Nú kavar hann av møkum

    Niels Wilhelm Gade
    Orð: Óli Dahl
    Lag: Niels Wilhelm Gade (På Sjølunds fagre sletter)
    Viðmerking: Yrktur í november 1959.

    1. Nú kavar hann av møkum,
    nú fyllist gil og lág.
    Hann roynir seg í tøkum,
    ger gler á vøtn og á.
    Tann norðurættin balda
    fer køld um fjørð og sund,
    so hennar’ lotið kalda
    tað kylir sál og lund.

    2. Hann dungar kavan niður,
    ger skalvar her og har.
    Hvør áarfossur tigur,
    ið fyrr so kátur var,
    so stetlaði at strondum
    við summari og sól,
    nú lagdur er við bondum,
    sum norðurættin ól.

    3. Lat tína sál ei frysta
    um eitthvørt ber ímót.
    Lat ómegd av tær rista,
    smásinni av tær brót.
    Tað nyttar ei at stúra
    um hetta, hitt og alt,
    – at seta seg at kúra
    ger lívið ísakalt.

    4. Lat kavan dunga niður,
    lat frysta alt á jørð.
    Um eina stund alt tigur,
    so vaknar alt og grør.
    Tí sólin eigur valdið,
    hon aftur fløva skal,
    tí vetrarkuldin kaldi
    fer burt við sunnanæl’.

    5. Nú kavar hann av møkum,
    eg kenni sunnanæl,
    eg vinni hann í tøkum,
    ið fjaldi alt so væl.
    Í mínum frysta sinni
    fer veturin sín’ kós,
    tá eg sum smábarn minni
    meg á eitt jólaljós.