Góðir gamlir dagar

    Orð og lag: Páll Oddur Lamain Rubeksen

    Syng ein sang um góðar gamlar dagar.
    Ein, sum mamma tín sang, tá hon var ung sum tú.
    Ein, sum heldur teg vaknan um náttina.
    Lagið, sum pápi tín dansaði til í gjár.

    Eg og tú, vit liva her og nú,
    tí sama ger, vit liva bert einaferð.

    Tú spyrt, um eg vil liva í allar ævir;
    men einans tónleikurin kann tað,
    so skriva tú eitt lag.
    Sum kann røra og gleða tey, sum liva,
    og sum minnast teg fyri tann, ið tú var.

    Eg og tú, vit liva her og nú,
    tí sama ger, vit liva bert einaferð.
    Eg og tú, vit liva her og nú,
    tí sama ger, vit verða ikki verandi her,
    vit verða ikki verandi her.
    Vit liva bert einaferð.

    Alt, eg havi gjørt, alt eg havi sagt.
    Øll, eg havi kent og við øllum, sum eg havi flent, syng.

    Vak meg

    Finnur Jensen
    Orð og lag: Finnur Koba

    Eg veit, at tú ert til.
    Eg havi sæð teg og títt eygnabrá.
    Og eg veit, hvat tú vilt;
    men tað er bara tað, at tú mást siga frá.

    Tí tann, ið stendur í stað,
    fær einki upp í lag.
    Tá hin so rýmir avstað,
    er náttin blivin til dag.
    Og so endar tað,
    men ei um tú kanst.

    Vekja meg,
    lata meg kenna, at eg eri til.
    Og elska meg,
    lata meg elska uttan skil.
    Tí mítt hjarta er blivið hert
    av at bíða eftir tí, sum er vert
    at takast við.

    Hvør veit, hvat tað verður til?
    Hvør sær inn í sálina?
    Tað ber ikki til,
    tá ið tvey velja at drála tað.
    Tað verður ei við longd,
    um tú ei vísir tína trongd.
    So tak tá mína hond,
    tá ið eingin er í nánd.
    So renna vit saman inn í mongdina
    og finna útav, um tað brestir ella ber.

    Vekja meg…

    Men er tað ov tíðliga at lata seg úr?
    Tá ið heilin hungrar eftir einum øðrum?
    Nei, hann skal bara venja seg við okkurt nýtt.
    Og tú skalt

    Vekja meg…

    Mitt í 60’unum

    Páll Oddur Lamain Rubeksen
    Orð og lag: Páll Oddur Lamain Rubeksen

    Eg havi altíð følt meg í fremmandum hami,
    sum gest í egnum heimi,
    sum ferðamann á nýggjum teigi.

    Títt loft hevur altíð verið mítt gólv,
    sjálvt um eg búgvi niðri í kjallaranum ímillum gomlu minnunum

    Men hvønn seinnapart á beinkinum hjá mær,
    sigur tú, at eg livi mitt í 60´unum,
    sjálvt um eg eri føddur fyrst í 80´unum.

    Tú føddist í gjár, men doyr nokk í morgin
    Áðrenn hjartað slepst at blóma, spar meg fyri tín tóna.

    At ganga í óslidnum grasi upp til knøini,
    Slíkar hæddir fjala bløðini,
    sum skera teg úr køini

    Men hvønn seinnapart á beinkinum hjá mær

    Sigur tú, at eg livi mitt í 60´unum,
    Sjálvt um eg eri føddur fyrst í 80´unum.
    Tí eg livi mitt í 60´unum,
    sjálvt um eg eri føddur fyrst í 80´unum.

    Rennisangurin

    Finnur Jensen
    Orð og lag: Finnur Koba

    Eg renni, eg renni
    runt um meg sjálvan.
    Eg brenni, eg brenni,
    sunt fyri heilan.

    Sjálvt um eg renni dag um dag,
    merki eg einki til tað.

    Eg royni, eg royni
    at renna til eitt annað stað.
    Men eg, men eg
    fái einki ikki upp í lag.

    Tí sinnið ynskir at koyra í mynstur.

    Er tað eingin í hesi verðini,
    sum kann slíta mína ringu rás?
    Steðga mær, so eg kann beina meg inn á ein annan teig?
    Er tað eingin, sum sær, at eg keði meg
    og vil bíta í eina aðra gás?
    Hjálpa mær at endurfinna mína lívsins leið?

    Ein, eg ikki kenni, kenni,
    rennir aftanfyri meg.
    Og eg fornemmi, fornemmi,
    hon rennir skjótari enn eg.

    Sjálvt um eg øki mína ferð,
    sama ger.
    Gævi eg dugdi kynstrið
    at snara til vinstru.

    Er tað eingin í hesi verðini…

    Tað brennir, tað brennir
    undir mær.
    Hon flennir hon flennir.
    Kanska lívið lær

    Oyrasund

    Finnur Jensen
    Orð og lag: Finnur Koba

    Hon
    tekur sær ikki av mær.
    Eg-eri deyð húð,
    sum darlar á baki.

    Von
    við at hava meg uppi á sær;
    men heima við hús,
    ein moli á laki

    Pilka meg av,
    av tær
    Tími ikki meir
    at liggja í skeið.
    Eg vil bara sova út.

    Slepp mær avstað
    av hesum stað.
    Luftin hørð,
    viljin sum smør.
    Eg orki ikki meir
    at treingja til ein ordiligan blund
    á Oyrasund

    Blint
    er gestsins eyga.
    Ikki fyrr enn í flogfarinum heim,
    at lukturin sigur spar fimm
    Illsint óansæð,
    hvussu hon er vend og drejað.
    Gevur varandi mein,
    hvørja ferð eg hálist inn

    So krøk meg av,
    av tær.
    Eg tími ikki meir
    at siga við teir,
    at eg hati ein, sum mær dámar.

    So slepp mær avstað
    av hesum stað.
    Oyruni mør
    av okkar’ krígshumør.
    Eg orki ikki meir
    At føla meg sum flongdan hund
    á Oyrasund.

    Kanska er tað ikki tær, tað er galið við
    men okkurt gamalt agg millum meg
    og Keypmannahavn.
    Kanska vart tú bara ein innskotin setningur,
    áðrenn punktum verður sett við hennara navn.
    Bara ikki í Keypmannahavn

    Pilka meg av…

    Tak meg burtur

    Páll Oddur Lamain Rubeksen
    Orð og lag: Páll Oddur Lamain Rubeksen

    Klokkan gongur,
    men tíðin stendur í stað.
    Segði tú við meg,
    og fór síðani tín veg;
    út á streyma sjógv,
    har ið aldurnar fara at druknað teg,
    og eg hugsaði

    Tak meg burtur her frá, sigl meg yvir um ánna.
    Langt inn í himmalin við mær,
    har eg fái eitt svar frá tær.

    Tú hevur svikið meg.
    Skrætt grundarlagið undan mær,
    sum eg svav so gott á.
    Eg lá so trygt at eg aldrin sá,
    at tú var hjá

    Tak meg burtur her frá, sigl meg yvir um ánna.
    Langt inn í himmalin við mær, har eg fái eitt svar frá tær.

    Tak meg burtur her frá – sigl meg yvir um ánna.
    Langt inn í himmalin við mær, har eg fái eitt svar frá tær,
    frá tær, frá tær, frá tær, frá tær, frá tær, frá tær, frá tær, frá tær, frá tær, frá tær, frá tær, frá tær

    Páll

    Páll Oddur Lamain Rubeksen
    Orð og lag: Páll Oddur Lamain Rubeksen

    Páll, hvar eru tínir vinir? Hví goymir tú teg vekk, Páll
    Páll, hví ringir tú so sjáldan? Tú burdi sagt frá, tá tú hevur tað so, Páll

    Páll, hvar bleiv posin av, sum altíð lá so tryggur í innarlummanum?
    Páll, mann hann liggja har enn? Er tað kanska jakkin, sum er skiftur út, Páll.
    Páll, Páll, Páll

    Hey , eg eiti Páll.
    Sjálvt um húsini rapa, so havi eg tað gott.
    Farvæl og hattar var tað, vit síggjast kanska aftur ein annan dag.
    Man ikki tað, man ikki tað?

    Páll, tú endaði sum tónleikari, er tú nú so glaður fyri tað?
    Páll, sum var bangin fyri at doyggja, nú sleppur tú at liva eitt sindur longri

    Páll, kanska eg spyrji býtt, men er tað heila ikki ein stór fasada?
    Tí Páll, sum situr uppi um náttina, hann ræðist fólk uppá ein heilt annan máta.
    Páll, Páll, Páll.

    Hey, eg eiti Páll…

    Tú burdi tosa meira við mammu tína.
    Tú burdi ringt oftari til og pápa tín.
    Tú burdi tosa meira við systkini hjá tær.
    Páll, Páll

    Hey, eg eiti Páll…

    Eg drepi meg sjálvan

    Orð og lag: Finnur Koba

    Eg drepi meg sjálvan
    í kvøld.
    Inn í ævinleikan,
    inn í ævinleikans hendur.
    Eg skeri meg sjálvan
    sum eitt ørt
    fyri kærleikan
    ella fyri okkurt í den dur

    Eg eti meg sjálvan
    hvørt kvøld.
    Eg eti neglirnar fyrst
    og síðani tað gamla sárið.
    Eg seti meg sjálvan
    so høgt,
    heilt ytst
    á tromina á vári.

    Slá meg við
    onkrum beinanveg.
    Slá meg við onkrum, sum kann fáa evjuna á flot.
    Einki mál ella mið,
    bara beinan veg.
    Hál meg niður í kvøld.

    Eg vil hava onkran at halda um meg.
    Tað bilar einki, um hon er feit og heit.
    Bara armarnir røkka um meg,
    so gongur tað nokk,
    tað bilar einki um eg fái ilt.

    Rúsurin virkar ei longur

    Páll Oddur Lamain Rubeksen
    Orð og lag: Páll Oddur Lamain Rubeksen

    Eg føli meg sum ein villfrens í einum posa,
    ið bíðar tolin til at skula drukna.
    Tí hvørt eitt orð, tú segði, skar meg inná bein
    Og sjálvt um eg einki føldi, so longdist eg heim

    Eg longdist heim, eg longdist heim til tín.
    Heim til køkin, har tú helt um meg.

    Rúsurin virkar ei longur, og hann slítur uppá mítt sinn.
    Men eg veit, at eg bjóði honum aftur inn.

    Tað man ikki fara at bila, um tú roynir at liva
    saman við onkrum øðrum, sum kann broyta tín iva.
    Tí tú hevur altíð verið, meir enn tú hevur vitað.
    Kom so og vakna har inni. Vit treingja til ein bita.

    Kom bara og sig tað: Tú leingist heim til mín.
    Heim til køkin, har tú helt um meg.

    Rúsurin virkar ei longur…

    Eg føli meg sum ein villfrens í einum posa,
    ið bíðar tolin til at skula drukna.

    Peran í loftinum er sólin í mínum lívi

    Páll Oddur Lamain Rubeksen
    Orð og lag: Páll Oddur Lamain Rubeksen

    Eg siti í kjallarinum og havi ikki verið í bað í dagavís.
    Sjónvarpið blinkar, og telefonstikkið er tikið úr.

    Eg havi Jens Paula Heinesen í skápinum,
    og Hermann Jackobsen í plátuspælaranum.
    Ein gomul Restorffs fløska vaggar í hjørninum.

    Í gjár bankaði uppá. Uttanfyri lá ein drýlur við viðskera omaná.
    Halda tey nú, at eg liggi á deyðastrá?
    Eg havi ein bleikan kropp, sum einans sær ljós á miðjari nátt.
    Peran í loftinum er sólin í mínum lívi.

    Eg ynski mær eina konu, eg ynski mær eina mammu.
    Eina, sum er góð við meg, og sum kann taka sær av mær.

    Eitt breyð í vindeygakarminum og ein sigarett á teppinum
    Holið í hosunum gerst størri um dagarnar.