Eg skal altíð lova Harranum

    Orð og lag: Øssur Berghamar
    Viðmerking: Yrktur við íblástri úr náttúruni og Sálmi 34, 2: “Eg skal lova HARRANUM altíð, prís Hansara skal altíð vera mær á munni.” Sungin á fyrsta sinni í samkomuni Kristnastovu tíðliga í 2017.

    1. Guds skaparverk og undur mong
    eg skoða kann á grønu ong.
    Náttúran ber fram takkarsong
    hvønn dag til skaparan.
    Ta rúmd, tú sært eitt dýrdarkvøld,
    planeturnar og stjørnufjøld,
    sum staðið hava øld um øld,
    tær bera boð um Hann.

    Niðurlag: Og eg skal altíð lova Harranum,
    sum dýrt mær frelsuna vann.
    Altíð undrast á ta náði, sum
    mín sál hjá Honum fann.

    2. Tann Gud, ið altíð var og er,
    sum skapti alt og øllum ber,
    Sín son lat senda niður her
    at doyggja fyri meg.
    Ja, Hann, sum mælti: veri ljós,
    mær veitti lív og nýggja kós.
    Nú Kristi krossur er mítt rós
    og fríur eri eg.

    3. Um stokkut er mítt tíðarskeið,
    mær heldur Hann, sum broytist ei.
    Við lyftum Hans á lívsins leið
    eg tryggur vera kann.
    Í Kristusi mítt lív er fjalt,
    Hann signaði meg túsundfalt,
    og trygt meg leiðir gjøgnum alt
    inntil eg síggi Hann.

    At vera barn í Føroyum

    Orð: Øssur Berghamar
    Lag: Eyðun á Lakjuni
    Viðmerking: Yrktur í 2013.

    At vera barn í Føroyum er ein signing undurfull,
    ein gáva stór, sum mær varð givin við.
    At ganga frítt á eingjum grønum, hoyra áartutl
    frá løki rennandi við garðalið.

    Eg gleðast kann um lívið og um sólina sum sær.
    og fuglar fríar, flúgvandi í nánd.
    Og fjallatindin, sum seg hevjar yvir dal og skarð
    her omanfyri føgru sjóvarstrond.

    Lív og leikur í dreymanna landi,
    børn ið spæla á sandi.

    Tá vetur er og kavi legst, tá frøist hjarta mítt,
    í mánalýsi hómast stjørnuskot.
    Men tá ið várið kemur, klipp frá tjøldrum hoyrast frítt,
    Tá gleðist eg um vársins milda lot.

    Tó, fjálgt er innandurað, hugnaligt í stovu er,
    har saman eru tey, mær standa nær.
    Vit luta ymsar dreymar, um hvat framtíðin, hon ber,
    tey biðja Harran um at fylgja mær.

    Hann, sum ynskir at vera mín faðir,
    veit um alt tað, ið bagir.

    Tí Jesus barnavinur var, tá hann gekk niðri her,
    hann kærleiksfult tók børnini í favn.
    Og hann er nú mín frelsari, sum trygt og væl meg ber
    ígjøgnum lívið inn í himmalhavn.

    Hin morgun, tá sólin úr eystri skein

    Orð og lag: Øssur Berghamar

    1. Hin morgun, tá sólin úr eystri skein,
    úr grøvini myrku Guds Sonur trein,
    burtur fíggindan rak,
    deyðin misti sítt tak
    og kundi ei gera mein.

    Niðurlag: Tí at Jesus, hann livir í dag.
    Syngið tí fagnaðarlag.
    Jesus, vár Frelsari,
    hann doyði, men livir í dag.

    2. Tá vinir hans savnaðust bivandi,
    við friði hann kom, og teir ivandi
    sóu sjón fyri søgn,
    burt var ótti og tøgn,
    hin deyði var livandi.

    3. Maria, hví gongur tú syrgiklødd,
    í dimmi og djúpasta dali stødd,
    navn títt kennir hann væl,
    tú ert signað og sæl,
    hoyr hansara mildu rødd.

    4. Og Pætur, sum sveik hann og skar í grát,
    við vatnið teir fingu eitt tiltrongt prát,
    fyrigeving hann fann,
    Jesus kallaði hann
    til hirða í størri mát.

    5. Og soleiðis hittir hann fólk sítt her,
    við Andanum okkum so nær hann er,
    men hans verk hevur skund,
    tí skjótt kemur tann stund,
    hann heim sína brúður ber.

    Upp móti himli leitar mín andi

    Orð og lag: Øssur Berghamar

    1. Upp móti himli leitar mín andi,
    upp til mín Faðir, sum kennir mín veg.
    Tí at í hesum skugganna landi
    ofta eg fremmandan kenna kann meg.
    Heimurin kann hin kristna ei fata,
    trilvandi fram ganga kvinnur og menn.
    Náði tað er, at eg havi sæð tað
    ljósið, sum dult fyri mongum er enn.

    2. Gleðast eg kann í Frelsara mínum,
    mangan tó undrist á hansara leið.
    Hjarta kann nøtra, óttast í stríðnum,
    men eitt eg veit, at hann sleppir mær ei.
    Signað tað er, tá Andi Guds blæsur
    lív í tann lovsang, ið Harrin mær gav.
    Tónar, ið fáa rúmari ræsur
    heima frá Gudi, tá stríðið er av.

    3. Jesus, tín hond ei sleppa mær letur,
    styðjar meg, tá ið eg falli í fátt,
    Orð títt meg leiðir, kósina setur,
    mennir meg, gevur mær megi og mátt.
    Verk títt í lívi mínum tú fremur,
    gevur mær kraft til hvønn komandi dag,
    til tú í skýnum brádliga kemur,
    heintar meg heim til hin himmalska stað.

    Kærleiki – trúfesti vóru lívssterkar røtur

    Orð: Øssur Berghamar
    Lag: Richard Charles Rodgers (Edelweiss)

    1. Kærleiki – trúfesti
    vóru lívssterkar røtur
    á tí ferð,
    sum jú ber
    gjøgnum krókutar gøtur.
    Harrans hond tykkum trygt og væl
    bar um brot og boðar.
    Sáað varð;
    her og har
    Andans ávøkstur logar.

    2. Kærleiki – trúfesti
    bóru tykkum um tindar.
    Summartíð
    hjørtum í
    blástu kaldligir vindar.
    Men hann, sum er Immanuel,
    aldri hvarv hans megi.
    Hann var nær,
    uppi bar
    tykkum á hvørjum degi.

    3. Kærleiki – trúfesti
    yvir heimið enn lýsi!
    Orðið kært
    – ljós so bjart –
    tykkum kósina vísi,
    sum tit ferðina halda fram,
    vard av sterkum hondum
    – stevnandi,
    fevnandi
    ljósu himmalsins londum.

    Hátt av Himlinum til jarðar komst tú, Frelsari, hin dag

    Orð og lag: Øssur Berghamar

    1. Hátt av Himlinum til jarðar komst tú, Frelsari, hin dag.
    Undur yvir øllum undrum er tað mær.
    Kunnigur við pínu vart tú,
    míni mongu misbrot bart tú.
    Mannaættini tú fría frelsu bar.

    Niðurlag: Tú ert Kristus, tú ert Sonur Guds,
    men tú gjørdist menniskja,
    og á Golgata tú syndir mínar bar.
    Tú ert Kristus, tú ert Sonur Guds,
    upp tú stóð – halleluja,
    og vit eru frí,
    nú og alla tíð
    vit vilja prísa tær.

    2. Hátt í Himlinum tú situr nú við Faðirs høgru lið,
    høvuðsprestur vár – tín tróna ævig er.
    Fyri fólki tínum biður,
    gevur nýggja kraft og sigur,
    har vit áður snávaðu í stríðnum her.

    3. Hátt av Himlinum í skýggjunum tú kemur skjótt ein dag.
    Tá várt samfelag ei meir skal vera skert.
    Sonur Guds og millummaður,
    undurfult um allar ævir:
    Eg skal skoða teg og vera har, tú ert.

    Vit minnast aftur á ta tíðina, ið fór avstað

    Orð og lag: Øssur Berghamar

    1. Vit minnast aftur á ta tíðina, ið fór avstað,
    ímillum vinir hollar gott var vinalag.
    Mangan heit var hond,
    sterk vóru kærleiksbond,
    tá sálin stimbrað varð – í trúnni styrkt og glað.
    Tær løtur signaðu – vit aldri kunnu gloyma tær,
    tá vitnað varð við frímóði um Frelsaran.
    Og vit gleddust tá
    um øll, ið søgdu frá
    teim undurverkum, eina Jesus gera kann.

    Niðurlag: Gamlar gøtur, dýrar løtur,
    tá vit saman leitaðu á fund.
    Gamlar gøtur, friður søtur,
    minni rík um manga farna stund.

    2. Við megi sangurin um Harran mangan ljómaði,
    tá vit av hjarta sungu, alt vit vóru ment
    um tann sæla lut
    at eiga frið við Gud,
    ið er tann størsta signingin, vit hava kent.
    So broyttist tilveran, og ymisk gjørdist lívsins leið,
    men signað er, at Jesus kennir okkum væl.
    Og vit ynskja her,
    at hann, sum var og er,
    við endurnýggjan okkum aftur vitja skal.

    Niðurlag: Gamlar gøtur – við hans føtur,
    har kann sálin aftur vera glað.
    Gamlar gøtur, Harrin møtir
    tær og mær í kærleika í dag.

    Gev, Gud, at kærleikans Andi

    Orð og lag: Dave Bilbrough
    Týtt: Øssur Berghamar
    Upprunaheiti: Let there be love

    Gev, Gud, at kærleikans Andi
    nemur við kraft hvørja sál,
    fløðir um land várt við megi,
    birtir nýtt lív og nýggj mál.
    Gev, Gud, at vit skulu kenna
    kærleika Kristusar so,
    at vit við halgaðum hjørtum
    lýða hans boð.