
    so ganga míni ár.

    Tá eg droymi

    Orð: Martin Joensen
    Lag: Ólavur Højgaard

    Tá eg droymi, droymi eg um teg
    og um sólfyltar dagar síðst í mai.
    Tá í vársins gróðri vit gingu,
    – millum sóljurnar fótur tín tá steig.

    Tá eg vakni, ja, tá minnist eg
    síðsta túrin í skýming fram við strond.
    Meðan roðin enn gylti vágna
    merkti eg, at tú slepti míni hond.

    Um eg bert kendi tey loyndarmál, tú duldi.
    Um eg bert visti hvar tú vart,
    um eg bert visti hví tú fórt?

    Tá eg vakni hugsi eg um teg,
    og eg smílist, tó sinnið kennist tungt.
    Minnist løturnar, vit tó áttu,
    – minnist várið, tá hjartað enn var ungt.

    Enn

    Orð: Martin Joensen
    Lag: Ólavur Højgaard

    1. Brimið við bergið
    nú legðist til ró.
    Mánin mær lýsir
    í náttini slóð.
    Langt er at sigla,
    drúgv er mín ferð.
    Gud viti, hvat morgindagurin ber.

    2. Aftur ein dagur
    datt í Harrans hond.
    Sólin sær smoygdi
    til fjarskotnu strond.
    Enn ert tú hjá mær,
    enn ert tú her.
    Gud viti, hvat morgindagurin ber

    3. Summarið fór
    meðan eg lá og svav.
    Veturin kom
    áðrenn eg visti av.
    Gott at eg fann teg,
    gott tú ert her,
    Gud viti, hvat morgindagurin ber.

    Fjart frá tær

    Orð: Martin Joensen
    Lag: Ólavur Højgaard

    Fjart frá tær eri eg staddur.
    Fremmant er hvørt fjall, hvør skor.
    Gleði meg bert til at koma aftur,
    einsligt lívið nú er her umborð.

    Telji hvønn ein dag, hvønn ein tíma
    til vit aftur sigla inn.
    Kyssa skal eg gentu mína,
    sjálvt um tú so mann spæla svinn.

    Tí eg veit, at tú meg elskar.
    Tíni brøv, – mær, tey siga alt.
    Millum reglurnar tú teskar:
    Altíð mín tú vera skalt.

    Skiparin nú gevur boðið:
    So er klárt at sigla heim!
    Leið nú vísir morgunroðin
    heim til sælan ástargleim.

    Eg lurti eftir tær

    Orð: Lena Anderssen
    Lag: Ólavur Højgaard
    Týtt: Martin Joensen

    Kom, set teg her,
    tú tykist troytt!
    Nú friður er
    og kaffi er heitt …

    Sig mær hvat bagir?
    Hvat er tað, ið ræðir?
    Tosa bert,
    eg lurti eftir tær …

    Nú rópa út
    tey tungu ár,
    um sorg og sút
    og øll tíni tár.

    Hvør tók títt hjarta?
    Smílið tað bjarta?
    Áh, tosa bert,
    eg lurti eftir tær…

    Sig, hvat er hent,
    um tú ert ment,
    – sig mær bert,
    hvat bylgist í tær.

    Hvør fekk teg at tára?
    Áh, góða, forklára,
    – tosa bert,
    eg lurti eftir tær!

    Nú varnast tú
    at skýmligt er,
    sigur: eg fari nú,
    – kann ei sita her!

    Men eg sigi við teg:
    tú fert ongan veg,
    – tosa bert
    eg lurti eftir tær.