Happy Christmas – War is over

    John LennonYoko Ono
    Orð og lag: John Lennon og Yoko Ono

    So, this is Christmas
    And what have you done?
    Another year over
    And a new one just begun

    And so this is Christmas
    I hope you have fun
    The near and the dear one
    The old and the young

    A very merry Christmas
    And a happy New Year
    Lets hope it’s a good one
    Without any fear

    And so this is Christmas
    For weak and for strong
    For rich and the poor ones
    The road is so long

    And so happy Christmas
    For black and for white
    For yellow and red ones
    Let’s stop all the fight

    A very merry Christmas
    And a happy New Year
    Let’s hope it’s a good one
    Without any fear

    And so this is Christmas
    And what have we done
    Another year over
    And a new one just begun

    And so happy Christmas
    We hope you have fun
    The near and the dear one
    The old and the young

    A very merry Christmas
    And a happy New Year
    Let’s hope it’s a good one
    Without any fear

    War is over
    If you want it
    War is over
    Now

    Fyrigivin syndin

    Orð: Steinvør Fonn
    Lag: Pætur við Keldu

    1. Frelsan er av náði – ei av verkum,
    gáva Guds til menniskju hon er,
    fáa skalt tú frið og frelsu, trýrt tú á Guds son,
    ævigt lív í Himlinum ein dag.

    2. Gud er kærleiki – so sigur orðið,
    reinur, mildur, breiðir yvir alt,
    vónar alt og elskar sannleik’ – heimsins størsta ogn,
    kærleiki kann broyta ódn til logn.

    Niðurlag: Fyrigivin syndin – á, hvør náði!
    Rein og heiløg Gud nú okkum sær
    gjøgnum Jesu dýra blóð, á krossi rann,
    útveg til Guds stað hann okkum vann.

    3. Í kærleika hann tilskilaði okkum
    sonakor hjá sær við Jesusi,
    arvalut vit fingu eftir ráði vilja síns,
    panturin um arvin andin er.

    4. Gud, tú, hevur lovað, okkum varða,
    fullføra tað verk, sum byrjað er,
    hjálpa, leiða, ugga okkum – lívið foldum á,
    til vit teg í Himli skulu sjá.

    Vit eiga Frelsara

    Orð og lag: Pætur við Keldu

    1. Studum lívið tykist tungt,
    eingin glotti á leiðini er,
    síggja sorgarinnar hav,
    bara grát og iva tað ber.
    Minnast vit tá, at Gud okkum sær.

    Niðurlag: Vit eiga frelsara,
    sum vísir okkum veg,
    vit eiga loysnara,
    sum gav til okkum sjálvan seg.

    2. Stundum lívið tykist lætt,
    og vit gleðast um mangt niðri her,
    síggja vónarinnar hav
    og ta troyst og lyftið, tað ber.
    Minnast vit tá, at Gud okkum sær.

    Við áarløk eg siti her

    Orð: Steinvør Fonn
    Lag: Pætur við Keldu

    1. Við áarløk eg siti her,
    njóti sælan frið,
    hoyri fuglasong um grøna ong.
    Hagasóljan kvøðu ber,
    himmal bláur er,
    – hvat kann vera fagrari í verð?

    Niðurlag: Takk, Gud, fyri vakurleika, lív og gleði,
    fyri sólarglæmur, lívsæl vinabond!
    Ja, hvør kann metast javnt við teg
    og kenna rætt tín veg?
    Gud, tú ert Gud, eingin annar er sum tú!
    Gud, tú ert Gud, um so eingin hevði trúð!

    2. Lívið fagrast tindi á,
    leikandi og lætt,
    kenslur spæla frítt og smíla blítt.
    Í dalinum tó grønt og lýtt,
    sprettur lívið nýtt.
    – Takk fyri valaverkið frælst og frítt!

    Hugsa tær dagin

    Dagny Tróndheim
    Orð: Dagny Tróndheim
    Lag: Pætur við Keldu

    Menniskjan, hon livir stutta stund,
    sum blóman fellur hon.
    Ungdómstíðin rennur skjótt
    avstað, alt hevur skund.
    Sig, kendi tú ta tíð, tá vitjað tú var?
    Sig, vinur, hvar ber leiðin?

    Hugsa tær dagin tann, tá Harrin kemur,
    hugsa tær tíman, tá hann svar títt krevur.
    Hvar fór tín tíð, hann gav tær her at liva,
    gavst tú far,
    tí orði, hann á leiðina tær bar?

    Bústaður í Himli gjørdur er,
    Guds fólk skjótt hagar fer.
    Kanst tú glaður syngja nú:
    “Mín leið mót Himli ber?”
    Og møta skalt tú teim, tú kendi so væl,
    tey fóru heim til staðin.

    Dag um dag

    Orð og lag: Pætur við Keldu

    Tíðin fer, og líðandi
    hvørt veldi legst í grús,
    hvat er fast og vert at byggja á.
    Maður kemur, maður fer,
    spyrjandi, hvar vissan er at fá.
    Harrin aldri broytist.

    Dag um dag
    hans náði er at fá,
    bíðar dag um dag,
    í vón hann tolin sá
    mannaætt og fólkasløg, sum leita
    dag um dag.

    Menniskjan í myrkri leitar
    har, sum vindur fer,
    hugsanin skal fáa frið í lag.
    Vísur kemur, vísur fer,
    skiftandi, hvør til sín gudin bað.
    Jesus aldri broytist.

    Á, tann stóri og signaði morgun

    Orð og lag: Pætur við Keldu

    1. Mangan undrandi vit spyrja „hvat“ og „hví“,
    mangur stúrir hvønn tíma, dag og ár,
    men eg finni gleði har hans lyfti í.
    Hann er hin sami í dag sum í gjár.

    Niðurlag: Áh, tann stóri og signaði morgun,
    tá frígjørdur eg foldum fari frá.
    Áh, tann stóri og signaði morgun,
    tá eg leggi alt aftur um bak.

    2. Verðin fær ei frið, tað sama, hvat hon ger,
    bara sorgir og tómleika hon ber,
    men eg eigi friðin har hans lyfti í.
    Hann er hin sami til alla tíð.

    Skjól og styrki okkara

    Orð: Gunvá við Keldu
    Lag: Pætur við Keldu
    Viðmerking: Úr 46. og 47. sálmi.

    1. Skjól og styrki okkara,
    hjálp í neyðini.
    Gud til fulnar royndur okkum er.
    Ei vit óttast havsins brús,
    jørð, ið umskift er,
    fjøll, sum nøtra og stoytast í havsins dýp’ við ferð.

    Niðurlag: Ein er áin, streymar frítt.
    Gleði ber Guds stað.

    2. Fólkasløg øll leika í,
    ríki vikast her,
    Gud tó ynskir okkum verða við.
    Jørðin skelvur av hans rødd,
    øgilig tey verk,
    hann avrikar og vísir á, hann kann geva frið.

    3. Vit veita Gudi gleðiróp og prís,
    ja, Gudi, kongi konganna.
    Kom, syngið fyri kongi tí,
    sum fór upp við fagnaðarrópi
    og við lúðraljóð’.

    4. Skjótt ein endi verða skal
    neyð og kríggi á.
    Opinberast, hvat Gud er og hvør.
    Sanna skulu vit og sjá,
    at hann er Gud,
    høgur millum fólkini, hægstur á jørð.

    Trygt eg leggist niður

    Orð og lag: Pætur við Keldu

    1. Trygt eg leggist niður,
    sovi við tað sama,
    tí eg veit, at Gud er nær.
    Skal eg sum eitt gudsbarn
    goyma henda friðin,
    sum Gud nú skapar í mær?

    Niðurlag: Enn doyggja fólk í neyð,
    uttan vón, uttan kærleika.
    Elska og ugga tey,
    ber teimum boð um náðina!

    2. Vøkur er tann jørð,
    sum Gud við orði skapti,
    alt hann gjørdi okkum væl.
    Hvønn dag tó vit síggja
    menniskju, sum líða.
    Náði Guds ugga tey skal.

    Frá himmalsins einglum

    Orð: Dagny Tróndheim
    Lag: Pætur við Keldu

    Frá Himmalsins einglum boðskapur kom,
    til tykkum í dag Gud sendi sín son.
    Hann frelsa skal fólkið út úr tí syndaneyð,
    heimur beyð.
    At koma til sín hann øllum beyð.

    Frá manni til mann tín boðskapur fann,
    og mangan ein træl úr vónloysi vann.
    Tá ljósið upprann, við krossin hann boygdi seg,
    kom tann veg,
    ið lagdur varð fyri tær ein dag.

    Jesus segði: „Hvør og ein sum vil,
    (komið til mín øll,)
    trúgv á meg, og mær tú hoyrir til!“

    Við frøi í hjarta ferðist eg heim,
    í Himlinum njóta gleði og gleim.
    Um vit skulu møtast har uppi einaferð,
    frelstur verð,
    nú opin enn favnur hans er her.