Góðir gamlir dagar

    Orð og lag: Páll Oddur Lamain Rubeksen

    Syng ein sang um góðar gamlar dagar.
    Ein, sum mamma tín sang, tá hon var ung sum tú.
    Ein, sum heldur teg vaknan um náttina.
    Lagið, sum pápi tín dansaði til í gjár.

    Eg og tú, vit liva her og nú,
    tí sama ger, vit liva bert einaferð.

    Tú spyrt, um eg vil liva í allar ævir;
    men einans tónleikurin kann tað,
    so skriva tú eitt lag.
    Sum kann røra og gleða tey, sum liva,
    og sum minnast teg fyri tann, ið tú var.

    Eg og tú, vit liva her og nú,
    tí sama ger, vit liva bert einaferð.
    Eg og tú, vit liva her og nú,
    tí sama ger, vit verða ikki verandi her,
    vit verða ikki verandi her.
    Vit liva bert einaferð.

    Alt, eg havi gjørt, alt eg havi sagt.
    Øll, eg havi kent og við øllum, sum eg havi flent, syng.

    Vak meg

    Finnur Jensen
    Orð og lag: Finnur Koba

    Eg veit, at tú ert til.
    Eg havi sæð teg og títt eygnabrá.
    Og eg veit, hvat tú vilt;
    men tað er bara tað, at tú mást siga frá.

    Tí tann, ið stendur í stað,
    fær einki upp í lag.
    Tá hin so rýmir avstað,
    er náttin blivin til dag.
    Og so endar tað,
    men ei um tú kanst.

    Vekja meg,
    lata meg kenna, at eg eri til.
    Og elska meg,
    lata meg elska uttan skil.
    Tí mítt hjarta er blivið hert
    av at bíða eftir tí, sum er vert
    at takast við.

    Hvør veit, hvat tað verður til?
    Hvør sær inn í sálina?
    Tað ber ikki til,
    tá ið tvey velja at drála tað.
    Tað verður ei við longd,
    um tú ei vísir tína trongd.
    So tak tá mína hond,
    tá ið eingin er í nánd.
    So renna vit saman inn í mongdina
    og finna útav, um tað brestir ella ber.

    Vekja meg…

    Men er tað ov tíðliga at lata seg úr?
    Tá ið heilin hungrar eftir einum øðrum?
    Nei, hann skal bara venja seg við okkurt nýtt.
    Og tú skalt

    Vekja meg…

    Mitt í 60’unum

    Páll Oddur Lamain Rubeksen
    Orð og lag: Páll Oddur Lamain Rubeksen

    Eg havi altíð følt meg í fremmandum hami,
    sum gest í egnum heimi,
    sum ferðamann á nýggjum teigi.

    Títt loft hevur altíð verið mítt gólv,
    sjálvt um eg búgvi niðri í kjallaranum ímillum gomlu minnunum

    Men hvønn seinnapart á beinkinum hjá mær,
    sigur tú, at eg livi mitt í 60´unum,
    sjálvt um eg eri føddur fyrst í 80´unum.

    Tú føddist í gjár, men doyr nokk í morgin
    Áðrenn hjartað slepst at blóma, spar meg fyri tín tóna.

    At ganga í óslidnum grasi upp til knøini,
    Slíkar hæddir fjala bløðini,
    sum skera teg úr køini

    Men hvønn seinnapart á beinkinum hjá mær

    Sigur tú, at eg livi mitt í 60´unum,
    Sjálvt um eg eri føddur fyrst í 80´unum.
    Tí eg livi mitt í 60´unum,
    sjálvt um eg eri føddur fyrst í 80´unum.

    Rennisangurin

    Finnur Jensen
    Orð og lag: Finnur Koba

    Eg renni, eg renni
    runt um meg sjálvan.
    Eg brenni, eg brenni,
    sunt fyri heilan.

    Sjálvt um eg renni dag um dag,
    merki eg einki til tað.

    Eg royni, eg royni
    at renna til eitt annað stað.
    Men eg, men eg
    fái einki ikki upp í lag.

    Tí sinnið ynskir at koyra í mynstur.

    Er tað eingin í hesi verðini,
    sum kann slíta mína ringu rás?
    Steðga mær, so eg kann beina meg inn á ein annan teig?
    Er tað eingin, sum sær, at eg keði meg
    og vil bíta í eina aðra gás?
    Hjálpa mær at endurfinna mína lívsins leið?

    Ein, eg ikki kenni, kenni,
    rennir aftanfyri meg.
    Og eg fornemmi, fornemmi,
    hon rennir skjótari enn eg.

    Sjálvt um eg øki mína ferð,
    sama ger.
    Gævi eg dugdi kynstrið
    at snara til vinstru.

    Er tað eingin í hesi verðini…

    Tað brennir, tað brennir
    undir mær.
    Hon flennir hon flennir.
    Kanska lívið lær

    Oyrasund

    Finnur Jensen
    Orð og lag: Finnur Koba

    Hon
    tekur sær ikki av mær.
    Eg-eri deyð húð,
    sum darlar á baki.

    Von
    við at hava meg uppi á sær;
    men heima við hús,
    ein moli á laki

    Pilka meg av,
    av tær
    Tími ikki meir
    at liggja í skeið.
    Eg vil bara sova út.

    Slepp mær avstað
    av hesum stað.
    Luftin hørð,
    viljin sum smør.
    Eg orki ikki meir
    at treingja til ein ordiligan blund
    á Oyrasund

    Blint
    er gestsins eyga.
    Ikki fyrr enn í flogfarinum heim,
    at lukturin sigur spar fimm
    Illsint óansæð,
    hvussu hon er vend og drejað.
    Gevur varandi mein,
    hvørja ferð eg hálist inn

    So krøk meg av,
    av tær.
    Eg tími ikki meir
    at siga við teir,
    at eg hati ein, sum mær dámar.

    So slepp mær avstað
    av hesum stað.
    Oyruni mør
    av okkar’ krígshumør.
    Eg orki ikki meir
    At føla meg sum flongdan hund
    á Oyrasund.

    Kanska er tað ikki tær, tað er galið við
    men okkurt gamalt agg millum meg
    og Keypmannahavn.
    Kanska vart tú bara ein innskotin setningur,
    áðrenn punktum verður sett við hennara navn.
    Bara ikki í Keypmannahavn

    Pilka meg av…

    Tak meg burtur

    Páll Oddur Lamain Rubeksen
    Orð og lag: Páll Oddur Lamain Rubeksen

    Klokkan gongur,
    men tíðin stendur í stað.
    Segði tú við meg,
    og fór síðani tín veg;
    út á streyma sjógv,
    har ið aldurnar fara at druknað teg,
    og eg hugsaði

    Tak meg burtur her frá, sigl meg yvir um ánna.
    Langt inn í himmalin við mær,
    har eg fái eitt svar frá tær.

    Tú hevur svikið meg.
    Skrætt grundarlagið undan mær,
    sum eg svav so gott á.
    Eg lá so trygt at eg aldrin sá,
    at tú var hjá

    Tak meg burtur her frá, sigl meg yvir um ánna.
    Langt inn í himmalin við mær, har eg fái eitt svar frá tær.

    Tak meg burtur her frá – sigl meg yvir um ánna.
    Langt inn í himmalin við mær, har eg fái eitt svar frá tær,
    frá tær, frá tær, frá tær, frá tær, frá tær, frá tær, frá tær, frá tær, frá tær, frá tær, frá tær, frá tær

    Páll

    Páll Oddur Lamain Rubeksen
    Orð og lag: Páll Oddur Lamain Rubeksen

    Páll, hvar eru tínir vinir? Hví goymir tú teg vekk, Páll
    Páll, hví ringir tú so sjáldan? Tú burdi sagt frá, tá tú hevur tað so, Páll

    Páll, hvar bleiv posin av, sum altíð lá so tryggur í innarlummanum?
    Páll, mann hann liggja har enn? Er tað kanska jakkin, sum er skiftur út, Páll.
    Páll, Páll, Páll

    Hey , eg eiti Páll.
    Sjálvt um húsini rapa, so havi eg tað gott.
    Farvæl og hattar var tað, vit síggjast kanska aftur ein annan dag.
    Man ikki tað, man ikki tað?

    Páll, tú endaði sum tónleikari, er tú nú so glaður fyri tað?
    Páll, sum var bangin fyri at doyggja, nú sleppur tú at liva eitt sindur longri

    Páll, kanska eg spyrji býtt, men er tað heila ikki ein stór fasada?
    Tí Páll, sum situr uppi um náttina, hann ræðist fólk uppá ein heilt annan máta.
    Páll, Páll, Páll.

    Hey, eg eiti Páll…

    Tú burdi tosa meira við mammu tína.
    Tú burdi ringt oftari til og pápa tín.
    Tú burdi tosa meira við systkini hjá tær.
    Páll, Páll

    Hey, eg eiti Páll…

    Viðurkenning

    Finnur Koba
    Orð og lag: Finnur Koba

    Láturligheit
    Tig, góða elska meg
    Hygg framvið
    Ligg framvið
    Tað man fara at laða seg
    Gleði meg

    Ynkeligheit
    Sig, hvussu man gremur seg
    Stig fyri stig
    Lið um lið
    Tað man fara at laða seg
    Keði meg

    Lat hana fara avstað, lat hana x 8

    Lat hana fara avstað, lat hana x 8

    Kerligheit
    Tú brennur meg
    So heit so heit
    Ger fortreð
    Men eg veit, at hon elskar meg
    Elskar hon meg?

    Mín russiski vinur

    Páll Oddur Lamain Rubeksen
    Orð og lag: Páll Oddur Lamain Rubeksen

    Mín besti vinur er homoseksuell.
    Hann ætlar sær at byggja eitt spildurnýtt bordell.
    Sjeikurin hjá honum er gamli Per.
    Tey siga, at hann bøssast við russiskum maner.

    Sjálvur eri eg eitt sadistiskt svín.
    Meðan tey pínast, drekki eg franskt sera dýrt, gott vín
    Mínir fangar dáma sera væl mín stíl.
    Sum sadistur kann eg ikki tilláta mær at ikki hoyra ýl.

    Mín familja ræðist meg sum berur pestur.
    Tey siga, at eg skuldi verið geldur sum ein ordiligur hestur.
    Men sum prestur kann eg ikki øtast við.
    Eg havi bæði Fanan og Gud víð mína lið. Við mína lið.
    Tað ber ikki til.
    Hvat halda fólkini um tað?
    Hvat heldur mannamúgvan um tað?
    Hvat heldur Jørðin um tað?
    Hvat halda gudarnir um tað?

    Tú ert ein sigoynari
    Sigoynari, Sigoynari, Sigoynari, Sigoynari á Vaglinum.
    Sigoynari á Vaglinum.
    Sigoynari, Sigoynari, Sigoynari, Sigoynari, Sigoynari á Vaglinum.
    Sigoynari á Vaglinum.

    Nú syngja tit øll við mínum songi.
    Her liggi eg við einum krabbameins rumenskum drongi.
    Tí katólskir prestar ringja ofta til mín,
    so hesin drongurin skal so sanniliga gerast til drýl.

    Fløskubumsurin

    Orð og lag: Páll Oddur Lamain Rubeksen

    Eg vakni upp og eri púra desperat eftir eini øl ella eftir einum sjussi.
    Nú má eg heldur ringja mær eftir einum bussi.
    So eg kann fara at keypa inn. Tíggju øl og tríggjar gin.
    Áðrenn tey í Rúsuni nokta mær inn.

    Eg var skipari á eini slupp, men nú havi eg drukkið alt upp.
    Og familjan, hon er langt síðani flutt.

    Tá var eg maðurin í húsinum, og makkaði tú ikki rætt, so fekst tú undir vangan.
    Í songini lá eg dagin langan.

    Eg havi ilt í øllum kroppinum, og læknin hevur givið mær Pencilin.
    Tá ið einki er at drekka, fari eg oman í Statoil at keypa mær bensin.
    Eg taki eina kodymagnyl og svølgi hana afturvið.
    Tá fái eg rúsin aftur sum vin.

    Tá eg drekki, er tað við maner, til eg skíti og mýði í buks.
    Nei, her skal eingin bestemma yvir mær.
    Tá eg liggi deyður ein dag, kunnu tey blaka meg á Velbastað,
    tí størri drukkenbolt hava tey ei sæð.