Á Golgata mín Frelsari hin gamla ormin vann

    Orð: Jóhannes Jakobsen
    Lag: Óli Nicodemussen

    1. Á Golgata mín Frelsari hin gamla ormin vann,
    Har Satans høvur sorað varð, og Jesus rópa kann:
    »Tað er fullgjørt!« – á, sigursróp, ið risti henda heim –
    í trúgv á Kristi frelsuverk ein mannasál gerst rein.

    2. Eg takki Tær, mín Frelsari, Tú doyði deyða mín,
    men upp Tú páskamorgun stóð, ja, sigurin var Tín.
    Í rættvísi meg endurføddi, eri barn Títt nú
    av náði – kæri Frelsari, mín Harri, Gud ert Tú.

    3. Tey fótafet, eg stígi nú, Hans eyga hvørt eitt sær,
    og um mín fótur glíður nú, Hans hond hon loftar mær.
    Ja, um Hann loyvdi, at eg kom mót eggini so nær,
    Hans hond hon helt mær fastari, enn tá ið slættlent var.

    4. Tað finst ei nakað her á jørð, ið síðustillast kann
    við tað at hoyra Gudi til og líta seg á Hann.
    Hans náðihendur, kærleikseygu fylgja míni ferð
    og geva mær til hvønn ein dag júst tað, mær tørvar her.

    5. Tað besta enn tó eftir er, tað Kristus sigur mær,
    tann dag, eg leggi ferðastav og Hann mítt eyga sær.
    Í dagar seks Hann skapaði alt tað, ið skapað er,
    hvat verður tá tað Himmalheim, Hann hevur enn í gerð!

    Eg við troyttum, særdum hjarta

    Orð: Ókendur
    Lag 1: Inga Simonsen
    Lag 2: Ókendur
    Lag 3: Óli Nicodemussen
    Týtt úr donskum: Victor Danielsen
    Upprunaheiti: Med et hjerte træt og såret

    1. Eg við troyttum, særdum hjarta
    komi, Frelsari, til tín,
    friðin, gleðina at fáa,
    sum tú keypti, vanst til mín!
    Tí eg veit, hvat verðin gevur:
    Fáfongd, steinar fyri breyð,
    og nú býður tú mær, Harri,
    ljós í myrkri, lív í deyð!

    Niðurlag: Mín Frelsari, eg komi,
    komi, komi,
    mín Frelsari, eg komi,
    eg komi nú til tín.

    2. Her við mínum sorgum, syndum,
    ótta, iva komi eg;
    boygg teg nú til mín í náði,
    søkka lat tín frið í meg!
    Allar byrðar av eg kasti,
    sál mín troytt av øllum er;
    tak meg, sum eg eri, Harri,
    frelsa, friður, lív mær ver!