Forelskaður sjónleikari

    Orð og lag: Finnur Koba

    Hey, hey, gev mær ost upp á breyð
    Vit bæði eru í neyð, tí eingin sær á mær
    At eg eri follin fyri tær

    Kom, kom, set teg á songina
    Nina, nina, nina, tað skal nokk loysa seg
    Tí eg elski teg

    Legg bókina frá tær
    Og kom ein túr við mær
    Summar er, og alt er all right
    Men tú fært ei at vita mína hemmiligheit

    Tí í eitt longri tíðarskeið
    Eri eg gingin á tína kærleiksleið
    Í tvey ár havi eg nú tagt
    Summi halda kanska, at tað er feikt
    Tín sjón er nóg mikið
    At nøkta mín tørv í heila tikið
    Tí tað er so lætt
    Tá man dugir at spæla sjónleik

    Sig, sig, hvønn tú vilt fylgjast við
    Tí eg vil vita, vita, vita alt um teg
    Ert tú til kaffi ella te

    Men, men, vit taka ein ting í senn
    Nina, nina, nina, tað skal nokk loysa seg
    Tí eg elski teg

    Legg bókina frá tær…

    Hjartasorg
    Tað var alt, sum tú gav
    Tú rýmdi av borg
    Og rendi meg beint, rendi meg beint útav

    Legg bókina frá tær…

    Eg

    Orð og lag: Finnur Koba

    Eg
    Eg spæli við dukkur
    eg ansi uppá mínar rukkur
    og Jóannes er ein kukkur

    Tí Jóannes
    Hann var í song við einum øðrum
    einum drongi við flottum lørum
    ein, sum hann knepti við hørðum
     
    Eg elski menn
    og tað leggi eg einki í
    mær dámar at stinga hann í
    og tað er bara ein spurningur um tíð
    áðrenn tann rætti action-maðurin kemur forbí
     
    Men eg
    Eg eri ein følsomur fýrur
    men tá mín limur gerst stívur
    verður tú heitur sum ein komfýrur

    Og eg
    spæli ikki bil
    tí hetta ber ikki til
    tá man er ein lekkur homofil
     
    Mær dámar menn…

    Fýra skótar

    Páll Oddur Lamain Rubeksen
    Orð og lag: Páll Oddur Lamain Rubeksen

    Fýra skótar renna í eitt egg
    og blíva so vekk.
    Maðurin, sum stendur inni í standmyndini
    hjá Rasmus Effersøe er homse.
    Hann búði einaferð inni hjá einum alfonsi.

    Eg standi her við síðuni av Traðarmanninum og hugsi:
    sikken ein ússaligur vimpur.
    Hann orkar ikki eingongd at tumma ein seyð.
    Hann orkar ikki eingongd at elta eitt breyð.

    Fýra skótar sita á einum stara.
    Ja, hann vil so gjarna fara.
    Maðurin, sum stendur inni í standmyndini
    hjá Nólsoyar Páll er ein kona.
    Hon hevur ein mann, hon hevur ein son, sum eitur Mona.

    Fýra skótar, teir ganga heim.
    Oman til Vágsbotn.
    Og so heim, heim, heim, heim.

    Drykkju-/kærleiksvísa

    Orð og lag: Finnur Koba

    Hon setur seg á songina,
    Italia
    At nina væl her hjá mær

    Meðan Amor tekur bongina,
    Formalia
    Hann skal skjóta hana í hjartað beint har
    Og gera tað til tað, sum tað var

    Kroppar mugu metta sultina,
    Somalia
    Og gera tað, sum eingin annar sær
    Hondin leitar inn í skuffina,
    Fatalia
    Tí einki er at finna inni har
    Men tað, sum er at finna inni í mær

    At fara oman í Mimir
    at fáa mær nýggjar vinir
    At fara oman í Mimir
    at fáa mær nýggjar vinir í kvøld

    Amor, kanst tú ikki skjóta hana,
    bókstaviliga
    Tú situr bara og guðar og lær

    Amor, góði ger mær tann beina,
    óluksáliga
    Ger hjartað til tað, sum tað var
    Men Amor situr bara og lær

    Síðan tekur Amor pílarnar,
    endiliga
    Hann kínur ein kjálkanum hjá sær

    Rullar fram tunguna,
    Gevalia
    Og setur seg at gálva at mær
    Og hann biður meg í staðin fyri koma ein túr við sær

    Far oman í Mimir
    Og fá tær nýggjar vinir
    Far oman í Mimir
    Og fá tær nýggjar vinir
    Har situr ein 35 ára gomul
    Komið nú øll somul
    Far oman í Mimir
    Og fá tær nýggjar vinir í kvøld

    Liggi har í songini,
    Litavia
    Frælsið pínur hjartað, sum slær
    Sultin pínir sálina,
    Somalia
    Amor kemur nærri at mær

    Ludvig Van

    Páll Oddur Lamain Rubeksen
    Orð og lag: Páll Oddur Lamain Rubeksen

    Morgundúgvan flýgur runt í skýgginum.
    Setur seg á ein garð, har ein stari speglar sær.
    Varnast ikki skuggan, sum siktar gjøgnum gluggan.
    Hyggur bert at sær sjálvum, meðan kúlan nærkast honum.

    Dúgvan flýgur, tá starin glíður ígjøgnum speglið hjá sær.
    Hyggur nú niður á seg sjálvan og flýgur so avstað.

    Uuuuuuuhh

    Morgundúgvan grætur allar tínar tankar
    Fyri eini á, sum rennur, tá tíðin er grá.

    Skýggin blendar teg.
    Kúlan rakar teg.

    Nú leitar dúgvan eftir korninum.
    Nú bíða ungarnir eftir maðkunum.
    Nú vermir skýggin seg í eldinum.

    Uuuuuuuhh

    Høsnamaðurin og hvalrossið

    Orð og lag: Páll Oddur Lamain Rubeksen

    Høsnamaðurin og Hvalrossið sita og sóla sær í bønum
    Teir sita og hugsa um teir góðu dagarnar í tøðnum.
    Sólin skínur á teir, meðan blómurnar hyggja at.
    Teir eru vekk frá øllum og eta erotiskan mat.

    Teir skiftast um at koyra mat í munnin hjá hvørjum øðrum
    Teir skiftast um at kína hárið hjá hvørjum øðrum.

    Høsnamaðurin hevur føðingardag í dag
    Hann hevur fingið einar skóleistar, einar hosur og eitt pornoblað.
    So nú er hann farin afturum ein stein at lesa tað.
    Men Hvalrossið fer at lúra fyri síggja tað, sum hann aldrin hevur sæð.

    Hann argar Høsnamannin. Hann blakar blómur eftir honum.
    Hann sigur sovornið ljóð, sum man hoyrir í songini úti í eini skóg.

    Men tá sólin er farin niður, og skógvarnir eru blivnir vátir
    So hugsa teir báðir teir sama, teir fara heim í gongina at spæla.
    Men tá skógvarnir eru blivnir vátir, og sólin er farin niður
    So hugsa teir báðir teir sama, teir fara heim í songina at spæla.

    Glaður í dag

    Orð og lag: Páll G. Hammer

    Eg eri so glaður í dag
    Eg eri so glaður í dag
    Tað einasta, eg vil sleppa at syngja, er tað
    Eg eri so glaður í dag

    Eg eri so glaður í dag
    Eg eri so glaður í dag
    Tað einasta, eg vil sleppa at syngja, er tað
    Eg eri so glaður í dag

    Eg eri so glaður, og eg spæli uppá guitar
    Eg syngi eitt lag um mítt lag
    Syng eisini lagið og tak lagið heim við tær
    Syng longu lagið í dag. Tí.

    Vit eru so glaðir í dag
    Vit eru so glaðir í dag
    Tað einasta, vit vilja sleppa at syngja, er tað
    Vit eru so glaðir í dag
    Tað einasta, vit vilja sleppa at syngja, er tað
    Vit eru so glaðir í dag
    Vit eru so glaðir í dag
    Vit eru so glaðir í dag
    Vit eru so glaðir í dag
    Eru so glaðir, åh ja.

    Lær at siga noy

    Orð og lag: Finnur Koba

    Sum lítil bleiv eg misbrúktur – bæði á land og hav áh ja
    Tóku fram snillin mín – og suttaðu hann av nam nam
    Føroya fólk keypti klippikort – fyri at pula mær
    Soleiðis varð mín uppvøkstur, og tískil sigi eg tær

    Lær at siga noy – tá menn vilja pula tær
    Gong hesa kærleiksleið við mær

    Skúlin var eitt pulipláss – og har var ongin vón nei nei
    Skúlastjórin sum er boss – ein ordans spermstatión
    Og bundin til ein skúlabonk – so pulaði hann mær
    Soleiðis varð mín uppvøkstur – og tískil sigi eg tær