Smílið

    Orð: Páll Isholm
    Lag: Eyðun á Lakjuni

    Eg siti aftur her í míni egnu verð,
    alt melur runt í ring, eg geri skúlating.
    Eg skriva skal ein stíl um lítla orðið smíl,
    kann skriva, hvat eg vil, men veit tó ikki, hvat skal til.
    Eg hoyri so nógv tos, men hómi einki bros,
    nógv fólk, sum sýnast glað, men tó í ringum lag.
    Ein dag eg skilja man, hvat gleði skapa kann,
    tá pennur fer á flog, eg skrivi hesi boð.

    Eitt smíl kann fáa øll at smílast aftur,
    eitt smíl kann kveikja vón, har eingin var,
    eitt smíl kann gerast tær ein kærur skattur,
    eitt smíl kann geva spurningum eitt svar.

    Og soleiðis tað gekk, eg nýggjar vónir fekk,
    sum hjálptu mær á ferð úr míni dreymaverð.
    Eg hugdi upp og sá eitt vinsælt eygnabrá,
    frá lærara eitt smíl fyri góðan stíl.

    Eitt smíl kann fáa …..

    Eitt smíl kann gera nógv, tað finnast túsund prógv,
    eitt mál, sum allur heimurin kann skilja.
    So nógv tað hava sæð, sum síðan blivu glað,
    tí skalt tú ikki smílið burtur dylja.

    Eitt smíl kann fáa …..

    Nú eru aftur jól

    Orð: Páll Isholm
    Lag: Jens Marni Hansen

    Komin er nú løtan
    alt livnar upp í vættraverð
    hygg nú jólagøtan
    har tendrast ljós, so vakurt er
    ljóma nú bæði trompet og fiól
    tí nú eru aftur jól

    Komin er nú tíðin
    har tú verk títt fegin ger
    børn so sera íðin
    grenj og grýsl ei rúmast her,
    gloym slatur, sleyg og skálkaskjól
    tí nú eru aftur jól

    Vit tendra nú jólaljós
    og børnini syngja
    vit heiðra tað jólafjós
    hoyr klokkurnar ringja

    Komin er nú tímin
    tá gleðin tekur ræði her
    Jólafriður trín inn
    ljósið sigrar enn einaferð
    grýt tína stúran um heyg og hól
    tí nú eru aftur jól

    Summarbrosið

    Orð: Páll Isholm og Jákup Zachariassen
    Lag: Jákup Zachariassen

    Nú summarbrosið blíða misti vald sítt
    eitt stjørnuskot sum fór so skjótt framvið
    Nú kaldir heystarstormar køva hjarta mítt
    í vónloysi eg finni ongan fríð

    Niðurlag: Men eg veit at vit skjótt skulu síggjast aftur
    Tí eitt sáð er sátt, ið spretta skal ein dag
    Um ei her, so kanska har ið tokan lættir
    Har sum sólin sær, eg liva vil við tær

    Nú kvøldarroðin aftur teskar navn títt
    og aártutlið kveikir hug í mær
    nú lotið alir framm á kinnum brosið mítt
    mín kæra tá eg vera skal hjá tær

    Tí eg veit at vit skjótt skulu síggjast aftur
    Tí eitt sáð er sátt, ið spretta skal ein dag
    Um ei her, so kanska har ið tokan lættir
    Har sum sólin sær, eg liva vil við tær

    Kærleiksspor

    Orð: Páll Isholm
    Lag: Jákup Zachariassen

    Í dag eg kenni vónin aftur er – í míni verð
    Tí tín káti látur í mær birtir ljós
    Nú vit aftur taka stev fram á lívsins ferð
    Nú vit aftur kunnu halda somu kós

    Men eg veit at brotasjógvar lúra handan sýn
    og eg veit teir bróta kunnu hvønn ein dag
    ivin sníkir seg til mín og eg teski tá til tín
    hesi ljóð til hetta fagra ástarlag

    Niðurlag: At eg elski teg, elski bara teg
    Tú ert sólin sum í lívi mínum sær
    Um tú fevnir meg, so skal eg kyssa teg
    Mín elskaða ver tú mær altíð nær

    Enn reka heitir kærleiksstreymar okkum báðum við
    og tín søti angin sveimar móti mær
    sum vit ofta hava notið saman lið við lið
    okkar‘ loyndarmál eg goyma vil við tær

    Og øll minnini eg klæði nú í tónaorð
    Øll tey minnini ið ljóma blítt í mær
    Hetta eru fátøk orð, men tey lýsa kærleiksspor
    ið eg stigið havi hond í hond við tær

    Niðurlag: Ja eg elski teg, elski bara teg
    Tú ert sólin sum í lívi mínum sær
    Um tú fevnir meg, so skal eg kyssa teg
    Mín elskaða ver tú mær altíð nær

    Vit liva nú

    Páll Isholm
    Orð og lag: Páll Isholm

    Vit liva nú
    eg og tú
    við minnum frá í gjár
    og dreymum um í morgin
    og ókomin ár
    Vit liva nú
    eg og tú
    vit liva júst í dag
    og hvat ið onnur gera
    lat tú tey um tað

    Tú gloymir skjótt at væta planturnar sum fjálga teg
    og lúka burt alt illgresið sum fjalir tær tín veg
    Tú hevur nógvar dreymar tú vilt jú í so nógv
    men skjótt tað er at hugsa teg og tíni út á sjógv

    Vit liva nú
    eg og tú
    við minnum frá í gjár
    og dreymum um í morgin
    og ókomin ár
    Vit liva nú
    eg og tú
    vit liva júst í dag
    og hvat ið onnur gera
    lat tú tey um tað

    Vit liva nú
    eg og tú
    við minnum frá í gjár
    og dreymum um í morgin
    og ókomin ár
    Vit liva nú
    eg og tú
    vit liva júst í dag
    og hvat ið onnur gera
    lat tú tey um tað

    Tankar stjala tíðina sum dýrabarast er
    hugsanir ið villast burt á ævintýraferð
    Leið tú tínar dreymar inn í tíðina beint her
    tá gerst tú aftur vitandi um tína egnu verð

    Vit liva nú
    eg og tú
    við minnum frá í gjár
    og dreymum um í morgin
    og ókomin ár
    Vit liva nú
    eg og tú
    vit liva júst í dag
    og hvat ið onnur gera
    lat tú tey um tað

    Tað trupult er at spáa hvussu veruleikin vendir
    royn tú bert at gáa um hvar ið tú sjálvur stendur
    Tá lærir tú at liva og at líta á tín mátt
    rudda burtur ivan sum teg vitjaði á nátt

    Vit liva nú
    eg og tú
    við minnum frá í gjár
    og dreymum um í morgin
    og ókomin ár
    Vit liva nú
    eg og tú
    vit liva júst í dag
    og hvat ið onnur gera
    lat tú tey um tað

    Eydnuhjólið

    Orð og lag: Páll Isholm

    Á vári sprettur sinnið frítt
    tað einans kennir til svart og hvítt
    tú stígur um kærleiksgátt
    og dregur lívsins andadrátt

    Vit stóðu still har við sjóvarstrond
    og knýttu fast í hugan bond
    ið skaptu sæla, søta stund
    Vit leska kundu hvørt sekund

    Lívið eitt eydnuspæl altíð er
    har hjólið snarar við sniglaferð
    Á hvørjum tali tú lendir á
    tú ei kanst vita fyrr enn tá

    Og minnist tú tá ið summarsól
    reiddi okkum búgvið ból
    har vit bert kundu taka av
    øllum tí sum kætið gav

    Í løtum myrkur við okkum bar
    tú ivaðist hvaðar leiðin varð
    men myrka támið yvir lá
    til sólin aftur sá

    Lívið eitt eydnuspæl altíð er
    har hjólið snarar við sniglaferð
    Á hvørjum tali tú lendir á
    tú ei kanst vita fyrr enn tá

    Á heystartíð er øll verðin klár
    í afturskyni sæst eydnan vár
    Vit heysta tað sum vit hava sátt
    nú stórt er smátt og grátt er grátt

    Á vetri fetini veik og smá
    og hárini blivin fá og grá
    Vit takka fyri hesa stund
    og stevna trygg á annan fund

    Lívið eitt eydnuspæl altíð er
    har hjólið snarar við sniglaferð
    Á hvørjum tali tú lendir á
    tú ei kanst vita fyrr enn tá

    Ljósablátt

    Orð: Páll Isholm
    Lag: Pætur Zachariasson

    Úr eystri blæsa hvassir vindar,
    her andar alt jú við.
    Restir standa fjallatindar
    saman lið um lið.
    Frá aftasta til fremsta mann,
    vit geva altíð alt.
    Vísa hvat ein Víkingur kann.
    At stríðast hava ljósabláir valt.

    Niðurlag: Ljósablátt er himmalrúm.
    Ljósablátt vit anda.
    Ljósablátt er havsins skúm.
    Ljósablátt vit ganda.
    Ljósabláir víkingar herja á.
    Ljósabláir víkingar sigur fá.

    Á leikvølli gott fótbóltsspæl,
    vit vilja vera best
    Um sól er ella heglingsæl,
    vit vinna dystir flest.
    Tá krónurnar um hálsin hanga,
    gleðisrómur er.
    Rosinur, skurar bersersk ganga.
    Saman øll í víking í Sarpugerð.

    Víkingaskútan

    Orð: Páll Isholm
    Lag: Páll Isholm og Flemming Petersen

    1. Víkingaskútan í heimin nú stevnir,
    kósin er sett móti gyltari strond.
    Hvar tú enn víkinganavnið nú nevnir,
    Víkingur kendur er víða um lond.

    Niðurlag: Við Vìkingi stevna vit stolt út í heimin.
    Víkingur, Vìkingur mín fótbóltsverð.
    Við Víkingi vinna vit gullið og gleimin.
    Víkingur, Vìkingur altíð á ferð.

    2. Skúlan er fullfermd av gløðandi fólki,
    ið stungið sær út hava málini stór.
    Saman tey standa altíð í bólki,
    hoyrir tú skrál, er tað víkingakór.

    3. Víkingakórið fer aldrin at tagna,
    um stormarnir herja og myrkur legst á.
    Í ævir við Víkingaliðunum fagna,
    leikurin er fyri øll stór og smá.

    4. Víkingaveitslan fer aldrin at enda,
    um bylgjurnar bróta høgar viðhvørt.
    Tá ið vit steypin móti himmlinum senda,
    hvørt mansbarn í Víkingi gerst púra ørt.