Tað vakrasta

    Orð og lag: Orka

    Tú ert tað vakrasta eg havi nakrantíð sæð

    Eg standi ovast uppi á hjartanum

    Tippir tað í tinningunum
    Tippir tað í fingrunum
    Tippir tað í æðrunum

    Eg noyðist hyggja upp, tí fallið niður er langt

    Tú ert tað vakrasta, eg havi nakrantíð sæð

    Eg vil síggja títt andlit, eg vil leypa í tín favn

    Tippir tað í tinningunum
    Tippir tað í fingrunum
    Tippir tað í æðrunum
    Tippir tað í hjartanum
    Tippir tað í tinningunum
    Tippir tað í fingrunum
    Tippir tað í gallinum
    Tippir tað í hjartanum

    Hon leitar

    Orð og lag: Orka

    Hon leitar og hon leitar
    hon finnur onki svar
    hon leitar hjá mær
    men hon finnur onki har
    sum hon ætlaði at finna
    og eg má minna
    hana á at svarið
    tað finnur hon bara hjá tær

    Eg leiti og eg leiti
    og eg finni onki svar
    eg leiti hjá tær
    men eg finni onki har
    sum ætlaði at finna
    og eg má minna
    meg á at svarið
    tað finni eg ikki har

    Hon leitar og hon leitar
    hon finnur onki svar
    hon leitar hjá mær
    men hon finnur onki har
    sum hon ætlaði at finna
    og eg má minna
    hana á at svarið
    tað finnur hon ikki

    Fylgið

    Orð og lag: Orka

    Eg haldi, tit burdu sloppið tykkum heim nú

    Kistan er pakkað
    Vit klára næstan ikki at bíða longur
    Tó ferðabúgvin sita vit enn her
    Nær fara vit til okkum

    Træið vaksur inn í himmalin, áðrenn tað verður felt

    Hann kemur skjótt
    At loysa okkum úr trælabandinum
    Vit fáa næstan ikki bíða meir
    Tó ganga vit og bíða

    Aldan reyð

    Orð og lag: Orka

    nakin oyða hitasuð skolað kvirr
    sólaráin lekur út brunatár á roðini

    himmalsárið skrædnaði
    opaði varrar
    úr svartanum
    goysti aldan reyð

    í tí stóra djúpinum
    allar keldur
    opnaðu seg
    og brimgarðurin brast

    ættarliðið liggur spjatt á bønum
    blátt í raki vargfylgi syrgir harrarnar

    sveitisstreymarnir rakaðu
    slætta jørðina
    fjøllini sjúk
    teir skryktu upp við rót

    hav av vøddum skræddu mann
    ið stóð á vatninum
    einsamallur
    í vátu hellu føddur

    Betri tíðir

    Orð og lag: Orka

    Umaftur og umaftur
    Læra vit av feilum okkara
    Jørðin melur runt og runt og runt
    og vit blíva størri og sterkari

    Gerið okkum til
    betri menniskju
    Fellið millum okkum

    Vit ganga móti betri tíðum
    Umaftur, umaftur, umaftur
    Vita betur, hvussu vit kunnu liva
    og jørðin melur runt og runt og runt

    Gerið okkum til
    betri menniskju
    Stoypið hesar myndir

    Órógv

    Orð og lag: Orka

    Eg eri her nú
    Eg eri her nú
    Eg eri her nú

    Mitt í ánni stendur
    Evarska lítil rødd
    Vaksir í styrki
    Knúsar eitt umhvarv
    av órógvaðum vatni

    Eg síggi langt inn í teg
    Langt inn í brotna landið

    Alt tað, sum var, er tað, ið verða skal
    Eg kavi djúpt inn í tað lovaða
    Eg síggi fram og aftur
    Alt tað ið var tað verður

    Livandi oyða

    Orð og lag: Jóanes Nielsen

    Okkara oydnu høgu fjøll
    Meinlík mær
    Eygnabrúgvin og knúgvarnir
    Dagaðu undan tá oyggjarnar slitnaðu úr botni
    Eri úr sama lívrunna tilfari
    Sum basalt, kol, royða
    Í mínum æðrum surkur og fuglablóð
    Húðin spent um klettarnar
    Elski tómu kensluna sum andar úr urð
    Allastaðni skónin av gráum og grønligum børki
    Vøtnini kúrr eygu
    Túvublómur í eyri
    Í allar ættir
    Livandi oyða
    Her havi eg altíð búð
    Myndin av hesum skarpa landslagi í heilabørkini
    Veit ikki hvar mítt mark gongur
    Og hellurnar sprongdar av frost og sól
    Taka við

    Fjøllini standa úti

    Jóanes Nielsen
    Orð og lag: Jóanes Nielsen

    Fjøllini standa úti
    Huld í támi og surrandi flugum
    Sveipað í vindi
    Og lítla ljóðinum frá svongum rótum
    Áirnar stoyta seg út í onki
    Fjøllini syngja
    Sum stórir operasangarar klæddir í grasi
    Syngja fjøllini
    Leggi stetoskopið móti bringuni
    Eitt hjarta av gróti og vatni
    Dukar móti oyrunum
    Eg spyrji hjartað
    Hvussu hevur tú tað
    Fjøllini standa einsamøll úti
    Ongin bjóðar teimum inn
    Míni fjøll standa køld úti í myrkrinum
    Tey frysta
    Míni fjøll
    Stórar rúgvur av sjúkum gróti
    Fjøllini líða av svøvnloysi
    Leggi stetoskopið móti einum blomstri
    Gjøgnum tveir plastikkleidningar
    Angar klænt lív
    Fjøllini hava fepur
    Míni fjøll syngja í ørviti
    Anga av rósum og villum jarðberum
    Fjøllini sleppa ikki út um kvøldarnar
    Onki hotell tekur ímóti teimum
    Tað er kalt at hava stjørnurnar til tekju