Á Kristus bert mín vón er bygd

    Orð og lag: Keith Getty og Stuart Townend
    Týtt: Meta av Fløtum
    Upprunaheiti: In Christ alone

    1. Á Kristus bert mín vón er bygd,
    styrki og songur mín hann er;
    mín klettur, har eg hvíli trygt,
    ýla enn stormar, hann meg ber.
    Hvør kærleiki, hvør friður her,
    tá stríð er av, og óttin fer!
    Mín troystari og sterka borg.
    Kristus meg elskar, hann meg ber.

    2. Í Kristusi, sum gjørdist hold,
    Gud opinberaður varð tá.
    Hann rættvísur gekk her á fold,
    tola tó mátti spott og háð:
    Á krossi Jesus dómin bar,
    men vreiði Guds tá stillað varð,
    øll syndaskuld á hann varð løgd,
    og við hans deyða lív eg vann.

    3. Hans likam var í grøv tá lagt,
    fjaldur í myrkrinum var hann,
    Men deyðin hevði onga makt,
    Kristus reis upp, sló fíggindan,
    hann á tí ónda sigraði,
    tí kann nú einki saka meg.
    Eg eri hans, og hann er mín,
    dýrt hann við blóði keypti meg.

    4. Ei óttast vil eg, hvat enn galt,
    Kristus jú alt í øllum er;
    hann leiða vil meg gjøgnum alt
    og meg á sínum herðum ber.
    Ei Satans makt, ei megi mans
    meg ríva kann úr hondum hans,
    Í Kristusi mín sál er trygg,
    inntil í dýrd Hann heintar meg.

    Heima í Himli fer eingin at gráta

    Orð og lag: Leonard Gunelius Gudmundsen
    Týtt: Jákup Reinert Hansen
    Upprunaheiti: Hjemme i himlen

    1. Heima í Himli fer eingin at gráta,
    Harrin skal turka av eygum hvørt tár.
    Heima í Himli fer eingin at syrgja,
    deyðin er horvin, og lekt eru sár.

    Niðurlag: Har verður frøi, ja, har verður frøi,
    tí at tey frelstu øll náddu í havn!
    Har verður frøi, ja, har verður frøi!
    Skarin skal lovprísa Frelsarans navn!

    2. Heima í Himli hvør pína er farin.
    eingin skal líða og stynja sum her.
    Heima í Himli hvør klaga er tagnað,
    fullkomin gleði í hjørtunum er.

    3. Heima í Himli skal lovsangur ljóma,
    duna, sum aldan mót klettinum slær.
    Heima ger Gud allar lutirnar nýggjar,
    klædningin hvíta hin bjargaði fær.

    4. Verdigt er Lambið, ja, verdigt er Lambið,
    leyskeypti okkum, tá lívið hann gav.
    Heiður og æru vit Jesusi ofra,
    heima vit eru, nú stríðið er av.