Grannin

    Orð og lag: Páll Oddur Lamain Rubeksen

    Ein maður situr inni í mínum køki,
    og drekkur av mínum mjólkapakka.
    Eitt breyð í hondini hjá sær,
    og munnin fullan av molum.
    Kløkkur setist hann við mítt borð,
    og trívur síðan í síni orð.

    Tað var nú gott, at hurðin stóð opin hjá tær.
    Fyri einari viku síðan rýmdi daman frá mær.
    Og kaldur og svangur streyk eg aftur og fram.
    Tað var nú gott, at eg teg fann.

    Ein bøssa mást tú ikki halda meg vera.
    Við skótunum eg plagdi at marsjera.
    Hví fert tú ikki yvir til grannan,
    drep hann og sig, at tú fann hann.

    So fær tú bæði hús og bil hjá honum,
    eitt nýtt lív og eina rúgvu av konum.

    Tað fari eg at gera. Kann eg lána knívin frá tær?
    Eg fari at hevna meg, tí at daman rýmdi frá mær.
    Og so kann eg koma at vitja teg, tá eg vil.
    Eg skal passa uppá hundin, og vaska tín bil.

    Hvar skal eg fara?
    Niðan í hagan, har seyðurin stútar meg?
    Upp í luftina, har fuglurin pikkar meg?
    Niður í sjógvin, har fiskurin etur meg?
    Nei, nei, nei, nei, nei
    Eg verði her ein dag aftrat.

    Nú stendur hann har og bankar uppá.
    Grannin kemur út, men hvat hendir tá.
    Hann fer inn og spyr, um hann kann lána ein ost.
    Gaman í, men so sker hann grannan á háls.

    Amputerar bein og armar frá kroppi,
    setur seg niður. Hattar var væl sloppið.

    Nú fari eg at steikja hjernan á pannuni hjá tær.
    Eg havi einki etið, síðan daman fór frá mær.
    Og so fari eg í bað við kropp og beinum.
    Eg skal piða tey sundur, meðan eg puli teimum.

    Grannin hjá tær kemur altíð eftir mær
    Grannin hjá tær kemur altíð eftir mær
    Grannin hjá tær kemur altíð eftir mær
    Grannin hjá tær kemur altíð eftir mær

    Dýr tíð

    Orð og lag: Finnur Jensen og Ronni Poulsen

    Ring til min í morgin
    Ikki ring í dag
    Ring er hjartasorgin
    Í morgin er betri lag

    Ring tú tá
    Og sig at tú tókst feil
    Eg búgvi ikki longur í Varðalág
    Eg sovi hjá Kaj

    ’Du skal tak tað róligt’
    Sigur Kaj viðhvørt
    ’ikke hav tað dårligt
    Du ved, at gjørt er gjørt’

    Ring tú tá…

    Kaj tú veitst væl, at eg fari heimaftur
    Til damuna hjá mær, tá hon er í betri lag
    Nei, tað haldi eg, tað er so skítbýtt
    Tú burdi heldur verið verandi hjá mær

    Góða eg má fara
    Tí Kaj hevur ikki ráð
    Hann roynir at spara
    Nú leggi eg hornið á

    Ring tú tá
    Og sig at tú tókst feil
    Eg búgvi ikki longur í Varðalág
    Kaj, eg komi heim.

    Har steinarnir spreingjast

    Orð og lag: Páll Oddur Lamain Rubeksen

    Hald um meg, ugga meg og sig, hvussu synd tað er í mær.
    Leið meg millum fólk, so tey síggja meg,
    og sig so, hvussu synd tað er í mær.

    Eg droymi um at arbeiða á Bakala, við slipsi á,
    har smíl ikki krevjast av mær hvønn dag.

    Og at verða skolaður út ígjøgnum eina rist,
    har eg verði fyrst etin og tikin langt út á hav.
    Langt vekk, har eg alt fekk.
    Har steinarnir spreingjast, og eg ikki fari at leingjast.
    Fara tey at sakna meg? Fara tey at sakna meg?
    Fari eg at sakna meg? Tey fara at sakna meg.

    Tá eg komi marsjerandi gjøgnum Áarvegin í Havn,
    so opna fólkini vindeyguni og rópa út mítt navn.
    Og trillubøran hjá skrellimanninum stendur still,
    tá eg komi framvið.
    Og fuglarnir í trøunum syngja, tak meg við.

    Dansa fyri mær. Vís mær, hvat eg skal gera.
    Bind meg til ein stól í køkinum.
    Dansa fyri mær uppiá takinum.

    Summardáar og luft, og ein buss túr.
    Tað er tað, tey bjóða mær.
    So gev mær eina billett, har alt er bleytt,
    og steinarnir spreingjast av berari gleði.

    Langt vekk, har eg alt fekk.
    Har steinarnir spreingjast, og eg ikki fari at leingjast.

    Fara tey at sakna meg? Tey fara at sakna meg.
    Fari eg at sakna meg? Eg fara at sakna meg.

    Tá eg komi marsjerandi gjøgnum Áarvegin í Havn,
    so opna fólkini vindeyguni, og rópa út mítt navn.
    Og trillubøran hjá skrellimonnunum stendur still,
    tá eg komi framvið.
    Og fuglarnir í trøunum syngja, tak meg við.

    Sangur til George

    Finnur Koba
    Orð og lag: Finnur Koba

    Tú sum fórt til India
    Lýs mær tín dagligdag
    Tú sum hevði lyndið, ja
    Tordi at rýma avstað

    Tú, sum tordi at flúgva
    Tú, sum fleyg sum ein dúgva

    Fekst tú tín íblástur?
    Slapst tú av við tín iva?
    Fekst tú títt sangfostur?
    Tað, sum skuldi til fyri at liva?

    Fekst tú fuglarnar at láta?
    Fekst tú gittaran at gráta?

    Næstu ferð, tú fer avstað
    Tak meg við, tá tú fer til India
    Kanska Goa-land næstu ferð
    Har sigst jú vera eitt lítið stað
    Eitt træ, sum øll kunnu roykja
    Eitt stað, sum aldri kann doyggja

    Kom og royk við mær
    Kom og royk við mær

    Kom og royk við mær í kvøld
    Kom og flúgv við mær
    Kom og sigl við mær
    Kom og flúgv við mær í kvøld

    Tú, sum fórt til India
    Lýs mær tín dagligdag
    Tú, sum hevði lyndið, ja
    Tordi at rýma avstað
    Fekst tú blómurnar at grína?
    Fekst tú sólina at skína?
    Fekst tú fuglarnar at láta?
    Fekst tú gittaran at gráta?

    Gulldaman

    Páll Oddur Lamain Rubeksen
    Orð og lag: Páll Oddur Lamain Rubeksen

    Eg havi gingið mær oman á skansan.
    Sett meg til rættis á einum beinki.
    Tikið tann hvíta posan við mær.
    Ja, nú skal mín dagur njótast.

    Her plagdu vit altíð at sita fleiri,
    og pilka gull av tínum kroppi.
    Men nú eru teir allir farnir sín veg.
    Vóru teir ov vaksnir fyri meg.
    Men eg havi stadigvekk teg, mín gulldama.
    Og tú hevur stadigvekk meg mín gulldama.
    Ja, eg havi stadigvek teg mín gulldama.
    Og tú hevur stadigvekk meg mín gulldama.

    Eg veit ikki, um eg tími meir.
    Veit ikki, um eg orki meir.
    Veit ikki, um eg klári meir.
    Eg veit ikki, um eg orki meir.
    So tit kanónir, skjót meg út í fjørðin,
    tí eg drukni skjótt meg sjálvan í drukk.

    Skjót meg út har, hinir blivu skotnir.
    Kann daman sleppa at koma við mær?
    Við mær?

    Síðan gongur leiðin oman í býin.
    Í plantasjuni finni eg mær ein bonk.
    Eg heilsi uppá mannin, sum druknaði.
    Og hann teskar mær í oyrað.

    Skulu vit deila tína gulldamu x4

    Eg veit ikki, um eg tími meir.
    Veit ikki, um eg orki meir.
    Tími ikki at drekka meir
    Eg fari at roykja fleir.

    Berlandið

    Orð og lag: Finnur Koba

    Eg havi verið eitt stað
    Sum eingin annar hevur sæð
    Har náttúran er øðrvísi enn her
    Staðið hevur eitt navn
    Tað eitur Tórshavn
    Ein býur í eini øðrvísi verð

    Hví skal tað regna uppeftir?
    Hví skal alt vaksa niðureftir?
    Hví er ljósið myrkt og myrkið ljóst?
    Hví er óljóð kvirt og kvirran øst?
    Kanska er tað berini

    Her í Berlandi
    Bera kvinnurnar skegg
    Sum víkingar í 9. øld
    Men á Jørðini
    Verpa hønurnar egg
    Og í vetrartíðini ganga tey køld

    Hví skal tað regna uppeftir?…

    Tí tú ert mín Jesus
    Far út og liva títt Ødipus-kompleks
    Mín persónligi Jesus
    Tær nýtist ongar spesiellar special effects
    Til sex

    Hví skal tað regna uppeftir?…

    Her komi eg

    Orð og lag: Páll Oddur Lamain Rubeksen

    Her komi eg við fullari ferð.
    Fangar tú nú meg.
    Eg havi eina tasku við einum kambi og einum saksi.
    Ja, nú klári eg meg.

    Minst til tína paraply, sum altíð verjir teg.
    Ja, nú fari eg.

    Eg leni meg ímóti einum garði.
    Eg veit, eg standi og stari.
    Men eingin sær tað.
    Ellars hevði eg fari avstað.
    Eg fari at fáa mær Hitlerskegg,
    og so fari eg at raka tað vekk.

    Eg havi yvirnatúrlig evnir,
    so ger meg til kong, áðrenn eg fari í song.
    Tá eg komi til himmals og einaferð møti tær,
    so sigi eg við teg.

    Eg eri farin út um portrið.
    Eg veit ikki, hvussu nógv eg orki.
    Men eingin veit tað.
    Ellars hevði eg farið avstað.
    Eg fari at fáa mær Hitlerskegg,
    og so fari eg at koyra tað vekk.

    Her siti eg við einum krússi av te.
    Banka tú bara meg.
    Og renn eftir mær, og flenn eftir mær.
    Eg hopi, at tú doyrt

    Fari mín egna veg

    Orð og lag: Finnur Koba og Thomas Koba

    Eg sigi, sum tað er
    Sjálvt um tað fer
    At raka beinrakt í teg
    Vilt tú heldur hoyra okkurt annað
    So er einki at gera við tað
    Her er mítt bermannalag

    Eitt lag um støðuna í dag
    Um at vit øll eru líkaglað
    Og vaska hendur í blóð
    Róp varskó, áðrenn glóðin er slóknað
    Og fræini deyð
    Gev mær blóð upp á breyð

    Eg fari mín egna veg
    Man fara at laga seg
    Eg vil heldur hava frið
    Tað er eitt verri skil
    Tá ið fuglurin fleyg
    Bleiv reyvin reyð
    Tað er ok
    Tað er ok

    Legg teg
    Legg teg
    Í ein dag, tað er alt, sum behøvst
    So at regnið,
    Regnið
    Kann skola burt alt tað, sum er gjørt

    Eg fari mín egna veg…

    Eg vil heldur hava frið
    Vil heldur hava frið
    Tað er ok, tað er ok
    Eg vil heldur hava frið
    Eg vil heldur hava frið
    Heldur hava frið

    Eg fari mín egna veg…

    Pedofilurin

    Páll Oddur Lamain Rubeksen
    Orð og lag: Páll Oddur Lamain Rubeksen

    Eg sigi sum tað er, sjálvt um tað fer,
    at rakað beinrakt í teg,
    vilt tu heldur hoyra okkurt annað,
    so er onki at gera við tað,
    her mítt ber mannað lag,
    eitt lag um støðuna í dag,
    um at vit øll eru líka glað,
    og vaska hendur í blóð,
    róp versgóð,
    áðrenn glóðin er slókna,
    og frægini tey
    gev mær blóð uppá breyð,
    eg fari mín egna veg,
    man fara at lagað seg,
    eg vil heldur hava frið,
    tað er eitt verri skyl,
    tá ið fuglurin fleyg,
    bleiv reyvin reyð,
    tað er okey,
    tað er okey,
    legg teg,
    legg teg,
    í ein dag tað er alt sum beøst,
    so at regnið,
    regnið,
    kann skola burt alt tað sum er gjørt,
    eg fari mín egna veg,
    man fara at lagað seg,
    eg vil heldur hava frið,
    tað er eitt verri skyl,
    tá ið fuglurin fleyg,
    bleiv reyvin reyð,
    tað er okey,
    tað er okey,
    ja eg vil heldur hava frið,
    vil heldur hava frið,
    tað er okey,
    tað er okey,
    eg vil heldur hava frið,
    eg vil heldur hava frið,
    heldur hava frið,
    eg fari mín egna veg,
    man fara at lagað seg,
    eg vil heldur hava frið,
    tað er eitt verri skyl,
    tá ið fuglurin fleyg,
    bleiv reyvin reyð,
    tað er okey,
    tað er okey.

    Rasputin

    Orð: Finnur Koba
    Lag: Ísak Sambleben og Høgni Fagraberg

    Hey Rasputin
    Hvat er tað, sum nívir teg?
    Og sum pínir teg?

    Er tað Klaksvíkin?
    Er tað hennar’ tónleikur?
    Hennar’ tómleikur?

    Hvar er nú drotningin?
    Hvar er handan Boney M.?
    Far upp og gev henni eitt klemm

    Hey Rasputin
    Hvat er tað, sum nívir teg?
    Og sum pínir teg?

    Hvar fór hann, sum sang mín yvirklang?
    Hanus G. og Kári P.?
    Kann onkur ikki vísa mær tónleikin?
    Kann onkur ikki vísa mær veg?

    Er tað Rasputin?
    Er tað kærleikskongurin?
    Drotningar fongurin?

    Hey Rasputin.
    Tak nú hasa Boney M.
    Far upp og gev henni eitt klemm

    Góði Rasmussen
    Klipp nú handan nalvastrong
    Við tíni klipitong

    Hey Rasputin
    Hvat er tað sum nívir teg og sum pínir teg?

    Trónin er deyð og fólkið í neyð
    Og dansigólvið krevur sítt blóð
    Kann KÍ ikki vísa mær tónleikin?
    Kann KÍ ikki rópa varskó?