O, móðurlandið!

    Orð: Olivar á Ryggi
    Lag: Hans Jacob Højgaard

    1. O, móðurlandið! Eg elski teg;
    frá barnaárum eg alskin kendi;
    við dygd og stimbri tú aldi meg,
    at himli eyga mítt vendi.

    2. Til Gud eg biði av sinn og sál
    við móðurmáli, eg havi fingið,
    hann betur skilir mítt móðurmál
    enn høgir harrar á tingi.

    3. Av insta hjarta eg takki tær;
    takk fyri málið, tú hevur givið,
    og móðurlandið, tú skapti mær,
    takk fyri lívið, eg livi.

    4. Um Føroya landið eg kvøða vil,
    og Føroya málið eg vil upp byggja,
    sum Harrin gevur mær evni til,
    tó eg í vanda man liggja.

    5. Ja, Føroya heimið, ja, tað er frítt,
    við grønum fjøllum á summardegi;
    í vetrarbjálva tað stendur hvítt,
    tað fyllir hjartað við gleði.

    6. Sum Føroya tindar so treyst og frítt
    upp móti himli frá foldum peika,
    so vendir skaparin andlit blítt
    til alt, á foldum man leika.

    7. Ja, slættur dalur og grøna líð,
    silvurblonk á, sum til strandar rennur,
    og brattar skorar við seyði í,
    alt eittans lagið her kennir.

    8. Í Føroya dølum, í Føroya líð
    best trívast vit allir Føroya synir
    og Føroya døtur um alla tíð,
    hvar helst vit semjast sum vinir.

    9. Fullvæl alt skaptist av faðirhond,
    so fagurt alt her man hóska saman,
    um brimið øðisligt slær mót strond,
    alt vendist aftur til gaman.

    10. Tí, móðurlandið, eg elski teg;
    altíð sum áður so enn eg biði,
    at himna drottur vil styðja teg,
    teg verja við sínum liði.

    11. “Tær, móðurlandið, eg unni væl,”
    so kvøður hvør, sum av sonnum kennir,
    at føroyskt er enn og verða skal
    alt blóð, at hjartanum rennur.

    Føðilandið

    Orð: Olivar á Ryggi
    Lag: Hans Jacob Højgaard

    1. Mítt føðiland, ið liggur her í norði
    so frítt, at fólk her landi byggja á,
    mítt móðurland, tað er tað dýra orðið,
    ið eigur alsk mín og mín’ heitu trá,
    tað er tað land, hvar vøggan mundi standa,
    sum barn eg hvíldi móðurarmi á,
    tað er tann sól, ið hesar oyggjar brandar,
    tað er títt hav, meg knýtir móður hjá.

    2. So fagurt krýnt tú stígur upp úr havi,
    mítt føðiland, í vetrar ódnum vígt,
    teg vil eg elska alla mína ævi,
    ei nakað annað kann eg elska slíkt,
    tú fríða land, ið fedrar várir nomu,
    hitt stolta far teir bar um brattan sjógv;
    tað sama land og oyggjarnar tær somu,
    ið rísur hátt við aldubrot á lógv.

    3. O, fagra land og føgru føðioyggjar,
    so einsligt her frá øðrum londum statt,
    tú hevur fostrað vænar menn og moyggjar,
    ið trúfast goymdu mangan dýran skatt:
    Várt móðurmál hitt forna, aðalborið,
    ein perla dýr, væl goymd í føroyings barm’,
    norrøn er tungan, føroyskt er tað orðið,
    ið hevjar meg í gleði og í harm’.

    4. Gud signi teg, mítt land, á hvørjum degi,
    og fólk, á hesum oyggjum reistu bú,
    og veit tú teimum áræði og megi,
    í ferðalagi sjálvur veri tú,
    á hvørjum havi ferðist knørrur fríði,
    við Íslands jøklar og um Grønlands sker,
    og gev tú teimum fong og byrin blíða,
    og slætta tú á vandafullu leið.

    Nú firnast sól á síni ferð

    Orð: Olivar á Ryggi
    Lag: Sámal Petersen

    1. Nú firnast sól á síni ferð,
    hon fjalir andlit blítt,
    og vetrarbúnað foldin ber,
    ið fyrr stóð summarskrýdd.

    2. Nú tegir bergsins stolta rødd,
    og stirðnað er hvørt strá,
    hin fagra lindin burturmødd,
    um sjóvarmálan lá.

    3. Hvar flókin niður homrum hekk,
    og lognin leikti blíð,
    nú valdið yvir øllum fekk
    hin stranga vetrartíð.

    4. Nú blómubrosið stirðnað er
    av deyðans køldu hond,
    og trívist bert hitt kalda gler,
    ið tekir fjallarond.

    5. Men lív skal aftur landi ná,
    tá viknar vetrarvald,
    og reisast alt, ið lívleyst lá,
    og spreingja deyðans vald.

    Hækkandi sól

    Orð: Olivar á Ryggi
    Lag: Jacob Martin Kjeld

    1. Hækkandi sól,
    reis tú nú alt
    eftir vetrarins jól,
    breið tú títt ljós yvir stirðnaðu eingir,
    dagarnir togna, og fuglunum leingist
    mót hækkandi sól.

    2. Vermandi sól,
    loys alt hitt bundna,
    ið fjalt lá um jól;
    brátt eru horvnar tær sólleysu løtur,
    aftur vit ferðast um haga og gøtur
    í vermandi sól.

    3. Signaða sól,
    bláoygd tú brosar
    frá Guds veldis-stól’,
    sælar tær stundir í ljósglæmu fríðu
    birta upp lív, meðan dagarnir líða,
    signaða sól.

    Pálsmessuvísa

    Orð: Olivar á Ryggi
    Lag: Veturin kom við kulda og kava

    1. Tað suðar í lofti á hávetursnátt,
    og vindurin leikar á villasta hátt,
    og guvurnar fjøllini fjala –
    alt landið er oyðið og berligt at sjá,
    á lofti valda tey snjóskýggj grá –
    tá kemur hin fuglurin sæli.

    2. Hann kemur úr londum, har untist hann ei;
    og einki man tálma hansara leið,
    so frítt gjøgnum loftið hann sveimar.
    Hann bygdi sær ból á landi hjá mær,
    og ikki mundi hann eira sær,
    fyrr enn aftur hann kendi seg heima.

    3. Og kemur tú, súlan, rankut og frí,
    og leggur tú leið tína hátt millum ský
    við várvónum blíðum á baki,
    og spennir tú flogið á pálsmessunátt,
    leggur tú á bæði dirvi og mátt,
    fram gongur fyri hvørt takið.

    4. Um brimið enn leikar á ups og rók,
    og sjálvt um tað bergið í favnin tók,
    og mangan tær bjóðaði vanda –
    so hækkar nú sólin dag eftir dag,
    og brátt skalt tú kenna so heimligt eitt lag,
    tá drangar í gullglæmu standa.

    Renn upp úr havi tú nýárs sól

    Orð: Olivar á Ryggi

    1. Renn upp úr havi tú nýárs sól
    og send tínar geislar so víða.
    Algóði Guð, tú várt trygga skjól,
    vár vernd, meðan stundir líða,
    tú leið okkum gjøgnum hetta ár,
    sum aftur nú fram man stíga.

    2. Men tíðin rennur, og hon er bráð,
    og ikki hon vendir aftur.
    Guðs ríka náði er enn at fá,
    hin dýrasti sálarskattur;
    tað lættir um leiðina, tung og trá,
    har lívsvegur tín gerst brattur.

    3. Hvat okkum unnist í hetta ár,
    tað veit best Guð faðir góði,
    um vit skulu kenna sakn so svár
    og eymkast av tungum móði.
    Guðs vilji tó altíð hin besti er,
    um valla at vit tað sóu.

    4. Mítt foldarlív er ein stokkut ferð,
    brátt opnar seg gravarhelli;
    mítt lív tó í Harrans hendi er,
    sjálvt um eg sum stráið felli.
    Guð lati meg eiga hin góða lut,
    ið ikki forferst av elli.

    Nú byrja vit í Jesu navn

    Orð: Olivar á Ryggi

    1. Nú byrja vit í Jesu navn,
    vit út frá landi stevna.
    Og havið, sum er fyri stavn,
    um alt várt verk man fevna;
    men ferðin bara eydnu ber,
    um Jesus innanborða er,
    við honum alt vit evna.

    2. Hans sterka hond best leiða man
    um vág og báru bratta,
    hans megnarhond sum eingin kann
    hitt bylgjubrotið slætta;
    hans eyga altíð fylgir tær,
    og hvørt títt stig hann gjølla sær,
    hann kann tær lívið lætta.

    3. O, Jesus, ver tú okkum hjá,
    tá vit har úti stríða;
    ta vándu stund vend okkum frá,
    gev okkum løtu blíða;
    tá okkar ferð at enda er,
    várt far mót heimlands vági ber,
    har vinir okkum bíða.

    Aftur føstuklokkan ljóðar

    Orð: Olivar á Ryggi
    Lag: Ísólfur Pálsson

    1. Aftur føstuklokkan ljóðar,
    ljóðar tungt við sorgarlag;
    føstusorg hon okkum bjóðar
    inntil langa fríggjadag.

    2. Takkarsong tó vil eg syngja
    hjartaliga enn um stund;
    tá eg hoyri klokku ringja,
    fari eg á kirkjufund.

    3. Troyst í hjarta og í sinni,
    Harri, tú kanst geva mær;
    føstusorg og páskaminni
    bæði havi eg frá tær.

    4. Til Getsemane vit hyggja,
    har sum tyngsta stríðið stóð,
    tú á foldum mundi liggja,
    sveittaði títt dýra blóð.

    5. Og um eg til krossin fari,
    ei er betri har at sjá;
    har hin stóri, óndi skari
    spottar mær mín Jesus tá.

    6. Kæri Jesus, hjálparmaður,
    eg kann ei fulltakka tær,
    ein og hvør má vera glaður,
    páskagleði er so nær.

    7. Lat nú føstuklokku ringja,
    ringja tungt við sorgarljóð;
    enn í himni einglar syngja:
    Páskamorgun tú upp stóð.